Ein hugsan og onnur um FR kortið

Í Sosialinum tann 18. juni hevur Muldi Manai, stjóri á matstovuni Rio Bravo í Havn, viðmerkingar til ta nýggju skipanina viðvíkjandi FR gjaldskortum. Muldi sigur m.a. at peningastovnarnir misbrúka okkum.

 

Henda nýggja skipan hevur tað við sær, at nú skulu handilsfólk sjálv senda FR kortini til danska stovnin PBS, sum síðan flytir peningin á konto hjá handilsfólki. Skipanin frammanundan var einføld og liðilig. Eitthvørt FR kort kundi metast sum kontant gjald, verða drigið av keyparakonto beinanvegin.


Nýggja skipanin hevur undir øllum umstøðum fleiri vansar við sær fyri handilsfólk. Skipanin gevur meira arbeiði til handilin og sum vera man, tá ið peningurin skal umvegis danska stovnin PBS, tekur hetta fleiri dagar, áðrenn peningurin sæst aftur á konto seljarans. Henda seinkan broytir soleiðis eisini gjaldføri seljarans.


Annað er so tað, at føroya Sparikassi í brævi til viðskiftafólk síni »elegant« skrivar, at skjølini, brævbjálvar og kort, til skipanina kunnu keypast í einum virki, og bara einum, í landinum. Hetta merkir, at øll viðskiftafólk skulu venda sær til hetta eina virkið. Annars alt gott at siga um hetta virkið, men tað hevði verið rímiligt, at handilsfólk høvdu meira enn tann eina møguleikan.


Teir handlar, ið hava sleðu kunnu eisini venda sær til sama virkið og keypa ein terminal, tí so slepst undan, at kortini verða send av landinum, og avroknast kann beinanvegin og beinleiðis um terminalin. Vit fáa at vita, at terminalurin kostar fleiri túsund krónur og fæst í fleiri sniðum, men ikki fæst at vita, um terminalurin avgjørt ikki altíð er serliga praktiskur, og má metast sum rættiliga stór og óneyðug íløga hjá nógvum smáhandlum samanborið við gomlu skipanina.


Í Sosialinum 19. juni svara peningastovnarnir aftur, og umboð fyri Sparikassan og Føroya Banka grundgeva og siga sína hugsan um viðurskiftini. Teir, ið gera hesar viðmerkingar er ikki hvør Hanus og Janus, men fólk, ið sita á ovastu rókum í penignastovnunum. Yvirskriftin henda dagin er at »FR kortið skal eisini brúkast aðrastaðni«.


Har fáa vit m.a. at vita, at danski stovnurin PBS eigur skipanina, at hetta er stór sparing fyri føroysku peningastovnarnar, at teir nú sleppa frá at avrokna beinleiðis við føroysk viðskiftafólk. Og vit fáa meira av somu skuffu, ið eingin grund er til at endurtaka her, tí hetta, eftir mínum tykki, eru ússaligar umberingar.


Sambært greinini, so byrjaðu peningastovnarnir við hesi skipan í 1988, og alt Føroya fólk hevur nú í næstan 10 ár fingið at vita frá somu peningastovnum, hvussu smart, praktiskt og trygt FR kortið er at brúka. Úrslitið av hesari herferð er sanniliga sjónskt, tí nú hevur gud og hvør maður eitt tílikt FR kort.


Eg havi altíð hildið, at peningastovnar eru tænastufyritøkur og eiga at gera sítt besta fyri at tæna viðskiftafólki á besta hátt so smidliga sum gjørligt. Í hesum føri haldi eg, at henda nýggja skipan er sera illa umhugsað og tænir ongum uttan kanska peningastovnunum, at teir kanska kunnu spara nakrar krónur og kanska soleiðis fáa eitt sindur størri avlop, sum teir kunnu senda av landinum og keypa donsk virðisbrøv fyri.


Fyri at venda aftur til greinina »FR kortið skal eisini brúkast aðrastaðni«, so er hetta ikki kjarnin í málinum. Eftir mínum tykki er kjarnin í málinum, tað sum tænir viðskiftafólki best. Alt annað tos er uttanumtos og bíligar umberingar.