Leygardagurin 7. Juli 2012 verður ikki ein vanligur leygardagur. Í øllum førum ikki fyri tey bæði Finnur V. Carlsen og Katrinu Miðhamar, tí henda dagin skulu tey giftast.
- Tað besta verður tann løtan, tá vit standa framman fyri altarinum og siga ja til hvønn annan, siga 24 ára gamli Finnur og 21 ára gamla Katrina, sum gleða seg til at kunna kalla seg maður og kona.
- Nú kunnu vit veruliga leggja eina felags framtíð til rættis, tí sum gift vita vit, at tað skulu vera vit bæði restina av lívinum, sigur Katrina.
Helt beiggjan vera sjeikin
Tað byrjaði alt í februar í fjør. Katrina og Finnur plaga bæði at ganga á møti í Lívdini í Hoyvík, og tað var eisini her, tey hittust fyrstu ferð.
- Eg hevði lagt merki til Katrinu, tí eg helt, hon sá fitt út. Eg hugsaði tó ikki so nógv meir, tí hon fylgdist við einum drongi, og eg ivaðist ikki í, at tað var sjeikurin hjá henni, tí tey sóu út til at kennast væl og høvdu tað stuttligt saman, minnist Finnur. Tað, sum Finnur ikki visti, var, at drongurin, sum Katrina fylgdist við, var beiggi hennara, og í roynd og veru hevði hon fleiri ferðir hugt eftir Finni.
- Eg hevði hugt eftir Finni í eina tíð. Eg minnist væl, at hann leiddi eitt møti í Lívdini, og eg helt hann vera so sjarmerandi, duga væl, og so sá hann út til at vera ein ordiligur maður, sigur Katrina, sum eisini spurdi seg fyri hjá vinfólkunum.
- Hann var so mikið áhugaverdur, at eg var noydd at vita meira um henda drongin. Eg royndi so at spyrja meg fyri hjá ymiskum vinfólkum, soleiðis at eg kundi fáa eina fatan av, hvør og hvussu hann var, greiðir Katrina frá.
Nakrar vikur seinni vóru tey av tilvild í sama húsi, tá tey saman við felags vinfólkum spældu eitt spæl.
- Vit vóru fleiri, sum fylgdust hetta eina kvøldið, men tað endaði við at vit vóru fýra, sum fóru at spæla Sequence, har tú spælir saman við einum partnara og dystast ímóti øðrum. Av tilvild vóru vit í parti, sigur Katrina, sum seinni hetta kvøldið fekk Finnur at koyra seg heim til húsa.
- Vit koyrdu ein biltúr, áðrenn eg koyrdi hana heim. Tá vit stóðu uttan fyri húsini, har Katrina býr, minnist eg væl, at hon bleiv við at práta. Vit søgdu góða nátt fleiri ferðir, men hon bleiv við at finna upp á okkurt nýtt at práta um, sigur Finnur, og tey bæði flenna eftir stuttligu hendingini.
Teldan avdúkaði brúdleyp
Tann fyrsti biltúrurin bleiv til fleiri, og eftir stutta tíð blivu Finnur og Katrina par.
- Vit høvdu tað gott og stuttligt saman, og tí vildu vit royna okkum sum par, sigur Katrina. Tað gekk ikki leingi, áðrenn tey byrjaðu at hugsa um hjúnaband.
- Vit vilja fegin vísa, at vit eru góð við hvønn annan og prógva okkara kærleika fyri familju og vinum, sigur Finnur, sum í oktober í fjør fór á knæ. Finnur vildi fegin gera okkurt serligt burturúr, tá hann skuldi biðja Katrinu gifta seg við sær, og tí leitaði hann eftir íblástri á internetinum, soleiðis at løtan kundi gerast minnilig.
- Eg googlaði “how to propose” og fekk ymisk góð og annarleiðis hugskot. Tað, sum eg gloymdi, var at so at siga burturbeina øll míni spor og sløkkja telduna, tá eg var liðugur, og tí var eg sannførdur um, at Katrina fór at síggja alt á telduni, greiðir Finnur frá. Løtan hann fór á knæ, bleiv tó eitt sindur øðrvísi, enn hann hevði ætlað. Eitt kvøldi sita hann og Katrina heima hjá Katrinu og hyggja í sjónvarp.
- Vit sótu í sofuni, tá eg knappliga fekk eina kenslu av, at nú skuldi tað vera. So eg fór niður á knæ og spurdi Katrinu, um hon vildi giftast við mær, sigur Finnur. Katrina, sum als onga hóming hevði av, at Finnur skuldi fara á knæ, var ikki sein at svara ja.
- Eg bleiv ótrúliga kløkk, tí hóast vit leingi høvdu tosað um at giftast, so visti eg ikki, at hann hevði ætlanir um at fara á knæ júst hetta kvøldið, sigur Katrina og heldur fram:
- Tað fyrsta eg segði var nokk “meinar tú tað?”, og so byrjaði eg at gráta av gleði. Og sjálvandi segði eg ja, fortelur Katrina og smílist.
Fyrireikingarnar eru drúgvar
Katrina og Finnur fóru alt fyri eitt í gongd við at fyrireika brúdleypið. Týdningarmiklast var at finna ein dato til stóra dagin.
- Vit hava tosað aftur og fram í langa tíð um nær, vit skulu giftast. Vit halda, tað er stuttligt at giftast á einum dato, sum mann minnist, so dagarnir 10.11.2012 og 12.12.2012 vóru eisini uppi at venda, áðrenn avgerðin fall á 07.07.2012, sigur Finnur. Ein partur av fyrireikingunum er eisini at finna sær klæðir til henda stóra dagin, og Katrina hevur fyri langari tíð síðani funnið rætta brúðarkjólan.
- Tær flestu genturnar vita longu áðrenn tær eru vaksnar, hvussu tær vilja síggja út á brúdleypsdegnum, so eg havi altíð havt eina hóming av, hvussu kjóli, hár og make- up skal vera, sigur Katrina. Júst hvussu kjólin sær út, vil hon ikki avdúka, tí tað skal vera loyniligt fram til leygardagin, men hon hevur funnið ein kjóla, sum henni dámar sera væl og hevur eisini longu nú verið hjá frisør og roynt hársniðið, hon skal hava leygardagin. Eisini Finnur ætlar sær at síggja gott út á tí stóra degnum.
- Sjálvandi vil eg vera so flottur sum gjørligt, so eg havi hugsað um, hvussu klædningurin skal síggja út. Klædningurin er funnin, og eg eri væl nøgdur, sigur Finnur.
Tey hava avgjørt, at vígslan skal fara fram í Vesturkirkjuni, og seinni um dagin hava tey boðið eini hundrað fólkum til døgurða á Hotel Hafnia.
- Ofta er tað soleiðis, at brúðurin tekur sær av tí mesta, men fyri meg hevur tað verið umráðandi, at vit eisini kunnu vera felags um nakrar av fyrireikingunum til brúdleypi. Tí hava vit bæði tvey eitt nú sitið og skrivað innbjóðingar til gestirnar, sigur Katrina.
Skulu nú búgva saman
Hóast Finnur og Katrina hava verið par í eina tíð og nú skulu giftast, hava tey ikki roynt at búð saman áður. Eftir brúdleypi flyta tey saman í íbúð.
- Orsøkin til, at vit ikki hava búð saman áður, er, at vit bæði eru av tí áskoðan, at alt skal ikki deilast við øllum. At búgva saman er nakað serligt, og tí hava vit valt at bíða við tí til vit eru gift, sigur Finnur. Tey eru als ikki bangin fyri, at tey ikki kennast nóg væl, av tí at tey ikki hava búð saman.
- Vit tosa nógv saman og føla, at vit kennast væl. Eg haldi ikki, at øll pør kennast hundrað prosent, bara tí tey búgva saman. Tað er meira nakað, sum kemur við tíðini, sigur Katrina, sum væntar at tað verður lættari at leggja gerandisdagin til rættis, tá tey eru gift og búgva saman.
- Alt verður lættari, tá vit hava okkara egna heim, og vit sleppa undan at ringja til hvønn annan í tíð og ótíð. Og so gleði eg meg eisini til, at vit kunnu bjóða vinfólkum og familju inn í okkara heim ístaðin fyri títt ella mítt, sigur Katrina og leggur afturat:
- Tað besta er nokk, at vit við hjúnabandinum vita, at tað skulu vera vit bæði restina av lívinum, sigur Katrina, og Finnur er samdur.
- Mær dámar væl tankan um, at parlagið við hjúnabandinum veruliga blívur seriøst og vit eru tryggjað eina felags framtíð, sigur Finnur.
Nakrar dagar eftir brúdleypi gongur leiðin til Skúvoyar.
- Har skulu vit bara slappa av og njóta tíðina sum nýgift, og tað gleða vit okkum til, sigur Finnur.









