Lesarar hjá Sosialinum hava sent inn uppskot um, hvør tey halda, skal gerast Ársins Føroyingur 2019. Hesar grundgevingar hevur ein lesari sent okkum:
»Ígjøgnum sítt arbeiði hevur hon sæð ein tørv fyri og annan eftir og hesar tørvir hevur hon fer eftir fer sett sær fyri at bøta um.
Tað fyrsta stóra takið var í fyrru helvt av 0’unum tá hon setti sær fyri at føroyingar skuldu hava sína egnu føroysku teldutalu, tað var stórarbeiði, tí ongin tílík tala var á føroyskum frammanundan, so tað skuldi gerast frá botni av og tað kostaði nógvar pengar, men hon fall ikki í fátt, men helt á til fyrsta føroyska teldutalan varð veruleiki mitt í 0’unum, og vit vóru mong, sum vóru ovurfegin, hettar læt ein heilt nýggjan heim upp fyri fleiri, ikki bert blindum og sjónveikum … nei eisini mong við lesi- og skrivitrupuleikum høvdu gleði av fyrstu teldutaluni, sum fekk navnið Sjúrður.
Tá nøkur ár so vóru gingin, setti sama eldsálin sær fyri, at vit skuldu hava eina enn betri og meira natúrliga føroyska teldutalu … enn eina fer skuldi nógvur peningur til, sum hon eisini fekk til vega og fyri eini 7 árum síðani fingu vit nýggju, heilt fantastisku taluna, sum er bæði, sum kvinnu- og mansrødd og tey eita Hanna og Hanus.
Mong eru vit, sum dag og dagliga hava gagn av og kunnu hava ein vævirkandi gerandisdag við øllum tí, sum ein gerandisdagur í 2019 hevur í sær, eisini hóast manglandi ella nógv niðursetta sjón … ikki minst á tøkniliga økinum, sum áður nevnt, so eru tað ikki bert blind og sjónveik, sum hava gagn av teldutaluni, ein stórur bólkur í okkara samfelag, sum hava lesi og skrivitrupuleikar hava stóra gleði av somu taluni, eins og onnur eisini, sum ikki kunnu skriva og samskifta á vanligan hátt, hava gagn av taluni, sum eisini fyri okkara kæra móðurmál stuðlar so sera væl undir rætta stavseting.
Tá ein verkætlan er liðug og komin at virka, so er sama eldsálin fús at fara víðari til verka og, sum vit hava hoyrt í síðstu viku, so er enn ein stór verkætlan ígongd, sum kemur at gagna øllum teimum, sum vilja brúka nýggja føroyska talukennaran , sum fer at gera tað møguligt at siga føroyskan tekst, sum teldan so skrivar og um ein hugsar móðurmál og stavseting, so kemur hesin nýggi føroyski talukennarin, at gera at føroyska málið verður enn betri stuðla enn higartil á tøkniliga økinum.
Eldsálin eitur Karin Kass.
Leggjast kann afturat , at alt hettar, sum Karin hevur fingið av skafti hesi seinastu nærum 20 árini, hevur hon gjørt av áhuga og vilja til, at gera mun hjá føroyingum, sum hava serligar avbjóðingar.
Hettar hevur ikki verið ein partur av hennara starvi, sum leiðari á Sjóndeplinum.
Um fantastiska teldutalan ikki varð veruleiki, so var heldur ikki møguligt hjá mær , at sita her við telduna og skriva hesi fáu orðini til eina innstilling til "Ársins føroying", sum eg av sonnum haldi og fleiri við mær, at Karin hevur uppiborið hendan heiðurin.
Við takksemi, sum dagligur brúkari av føroysku teldutaluni.«
Í blaðnum 30. desember fer Sosialurin at kjósa Ársins Føroying 2019.