Tað gongur skjótt inneftir. Bilurin hoppar av at koyra á óslætta undirlagnum, og eg royni at halda mær fast. Hugskotið um at taka blokk og penn við og notera so hvørt, vísti seg ikki at vera so gott kortini, tí tað er ómøgiligt at skriva.
Enn er ikki so galið. Hevði væntað at her var bølamyrkt, men ljósperur hanga tættar eftir vegginum, so her er væl betri sýni enn í flestu av landsins bergholum. Men nú vóru knappliga eingi ljós meir. Nú er bølamyrkt.
Og so verður kjaftsvart. Dynamittokan, sum spakuliga verður blást út, kemur ímóti okkum, og við eitt er alt, sum líkist sýni, burtur. Tú sært ikki eina hond fram fyri teg, og eg bíði bara eftir, at bilførarin fer at steðga bilinum. Men ferðin verður ikki sett niður.
? Hvussu veitst tú hvønn veg tú koyrir?
? Sært tú ikki strikuna har uppi undir loftinum?, spyr bilførarin aftur.
Nei, tað geri eg faktiskt ikki.
Neglalak undir Vestmannasundi
Vit eru á veg inn í tað góðar 1600 metrar djúpa holið Streymoyarmegin, sum einaferð skal gerast Føroya fyrsti undirsjóvartunnil. Ein spreingisalva er júst latin av, og nú eru seks lastbilar hjá I. R. Lastvognum á veg inn í holið eftir burtursprongda grótinum. Bilarnir koyra í konvoy inn í holið. Eg og myndamaðurin eru við í bilinum, sum 23 ára gamla Ruth Rasmussen koyrir. Ruth leiðir lastbilakoyringina inni í tunnlinum, og hon hevur stutt frammanundan givið hinum bilførarunum boð um at koyra inn.
Í bilinum, ein Scania 144, liggur ein trygdarhjálmur og ein arbeiðsdrakt. Men unga kvinnan við stóra róðrið er í nýggjum skóm, svørtum nylonbuksum, troyggju frá onkrum mótahandli, og hárið er sett. Og tað er ikki ti at ein fotografur er við í dag.
? Eg má líkjast burtur frá mannfólkunum á onkran hátt, sigur lastbilaførarin, meðan hon stríðist við at fáa bilin koyrdan ígjøgnum dynamittokuna.
? Fyrstu tíðina vóru teir øgiliga galantir og hjálpsamir, men tað fór tíverri skjótt av teimum. Tá teir so eisini byrjaðu at síggja meg sum eitt mannfólk, gavst eg at ganga í ketildrakt og keppi. Onkur munur má vera á okkum.
Á instrumentbrettinum hoppar eitt glas av neglalakki runt saman við einari diddufarvaðari Nokia telefon. Og, jú. Hendurnar á róðrinum eru ílætnar hvítt glitrandi neglalakk.
Miðalgroft æl
Dynamittokan er farin afturum. Knappliga tykist tað ljóst inni í tunnlinum, og reyðu lyktirnar á lastbilinum tveir metrar framman fyri okkum koma aftur til sjóndar. Stutt eftir eru vit heilt inni í botninum á tunnlinum, her teir júst hava sprongt seg nakrar metrar longur inn undir Vestmannasund. Heilt neyvt eru vit beint uttan fyri Kvívík, einar 66 metrar undir havbotninum.
? Bíða her. Eg skal líka út at skifta eina sikring, sigur Ruth, sum síðan leypir út úr bilinum og rennur fram í myrkrið til ein av fremru lastbilunum. Eg fari sníkjandi út, men vendi skjótt innaftur. Tað regnar sum eitt miðalgroft æl herinni í botninum á undirsjóvartunnlinum. So kemur bilførarin innaftur í lastbilin og turkar sær í ein klút við teimum nú svørtu hondunum.
Hava skund
Fremsti lastbilurin hevur longu koyrt fullfermdur framvið okkum aftur, á veg út í ljósið aftur. Heilt frammi í botninum á holinum stendur eitt djór av einari gravkúgv, sum við øgiligari ferð fyllir ein lastbil fyri og annan eftir. Tríggjar skuffur verða við buldur og brak blakaðar í lastina, og so er fult.
Her er eingin tíð at spilla. Tveir tímar eftir at skotið er latið av, skulu teir seks lastbilarnir hava tømt alt grótið burtur. Hesum hevur Ruth ábyrgdina av. Í hvørji salvu verða góðir 300 rúmmetrar av gróti sprongdir burtur.
Fyri at náa tíðarfreistina, tøma bilarnir í fyrstu atløgu lastina beint uttan fyri tunnilsmunnan í eina stóra rúgvu av grótið, sum heilt einfalt verður kallað »lagrið«.
Vanliga koyra teir seks lastbilarnir átta túrar hvør við gróti eftir hvørja salvu. Og oftast lukkast tað teimum at halda seg innan fyri tveir tímar.
Eftir tað koyra bilarnir grótið frá »lagrinum« til Kollafjarðar, har stórar útbyggingar fara fram á keiøkinum. Nakrar tímar seinni er aftur klárt at spreingja í tunnlinum. Teir, ið standa fyri spreingiarbeiðinum, ringja til Ruth, sum syrgir fyri at manna lastbilarnar, ið so koyra inn í tunnilin fyri at tøma grótið út. Sum oftast er Ruth førari á einum av bilunum.
Alt samdøgrið
Hendan dagin vit eru við, byrjaði arbeiðsdagurin hjá Ruth klokkan hálvgum sjey, tá fyrsta salvan á degnum bleiv sprongd. Nú klokkan er tvey, er onnur salva júst latin av, og ein verður latin av aftur seinni um kvøldið.
? Eg vænti at min arbeiðsdagur fer at enda um tólv tíðina í kvøld, sigur Ruth.
Í tunnlinum verður arbeitt alt samdøgrið, og oftast verða tríggjar salvur sprongdar fyri hvørjar 24 tímar. Áðrenn hvørja einastu salvu fær Ruth boð um telefonina. Hetta kann vera allar tíðir á samdøgrinum. Síðan syrgir hon fyri at ringja, og ofta vakja, hinar bilførararnar.
? Hasin, sum situr í bilinum beint har, er púra ómøguligur at fáa upp um náttina. Man má ringja til hann fleiri ferðir fyri at vera sikkur uppá at hann nú er ordiliga vaknaður, sigur Ruth og peikar á førararan í bilinum, sum júst er í ferð við at venda, áðrenn hann bakkar aftur til gravkúnna.
Nærum allir lastbilførararnir, ið koyra grót í tunnlinum, eru ungir dreingir. Hinar báðar eru ungar gentur.
Arbeiðið er júst byrjað aftur í tunnlinum, eftir at feria hevur verið í tríggjar vikur. Hesar tríggjar vikurnar koyrdi Ruth lastbil aðrastaðni í landinum.
Ruth tók koyrikort til lastbil fyri trimum árum síðan, og síðan tá hevur hon koyrt í størri og minni mun fyri fyritøkuna I. R. Lastvognar, sum pápi hennara eigur. Áðrenn tað tók hon handilsskúlaprógv, og í løtuni tekur hon Hægri Handilsskúla um kvøldið. Hendan útbúgvingin liggur tó í bíðistøðu nú hon arbeiðir í tunnlinum.
? Eg hevði ikki væntað at arbeiðið fór at vera so strævið. Hevði eg vitað tað, so hevði eg ikki átikið mær tað.
Gevst ikki
Nú er tað bilurin hjá Ruth, sum skal fyllast við gróti. Tað gongur lætt at venda bilinum, tí tunnilin er rættiiga rúmligur. Tað tekur bara nøkur sekund hjá gravkúnni at fylla bilin, og so verður bilurin settur í gear.
Túrurin út úr tunnlinum gongur eins skjótt og túrurin inn, hóast bilurin nú er tungur av gróti. Dynamittokuni møta vit aftur, hesaferð nærri tunnilsmunnanum, og brátt eru vit úti aftur í regninum og vindinum og fara koyrandi yvir ímóti »lagrinum«
Arbeiðið at spreingja undirsjóvartunnil undir Vestamannasund byrjaði í oktober í fjør. Ætlandi skulu tunnlarnir Vágoyarmegin og Streymoyarmegin møtast í desember í ár. Og hóast Ruth so smátt er byrjað at troyttast eftir at hava koyrt hundraðtals túrar í tunnlinum, so ætlar hon at halda fram til síðsta lastin av burtursprongdum gróti er koyrd út úr tunnlinum.
? Nú gevist eg ikki. Eg haldi fram til arbeiðið er liðugt, sigur Ruth Rasmussen.
Beint sum lastin verður tømd omaná endaleysu grótrúgvuna, kemur ein maður frá NCC stórleypandi yvir ímóti okkum.
? Hatta er ein, sum syrgir fyri trygdini, sigur Ruth, og eg veit longu hvat er galið.
Eftir at hava biðið norska tunnilsarbeiðaran pent orsaka fyri at eg gloymdi at boða frá, áðrenn eg fór biltúr við Ruth, sigi eg farvæl og takk við bilførararan.
? Vit mugu altíð vita hvussu nógv fólk eru inni í tunnlinum, um nú ein vanlukka hendir. Tað er ikki vandaleyst har inni, minnir normaðurin meg á, meðan bilurin hjá Ruth aftur hvørvur inn í myrkrið.










