Stórtíðin hjá hondbóltinum á framsýning

Hondbóltur: Forkunnugar myndir og annað tilfar frá gyltu døgunum hjá hondbóltinum verða sýnd fram í Havn í vikuskiftinum

Fríggjadagin verður stórtíðin hjá føroyskum hondbólti at síggja á framsýning.

Tað er hondbóltsfelagið Kyndil, sum hevur tikið stig til hesa framsýning, sum verður á Torginum í SMS fríggjadagin og leygardagin.

Seinast í 70?unum og fyrst í 80?unum stóð hondbóltsspælið í blóma, og tá vóru tað teir, sum tveita við bóltum, sum luttóku í altjóða kapping, og fingu fleiri frálík úrslit.

í 1980 var ein av størstu ítróttarhendingunum her heima á landi nakrantíð, tá Føroyar vóru vertir fyri C-HM. Hetta sama ár gjørdist Hondbóltssambandið sersamband undir Ítróttarsambandi Føroya.

Hetta var ein spennandi tíð hjá hondbóltinum, og síðani tá hevur gongdin ikki verið júst tann sama. Í dag hevur hondbólturin einki veruligt samanhangandi landsliðsarbeiðið, og altjóða luttøkuni standa feløgini fyri.

Framsýningin í SMS fer at snúgva sum um søguna hjá Hondbóltssambandinum, sum verður 20 ár næsta ár, og serliga verður dentur lagdur á at sýna fram tilfar frá stórtíðini síðst í 70?unum og fyrst í 80?unum.

Fyrireikararnir hava savnað nógvar forkunnugar myndir frá tí tíðini, og teir hava eisini dúgliga leita í gomlum søvnum fyri at finna ymiskt, sum kann lýsa søguna hjá føroyska hondbóltinum.

? Vit vóna, at myndirnar frá C-HM fara at eggja ungum spælarum at spæla hondbólt og at eggja teimum, sum skipa fyri, at hugsa um at fáa eitt A-landslið i hondbólti aftur, sigur Ellindur Egilstrøð, formaður í Kyndli.

Samstundis sum framsýningin verður í SMS, fer Kyndil eisini at hava marknaðardagar við Gundadalshøllina í Havn. Hetta verður leygardagin millum klokkan 11 og 17, og tá verður millum ponyríðing, hoppiborg, loppumarknaður og kaffisøla á skránni

Hesi tiltøk eru til frama fyri ungdómsarbeiðnum í felagnum.