møguliga loysing er sannlíkt, at føroyskur ungdómur ikki longur fær pening frá SU, ið er stuðulin, veittur verður øllum lesandi í Danmark. Tó órógvar hetta ikki Høgna Hoydal tað minsta. Hann er sannførdur um [...] Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, ikki, at nøkur av hesum leiðunum er verd at fylgja. Eftir hansara tykki er kapittulin, ið viðgerð hesar fýra leiðir, eitt gott grundarlag fyri at skapa gott [...] og samgonguna, ið er fyri fullveldisætlanunum. Tær fýra leiðirnat kunnu sambært Høgna Hoydal geva mótstøðufólkum móti fullveldisætlanunum íblástur til kjak, men eftir hansara tykki er einasta gongda leiðin
sýna fram og annað. Fyrsta café-kvøldið, ið er í kvøld kl. 20.00, eitur "Upplestur í Moll". Heitið stavar frá fyrsta tiltakinum á skránni í kvøld. Tað er Petur Jensen, yrkjari, sum vit kenna sum virknan [...] Johannesen, listamanni, vera eisini at síggja. Øssur er eisini kendur sum sermerktur og sera dugnaligur bass-tónleikari. Endamálið við café-kvøldunum er at savna pening inn, so Gríma kann keypa útgerð til [...] Sjónleikarhúsið. Kostnaðurin fyri alt kvøldið er 80 krónur og tá eru kaffi og køkur íroknað. Hava fólk hug at gjalda meiri, eru tey vælkomin. Ein háttur er at tekna seg sum Grímu-Stuðul, har peningurin
Fríggjadagin verður stórtíðin hjá føroyskum hondbólti at síggja á framsýning. Tað er hondbóltsfelagið Kyndil, sum hevur tikið stig til hesa framsýning, sum verður á Torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin [...] luttóku í altjóða kapping, og fingu fleiri frálík úrslit. í 1980 var ein av størstu ítróttarhendingunum her heima á landi nakrantíð, tá Føroyar vóru vertir fyri C-HM. Hetta sama ár gjørdist Hondbóltssambandið
skulu spæla í Gundadali leygardagin. Mest kendi spælarin er sjálvandi Mart Poom, sum er málverji hjá Derby í bestu deildini í Onglandi. Tað er merkisvert, at íslendski venjarin hjá Estlandi, Teitur Þordarson [...] sum Føroyar síðani 1990 hava tikið lut í. Ætlanin er, at landsliðið skal venja tvær ferðir í dag og tvær ferðir í morgin. Seinnapartin leygardagin er dysturin móti Estlandi á skránni, sunnudagin fer fyri [...] sunnudagin, sigur Jákup Mikkelsen, sum harvið er sloppin av við snuddin frá ólavsøkuni, og so mugu vit bara vóna, at tað fer at hilnast betri hjá honum hesa ferð. Jákup er annars einasti landsliðsmaðurin, sum hevur
Hvíti September er dagurin, tá Hvítabók varð løgd fram, nevniliga 1. september. So kunnu fólk sjálvi gera av, hvat tey leggja í henda dagin.Ein skuldi trúð, at tað var nóg mikið at fáa ein so stóran bita [...] LS eru stórmál so tað forslær, og hetta eru mál, sum uttan iva fara at merkja orðaskiftið og lívið her sum heild í komandi tíð. Vit kunnu av røttum siga, at heystið og veturin, ið standa fyri durum, verða [...] brúkar positiv orð um fullveldi, so hevur hann kortini ongantíð sagt, hvussu langt og hvussu skjótt. Tað er heldur eingin loyna, at nógvir fólkafloksveljarar og politikarar eru als ikki so heitir fyri fullveldinum
nevndur, men nú er greitt, at nýggi stóri Peugeotbilurin eitur Peugout 607. Alment verður bilurin sýndur fram á stóru bilaframsýningini, sum fyrsta dagin letur upp í Frankfurt - men her verður hann valla
hesum pástandinum var einki hald í, tí her kann koyrast ovurhonds skjótt, og tað verður tað eisini ofta gjørt, men nú er tað bara meira vandamikið, av tí at vegurin er so trongur, og hallini í bogunum ganga [...] væntað kom nýggja strekkið á Hvítanesvegnum at roynast vandaleið. Á vegnum er ikki pláss fyri súkklum og bilum samstundis og er hetta, sum vera man, sera vandamikið fyri tann súkklandi. Í viðtalu við D [...] Eg vil eisini meta, at skeivu hallini í bogunum eiga stóran lut í teimum skaðunum hendir eru, so her hevur landsverkfrøðingurin lagt ein fótongul fyri ferðsluna. Súkklararnir illa fyri Aftur til súkklurnar
tær, lítli mannaheimur Føroyar«. Hvat eru hetta fyri fólk, ið fyri landi ráða? Ongin er skrivaður inn í søguna, og her tali eg um søguna, sum í hjørtum fólksins býr, fyri at hava sprongt eitt hol í jørðina [...] hoyri menn tala, skammist eg. Líkasælir og hástórir eru teir. Jú, her skal einki vanta. Flogvallir, leikvallir og oljuhavnir. Tí ein er ongantíð nokk, nei, vit skulu hava fleiri flogvallir, fleiri landsstadion [...] Vit látast at vera vælbjargin. Men hetta er ein glastrimynd. Eg sigi: at tað land, ið ikki vil geva sínum gomlu fólkum ein tryggan, mettan og reinan aldurdóm, er fátækt. Eg sigi: at eitt land sum vil hava
tann størsta útreiðslan hjá flestu hondbóltsfeløgum í Føroyum er hallarleiga. Her eru vestmenningar tó hepnari enn tey flestu, tí teirra leiga er ikki so høg sum so nógva aðrastaðnis. Formaðurin í VÍF ivast [...] (VESTMANNA) Er tað nakað, sum vestmenningar standa saman um, so er tað hondbóltsfelagið og kappróðurin í bygdini. Hvørja ferð at ítróttarfelagið skipar fyri onkrum tiltaki, so eru vestmenningar beinan [...] klárir til at veita eina hjálpandi hond, og er talan um eitt nú eydnuspæl, so stendur ikki á at fáa vinningar. Alt bygdarfólkið stendur saman um felagið, og tað er tað, sum ger tað møguligt hjá okkum at fara
skotið. Hetta sigur tó ikki so nógv, men teir vita tó, at hondbólturin í Finlandi ikki er eins frammalaga, sum hann er í flestu av hinum norðurlendsku londunum, so sum Svøríki, Danmark, Noreg og Íslandi. [...] útlendskur leikari er á liðnum hjá Turku. Tá ið man spælir Europa Cup, møtir man sum oftast liðum, sum man lítið og einki veit um áður, og hetta kann vera ein trupulleiki hjá føroysku liðunum, tí her í Føroyum [...] sigur Ingi Olsen. Dystarvenjingin er ikki optimal Tað hevði nógv at siga fyri VÍF, at teir fingu spælt nakrar dystir á venjingarleguni í Íslandi, tí rættuliga trupult er at fáa neyðugu dystarvenjingini í