»Vit hava spælarar sum tora«

Hondbóltur: Tað hevur styrkt munandi um liðið hjá VÍF, at Ingi Olsen er komin við aftur, eftir at hava leikt hondbólt í Danmark seinasta árið. Ingi hevur nógvar royndir, sum kunnu koma væl við í dystunum um vikuskifti

(VESTMANNA) Hann leikti sín fyrsta Europa Cup dyst fyri vestmenningar fyri heilum tólv árum síðani. Tað var í 1987 í Vestmanna, tá ið mótstøðuliðið vóru týsku meistararnir úr Tussem Essen.

Hondbóltsúrmælingurin Ingi Olsen er kanska besti hondbóltsleikari, ið vit eiga í Føroyum, og saman við beiggjanum,Áka, venjaranum Daniel Rapa og Sámal Joensen gera teir VÍF til eitt lið, sum hevur eina sera stóra breidd av góðum langskjúttum.


Heldur avbjóðing enn upplivilsi

Ingi Olsen er ikki sørt spentur upp á dystirnar ímóti finska liðnum. Teir vita ógvuliga lítið um Dennis Turku, og tað einasta, sum teir hava funnið fram um liðið, eru nøkur hagtøl við yvirlit yvir spælararnar, hvussu nógvar dystir teir hava leikt, og hvussu nógv mál teir hava skotið. Hetta sigur tó ikki so nógv, men teir vita tó, at hondbólturin í Finlandi ikki er eins frammalaga, sum hann er í flestu av hinum norðurlendsku londunum, so sum Svøríki, Danmark, Noreg og Íslandi. Eftir teimum avmarkaðu upplýsingum, sum vestmenningar hava funnið fram til, sær tað heldur ikki út til, at nakar útlendskur leikari er á liðnum hjá Turku.

Tá ið man spælir Europa Cup, møtir man sum oftast liðum, sum man lítið og einki veit um áður, og hetta kann vera ein trupulleiki hjá føroysku liðunum, tí her í Føroyum kenna øll liðini so væl hvønn annan, at tú fært onga venjing í at spæla ímóti ókendum liðum, sum gera nakað óvæntað. Av somu orsøk var tað av stórum týdningi, at vit vóru á venjingarlegu í Íslandi, har vit sluppu at royna okkum ímóti liðum, sum vit einki kendu til frammanundan, sigur Ingi Olsen.

At vestmenningar hava verið hepnari í sínum lutakasti enn strandingar, dylur Ingi ikki fyri, og hann sigur eisini, at tað er stuttligari at fara við í Europa Cup og so fáa eina ítróttarliga avbjóðing heldur enn eina uppliving, har tú veitst, at tú fert at tapa stórt.

Longu tíðliga í juli mánaða fóru vestmenningar undir at venja fram ímóti Europa Cup dystunum, men Ingi Olsen sigur, at teir flestu av leikarunum hava verið í gongd við annan ítrótt alt summarið, so sum kappróður. Hesir vandu tískil ikki so nógv við fyrstu vikurnar, tí tá var talan fyri tað mesta um konditiónsvenjing, og tað høvdu rógvarnir ikki tørv á tá, tí teir vóru í fullari venjing, sigur Ingi Olsen.


Dystarvenjingin er ikki optimal

Tað hevði nógv at siga fyri VÍF, at teir fingu spælt nakrar dystir á venjingarleguni í Íslandi, tí rættuliga trupult er at fáa neyðugu dystarvenjingini í Føroyum í løtuni. Tey flestu feløgini eru ikki av álvara farin undir venjingina, og tí hevur mótstøðan ikki altíð verið so stinn, ið vit hava fingið í teimum heimligu venjingardystunum, sigur Ingi.

Um manningina hjá VÍF í dag heldur Ingi Olsen, at hon er so mikið væl fyri, sum hann yvirhøvur minnist hana á nøkrum VÍF-liði, ið hann hevur leikt á. Hann heldur, at miðalhæddin á leikarunum, serliga skjúttunum, er so høg, sum hon ikki hevur verið áður, og hetta kann hava stóran týdning í altjóða dystum, sigur Ingi Olsen. Somuleiðis hava at kalla allir leikararnir á liðnum hjá vestmenningum í dag altjóða royndir, og hesar koma uttan iva væl við, heldur Ingi. Tað liðið, ið leikti ímóti rumensku meistarunum fyri tveimum árum síðani, er at nærum tað sama, sum vit hava í dag, og hesi bæði árini hava uttan iva styrkt liðið.

Somuleiðis er Ingi av teirri fatan, at vestmenningar, í mun til eitt nú strandingar, ikki hava so stóra virðing fyri mótstøðuliðnum, og tískil fara vit helst ikki at vera so nógv merktir av nervum, sum strandingar vóru tað í tí fyrra dystinum serliga, sigur Ingi og leggur aftrat, at tað sást týðuliga í seinna dystinum hjá StÍF, at teir leiktu betur, tá ið teir ikki vóru merktir av nervum.

Ingi vónar sjálvsagt, at drúgvu royndirnar hjá honum, og eisini Hjalmar Klein Olsen og Sjúrða Holm, fara at koma væl við í dystunum um vikuskifti, tí teir hava allir leikt á besta liðnum hjá VÍF í meiri enn tólv ár.

Til dagligt starvast Ingi í Føroya Banka í Vestmanna, og har koma sjálvsagt nógv fólk inn á gólvið, og tað eru tey fæstu, sum ikki hava hondbóltin á máli við Inga, men hetta er ikki annað enn væntandi í einari slíkari hondbóltsbygd sum Vestmanna.