Í kvøld fer sjónleikarbólkurin Gríma undir eina røð av café-kvøldum á Gamla Meiarínum í Havn. Fýra fylgjandi hóskvøld fara ymisk skapandi fólk at lesa upp, syngja og spæla, sýna fram og annað.
Fyrsta café-kvøldið, ið er í kvøld kl. 20.00, eitur "Upplestur í Moll". Heitið stavar frá fyrsta tiltakinum á skránni í kvøld. Tað er Petur Jensen, yrkjari, sum vit kenna sum virknan tónleikara í bólkinum Visible Fish og Click Haze. Saman við tónleikaranum Boga á Lakjuni fer hann at framføra egnar yrkingar.
Næst á skránni vera Lena Andersen og Niclas Johannesen, ið fara at framføra nakað av tónleiki teirra. Hesi bæði kenna vit sum tveir lovandi tónleikarar, ið eru í ferð við at gera seg galdandi uttanlands.
Oddfríður M. Rasmussen, skald, fer at lesa yrkingar upp. Okkurt gamalt og okkurt spildurnýtt. Oddfríður var ímillum tey fáu útvaldu, sum sluppu inn á danska rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur higartil givið út trý yrkingasøvn.
Tey fýra café-kvøldini fara ymisk listafólk at sýna fram myndir og málningar í forhøllini á Meiarínum. Fyrsta kvøldið verða myndir hjá unga listamanninum Jens L. Thomsen av Strondum at síggja. Myndir hjá Øssuri Johannesen, listamanni, vera eisini at síggja. Øssur er eisini kendur sum sermerktur og sera dugnaligur bass-tónleikari.
Endamálið við café-kvøldunum er at savna pening inn, so Gríma kann keypa útgerð til nýggja leikhúsið á Meiarínum. Hóast hølini vórðu tikin í nýtslu í fjør vár, eru tey so at siga tóm enn. Øll útgerð, sum skal til í einum leikhúsi, stólar til áskoðararnar, podiir, projektørar, teppir, ljóðannlegg og so framvegis vantar. Tað serliga við hesum tiltaki er, at øll um skipa fyri og luttaka hesi kvøldini - listafólkini, tey sum gera kaffi, heingja ljós upp og gera annað praktiskt arbeiði, gera hetta ókeypis fyri at stuðla Grímu. Eisini fyritøkur og onnur stuðla tiltakinum. Her kunnu nevnast Føroya Keypsamtøka, P/F Frants Restorff, P/F Poul Michelsen, Hjalmar Jacobsen Bókhandil, Sosialurin, Konditaríið, MÁF, Margarinfabrikkin, Føroya Læraraskúli og Sjónleikarhúsið.
Kostnaðurin fyri alt kvøldið er 80 krónur og tá eru kaffi og køkur íroknað. Hava fólk hug at gjalda meiri, eru tey vælkomin. Ein háttur er at tekna seg sum Grímu-Stuðul, har peningurin verður settur inn á stuðulskonto í Føroya Sparikassa.
Atgongumerki til café-kvøldini fáast í Kunningarstovuni og annars við dyrnar.