Suðuroy hevur kós móti uppflyting

Vánirnar hjá hoyvíkingum at vinna uppflyting fingu skot fyri bógvin, tá ið VB/Sumba í síðsta minutti skoraði sigursmálið

Tað er nógv, sum bendir á, at Suðuroy í 2010 fer at verða umboðað í fremstu røð í fótbólti. VB/Sumba vann 2-1 á heimavølli ímóti FC Hoyvík, sum hevur verið ein av kappingarneytunum hjá oddaliðnum.

Næsti kappingarneytin hjá VB/Sumba er B71, men tað hilnaðist ikki so væl hjá sandoyingum hesa ferð. Teir høvdu vitjan av næstbesta HB liðnum, sum fór aftur um Skopunarfjørð við einum stigi.

TB er triða liðið í røðini av teimum, sum hava møguleika at flyta upp, og hjá tvøramonnum gekk tað heldur einki serligt. TB spældi í Miðvági, har tað eydnaðist heimaliðnum, sum alt kappingarárið hevur verið niðast, at vinna.

Báðar uppgerðirnar millum lið í Eysturoy endaði við javnleiki. Í Leirvík kláraði heimaliðið 2-2 ímóti B68, hóast Magnus Skoralíð longu eftir eitt korter sá reytt fyri hevnisøku, og á Skála bar javnleikur ímóti NSÍ við sær, at munurin frá Skála og fram til Víking og NSÍ er tann sami, sum hann var undan 17. umfari.

Nenad Zivanoivic er komin aftur til Vágs, har hann áður hevur spælt. Leygardagin var hann eyðsýndur. Hann umsetti innlegg frá Heina Vatnsdal úr vinstru og út frá til 1-0, og í síðsta minutti skoraði hann sigursmálið eftir langa framlegging. Thomas Hans Rubeksen, sum júst er fluttur til FC Hoyvík hevði javnað til 1-1 við góðum skoti.

Á Sandi setti B71 miðverjin Allan Tungá fimm minuttir fyri steðgin hol á eftir horna, og tá ið Clayton Soares fimm minuttir eftir steðgin økti um leiðsluna til 2-0, tóktist kósin vera sett móti heimasigri. Jóhan Borðoy minkaði um munin við fínum frísparki, og Svend Fuglø Jacobsren javnaði, tá ið hann setti innaru síðu á eftir innlegg. Clayton Soares skoraði eina ferð aftrat, og í síðsta minutti javnaði Jóhan Borðoy.

Tá ið TB sjey minuttir undan steðginum varð undirmannað, var støðan 2-1 til MB. Tað eydnaðist TB eitt korter eftir steðgin at javna, men MB skoraði lítla løtu seinni sigursmálið.

Hóast Víkingur var undirmannaður í 75 minuttir, so var um reppið, at teir vunnu øll stigini. Í síðsta minutti javnaði Oddur Højgaard fyri B68, og so var 2-2.

18. umfar er sett at vera sunnudagin 9. august.



17. umfar

VB/Sumba-FC Hoyvík 2-1 (0-0)

1-0: Nenad Zivanovic 72.

1-1: Thomas Hans Rubeksen 84.

2-1: Nenad Zivanovic 90.


Víkingur-B68 2-2 (1-1)

0-1: Jonleif Højgaard

1-1: Ingi Sørensen

2-1: Rúni á Reynatrøð

2-2: Oddur Højgaard

Reytt kort: Magnus Skoralíð, Víkingur, 15.


B71-HB 3-3 (1-0)

1-0: Allan Tungá 40.

2-0: Clayton Soares 50.

2-1: Jóhan Borðoy 56.

2-2: Svend F. Jacobsen 59.

3-2: Clayton Soares 65.

3-3: Jóhan Borðoy 90.


Skála-NSÍ 1-1 (1-0)

1-0: Teitur R. Joensen

1-1: Sonni L. Petersen


MB-TB 3-2 (2-1)

0-1: Petur Mortensen 6.

1-1: Jack Johansen 12.

2-1: Regin Fjalsbak 18.

2-2: Hanus Mortensen 60.

3-2: Regin Fjalsbak 62.

Reytt kort: Dan Mortensen, TB, 38.


18. umfar

Sunnudagin 9. august

TB-Skála

NSÍ-B71

HB-Víkingur

B68-VB/Sumba

FC Hoyvík-MB