Bilsin av verkføllunum

Verkføllini hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag komu óvart á formannin í Føroya Lærarafelag, Herálv Jacobsen. Tað skrivar hann í oddagreinini í nýggjastu útgávuni av  Skúlablaðnum, ið júst er útkomin.


- Tað er mannahugsan, at nøkur fakfeløg hava hildið, at teirra limir lógu ov lágt lønarliga samanborið við onnur yrki við líknandi útbúgvingum.Men satt at siga, so kom tað eitt sindur óvart á, at ikki minni enn tvey fakfeløg um ársskiftið fóru í verkfall, umframt at annað felagið varð verkbannað orsakað av kravinum um lønarlyft. Nú var jú sokallaða lønarnevndin sett, tó at hon ikki av álvara er farin til verka enn; helst hava fleiri hildið, at hetta fór at kyrra partarnar og seta krøvini á steðg. Men so var ikki, skrivar formaðurin í oddagreinini.


Formaðurin greiðir frá, at eisini nevndin í Føroya Lærarafelag var misnøgd við leistin, ið Fíggjarmálaráðið legði, tá fyrsta semjan á almenna arbeiðsmarknaðinum varð gjørd við Starvsmannafelagið í heyst og at samráðingar stóðu í botni áðrenn verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag. Undir verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag vóru ongar samráðingarnar millum Fíggjarmálaráðið og Lærarafelagið, men tá tær blivu tiknar upp aftur eftir verkfallið, var vorðið nærri millum partarnar.


- Tá samráðingarnar vóru tiknar uppaftur í januar 2018, dragnaði millum partarnar, og at enda góðtók Fíggarmálaráðið eina lønarhækkan, sum var 2,3% frá 1. okober 2017 og 2,5% frá 1. oktober 2018. Semjan var undirskrivað 25. januar. Lønarliga er hetta besta semjan hjá felagnum síðan í 2008, skrivar formaðurin.


At enda í oddagreinin metir formaðurin, at nú tað eydnaðist Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag at hækka um teirra endaløn, so fer tað at merkjast í framtíðar samráðingum við Lærarafelagið.


- Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fór í verkfall undir herrópinum, “Rættið skeivleikan”, og Føroya Pedagogfelag fór í verkfall undir herrópinum, “Líka útbúgving, líka løn”. Tað eydnaðist báðum feløgunum, serliga sjúkrarøktarfrøðingunum, at hækka endalønina munandi. Og stríðið hevur í stóran mun sett sjóneykuna á endalønina, skrivar Herálvur Jacobsen og leggur afturat.


- Tað er lítil ivi um, at lærarar fara at sammeta seg við aðrar fakbólkar lønarliga, og at lønarkrøvini fara at økjast. Men eins týdningarmiklar og lønin eru arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, og her er langt á mál. Allar sømdir verða ikki vunnar í einum samráðingum, og tí mugu Lærarafelagið og limir felagsins brynja seg til framtíðina.