Bilstuldur endaði við samanstoyti


Leygarnáttina klokkan fimm fekk løgreglan fráboðan um, at ein persónbilur hevði rent á uppi á Hvístanes vegnum við Mannbrekku í Havn.
Tað vísti seg, at bilurin var stolin, tí løtu seinni kom eigarin av bilinum og meldaði bilin stolnan. Hann hevði staðið parkeraður á Skálatrøð. Lyklilin stóð í, og tí var lag á manni at fara avstað við bilinum. Tjóvurin kom tó ikki langa leið, tí førarin hevði trupulleikar við at halda bilin á vegnum.
Tjóvurin er sloppin til rýmingar, áðrenn løgreglan kom á staðið, og hon hevur onga ábending um, hvør viðkomandi er.