Billy Graham - Dupulthugsan

Hvussu kann eitt samfelag fáa tað slag av psykosum, sum plága okkum í dag? Tað er sjálvsagt eitt produkt av mongum viðurskiftum, harímillum vantan av religiøsari trúgv, svíkjan í upplæringini og annað. Í bók síni 1984 tosar George Orwell um nakað, hann kallar »dupulthugsan«

Hetta er eingin original hugsan, tí Bíblian sigur: »Slíkt tvísint menniskja, vinglut á øllum leiðum sínum«. (Jak. 1,8). Tjóðskaparliga sæð eru vit í einum tílíkum dupultum hugsunarhátti, sum kann hótta sjálvt tilveru okkara. »Dupulthugsan« ella tvísinni vil siga, at ein hevur tvær mótstríðandi trúaruppfatanir í sinni sínum, og at ein góðkennir báðar. Allur heimurin er kendur við kommunismunar tvítungur. Tá tey tosa um frið, so er tað »friður við okkara treytum«. Men vit tosa ofta við tveimum tungum. Vit siga, at vit eru ein kristin tjóð, men mikið av mentan okkara, sosialu vanar okkara, djúpu áhugamál okkara eru ikki kristin í heila tikið, tey eru beinleiðis verðslig.

Erich Fromm sigur: »Sjálvt um fólk trúgva upp á Gud, so brýggja tey seg ikki um hann. Tað vil siga, at tey hugsa ikki um religiøsar ella andaligar trupulleikar. Tey missa ikki náttarsvøvnin vegna tílíkar umstøður. Tey flestu menniskju í vesturheiminum siga, at tey trúgva uppá Gud, og við tí meina tey Guds prinsippir viðvíkjandi kærleika, rættvísi, sannleika og eyðmjúkleika. Men hetta hevur lítla ávirkan á dagliga lívið. Tey flestu av okkum liva fyri at fáa meira av materiellum góðsi, størri tryggleika og størri prestisju«.

Vit siga, at vit trúgva uppá kirkjuna, men hóast tað, so eru tað mong av okkum, sum uttan at skamma okkum yvir tað, koyra forbí kirkjuna til golfbanan, bát okkara, baðistrondina, ja, til og við til náttklubbar.

Idealir kunnu ofta broytast til slagorð, idealirnar gerast fremmand fyri okkum. Ein livir ikki longur eftir teimum, og í staðin gerast teir avgudar uttan um okkum sjálvi.

Freud lærdi tað, sum eisini Bíblian sigur, at eitt menniskja kann vera heilt upprigtigt á allan hátt og samstundis vera fullkomiliga á villspori. Upprigtigheitin kann tó vera nakað, ein krógvar seg aftanfyri, nakað sum krógvar tann veruliga impulsin, sum drívir ein. Vit kunnu vera upptikin av »dupulthugsanum«, uttan at vita av, at vit gera nakað skeivt.

 

Flokkahugsan

Við síðuna av »dupulthugsan« eru vit eisini í vanda fyri at verða »flokkahugsanir«. Tørvurin eftir tryggleika og freistingum fyri at verða góðtikin og kendur, leiðir okkum inn í ávísar hugsunarleiðir, vanar og lívsmynstir. Vit vilja helst hugsa, handla og tosa eins og fólkið kring okkum. Nakað vit frykta meiri enn nakað annað, er at verða kallaður ein »outseidari«.

Henda fryktin hevur leitt okkum niðureftir á eftirlíkningsins vegi. Tað hevur sett stemplið »organisera menniskja« á sálir okkara, og tað hevur tikið originalar hugsanir, persónligheit og konstruktivar handlingar frá okkum. Hetta hevur ikki einans gjørt seg galdandi á tí verðsliga økinum, men eisini á tí religiøsa.

Í »the Status Seekers« skrivar Vance Packard: »Fyri størsta partin av teimum amerikonsku kristnu er tað at ganga í kirkju ein vakur siður, sum menniskju eiga at fylgja um sunnudagarnar. Tað sigur nakað um, hvussu respektabul tey eru, gevur teimum eina góða føling av, at tey uppføra seg á ein hátt, sum teirra gudfryktigu forfedrar vildu hildið gott um, og hjálpir eisini á tann sosiala, so tey verða roknað uppí ein sosialan flokk, sum tey gjarna vilja identifisera seg við. Til og við tey, sum eina taka eina gudstænastu álvarsamt, gera ofta hetta kunnugt fyri øðrum, serliga tá tey eru saman við sínum egnu menniskjatypum.

Tað er ikki lætt at bróta við nútíðar flokkahugsan. Hon hevur ávirkan á okkara val, á matin vit keypa, bilarnar vit velja at keypa, bensinið vit nýta og hartil uppfatan okkara av religiónini.

Tað er óhugnaligt at leggja til merkis, hvussu fjøldin kann lokkast at trúgva næstan hvat sum helst, treytað av, at tað verður servera á sama hátt, sum ein er vanur at fáa kunnleika um, antin tað er rætt ella ikki rætt. Tá ein sjónleikari til dømis fyri nøkrum árum síðani kravdi rosa champagne í einum filmi, íbirti hann eina minni revolutión í vínindustriuni. Skjótt vóru tað restaurantir í øllum landinum, sum fingu fyrispurning um henda eksotiska drykkin. Úr einum enda av landinum í annan, fyriskipaðu film- og tv-stjørnur fundir, manerar, ja harafturat moralska framførslu. Men um Madison Avenue og Hollywood gera av, hvussu baðiverilsi skal síggja út, eins og annað líknandi, so er tað hóast alt veik symptomir á teirra suggesjonsmakt.

Filmur og sjónvarp leiðir fólksins hugsanir viðvíkjandi politikki, morali og sosialum spurningum. Í roynd eftir roynd, sum hevur verið á hægri skúlum og millum universitetsstudentar, hevur tað víst seg, at filmir og sjónvarpsprogramm kunnu heilavaska síggjarnar.

Kelda: Billy Graham »Verden i flammer 1971«. Umsett hevur Símun Pauli Jacobsen, Vestmanna