beinleiðis verðslig. Erich Fromm sigur: »Sjálvt um fólk trúgva upp á Gud, so brýggja tey seg ikki um hann. Tað vil siga, at tey hugsa ikki um religiøsar ella andaligar trupulleikar. Tey missa ikki náttarsvøvnin [...] tá tey eru saman við sínum egnu menniskjatypum. Tað er ikki lætt at bróta við nútíðar flokkahugsan. Hon hevur ávirkan á okkara val, á matin vit keypa, bilarnar vit velja at keypa, bensinið vit nýta og hartil [...] Tá ein sjónleikari til dømis fyri nøkrum árum síðani kravdi rosa champagne í einum filmi, íbirti hann eina minni revolutión í vínindustriuni. Skjótt vóru tað restaurantir í øllum landinum, sum fingu
Nógv meta hann vera eina av komandi stóru country stjørnunum. Her hjá okkum er hann best kendur frá Countrysendingini Rót og Rútma í Kringvarpinum, har Petur Rouch av og á hevur spælt hann. Billy Yates [...] Afturat poppularitetinum í Evropa, er hann javnan gestasolistur í The Grand Ole Opry og konsertirnar í Kina og Japan eru útseldar, tá hann vitjar har. Her um leiðir vitjar hann ofta í Onglandi, Skotlandi og Írlandi [...] barnatiltakið, 12. juni er Bassadagur í Vágum, seinastu árini hevur hann verið í Miðvági, men nú verður hann fluttur til Sørvágs og verður hann startskotið til Sørvágs Country- & Blues Festival 2014. Hóskvøldi
mun til kyn og aldur. Trýst á pílin undir myndini og hoyr Hans Jacob Hermansen greiða frá hvat hann hevði væntað av kanningini, og, hvat hann heldur, kundi verðið gjørt afturat. [...] kom eitt sindur óvart á okkum, at tey eldru í Havnini hava tað so gott, sum tey hava tað. Tað sigur Hans Jacob Hermansen er formaður í eldraráðnum. Eldraráðið hevur gjørt eina kanning um støðuna hjá teimum [...] í Eldraráðnum eitt sindur bilsin av, hvussu væl tey liva. Kanningin varð løgd fram nú ein dagin og hon vísir, at nógv av teimum eldru í Havn liva væl og hava tað gott, bæði kropsliga og sálarliga. Sambært
og Føroya Pedagogfelag komu óvart á formannin í Føroya Lærarafelag, Herálv Jacobsen. Tað skrivar hann í oddagreinini í nýggjastu útgávuni av Skúlablaðnum, ið júst er útkomin. - Tað er mannahugsan, at [...] felagið varð verkbannað orsakað av kravinum um lønarlyft. Nú var jú sokallaða lønarnevndin sett, tó at hon ikki av álvara er farin til verka enn; helst hava fleiri hildið, at hetta fór at kyrra partarnar og
náttúru, sigur Petur Olivar í Hoyvík. Hann leggur afturat, at sjálvandi er hetta nakað, ið er tungt at byggja upp, tað heldur hann, at slíkt altíð er. Men hann er vísur í, at hetta hevði borið til og [...] at fáa fatur á persónligu uppfatanunum hjá ferðafólki, ið hava vitjað í Føroyum. Hon umfatar bert Danmark, av tí, at hon er gjørd í sambandi við eina miðvísa marknaðarføring í Danmark av ferðum til Føroya [...] seinasta leygardag hava fingið gjøgnum útbúgvingina. Hann fegnast nevniliga um, at ferðaleiðaraútbúgvingin á Handilsskúlanum fevnir so vítt, sum hon ger. Umframt at læra at bera seg at sum ferðaleiðari
sjálvur. Hann stóð í grótbrotinum í Norðdepli. Á setrinum í bilinum lá ein rifla, tá hann varð stolin, men hon var ikki í bilinum, tá eigarin fann hann aftur. Tjóvurin hevði tikið hana við sær, tá hann fór [...] fór úr bilinum. Løgreglan fann út av, hvør tjóvurin var, og hann verður ákærdur fyri at hava stolið lyklarnar til bilin, bilin sjálvan og at hava koyrt uttan koyrikort. Hartil verða bæði tjóvurin og bileigarin [...] punkteraður, men annars var ongin skaði á honum. Sunnunáttina varð ein bilur stolin í Fuglafirði, og hann var funnin aftur seinni sunnudagin í Fuglafirði. Nakað av skaða var á bilinum. Løgreglan veit ikki
vísti seg, at bilurin var stolin, tí løtu seinni kom eigarin av bilinum og meldaði bilin stolnan. Hann hevði staðið parkeraður á Skálatrøð. Lyklilin stóð í, og tí var lag á manni at fara avstað við bilinum [...] við at halda bilin á vegnum. Tjóvurin er sloppin til rýmingar, áðrenn løgreglan kom á staðið, og hon hevur onga ábending um, hvør viðkomandi er.
í 50-unum av Hans Mellemgaard og øðrum bilførarum. Tá helt støðin til í N. Finsensgøtu. Um onkur av lesarum okkara hevur okkurt at viðmerkja í samband við hesa myndina, eru hann ella hon vælkomin at seta [...] hjá Holger Jensen. Í bløðunum stóð í 1960 at lesa, at teir tríggir Alexander Dalfoss, Dion Splidt og Hans Andreas Davidsen (Hassadi) høvdu stovnað bilstøðina Bil í Liðagøtu. Frá 1960 og fram til 1978 helt
hevði hon fleiri ferðir hugt eftir Finni. - Eg hevði hugt eftir Finni í eina tíð. Eg minnist væl, at hann leiddi eitt møti í Lívdini, og eg helt hann vera so sjarmerandi, duga væl, og so sá hann út til [...] fór at síggja alt á telduni, greiðir Finnur frá. Løtan hann fór á knæ, bleiv tó eitt sindur øðrvísi, enn hann hevði ætlað. Eitt kvøldi sita hann og Katrina heima hjá Katrinu og hyggja í sjónvarp. - Vit [...] út, vil hon ikki avdúka, tí tað skal vera loyniligt fram til leygardagin, men hon hevur funnið ein kjóla, sum henni dámar sera væl og hevur eisini longu nú verið hjá frisør og roynt hársniðið, hon skal hava
síðan, og síðan tá hevur hon koyrt í størri og minni mun fyri fyritøkuna I. R. Lastvognar, sum pápi hennara eigur. Áðrenn tað tók hon handilsskúlaprógv, og í løtuni tekur hon Hægri Handilsskúla um kvøldið [...] samdøgrinum. Síðan syrgir hon fyri at ringja, og ofta vakja, hinar bilførararnar. ? Hasin, sum situr í bilinum beint har, er púra ómøguligur at fáa upp um náttina. Man má ringja til hann fleiri ferðir fyri at [...] at vera sikkur uppá at hann nú er ordiliga vaknaður, sigur Ruth og peikar á førararan í bilinum, sum júst er í ferð við at venda, áðrenn hann bakkar aftur til gravkúnna. Nærum allir lastbilførararnir,