Turbulent og álvarslig tíð fyri framman

FØROYSKA málið er vorðið tvey orð ella tvey nýggj hugtøk ríkari í hesum døgum. Hesi nýggjyrði eru HVÍTABÓK OG HVÍTI SEPTEMBER. Neyvan er neyðugt við nærri tulking av hesum orðunum - hugtøkunum. Hvítabók innilheldur so alt tað nógva tilfarið, sum fleiri arbeiðsbólkar hava latið landsstýrinum í sambandi við ynski tess at greina út føroysk og føroysk/donsk viðurskifti - nú fullveldi stendur á skránni.

Hvíti September er dagurin, tá Hvítabók varð løgd fram, nevniliga 1. september. So kunnu fólk sjálvi gera av, hvat tey leggja í henda dagin.Ein skuldi trúð, at tað var nóg mikið at fáa ein so stóran bita at svølgja henda dag sum Hvítubók. Men landsstýrið hevur tó gjørt av at seta hol á tvey onnur stórmál henda dag eisini. Annað eru tær hernaðarfrágreiðingar, sum nógv hevur verið at hoyra til í útvarpinum í seinastuni, og so spurningurin um leiðslubygnaðin á Landssjúkrahúsinum.


FRAMTÍÐAR STØÐA FØROYA - hernaðarmálið og leiðslubygnaðurin á LS eru stórmál so tað forslær, og hetta eru mál, sum uttan iva fara at merkja orðaskiftið og lívið her sum heild í komandi tíð. Vit kunnu av røttum siga, at heystið og veturin, ið standa fyri durum, verða ein turbulent tíð. Ein spennandi men sanniliga eiisni ein álvarslig tíð, har tað ræður um at fóta sær og finna tær røttu og bestu loysnirnar fyri ikki bert okkum men ikki minst fyri okkara eftirkomarar.


HVÍTABÓK varð alment løgd fram á kunn-andi fundi á Hotel Hafnia í gjár. Høgni Hoydal, landsstýrismaður tók ímóti bókini og takkaði teimum mongu, sum høvdu verið við til at gera tilfarið í Hvítubók. Síðani varð greitt frá teimum ymsu økjunum og at enda gjørdi løgmaður sínar viðmerkingar til bókina og ætlanir landsstýrisins á økinum. Tey, sum høvdu roknað við at hoyra løgmann úttala seg politiskt um bókina, mugu bíða nakað enn. Tí tað einasta løgmaður vildi siga var, at Hvítabók gjørdi greitt, at einki var til hindurs fyri, at Føroyar fáa fullveldi. Áhugavert verður at hoyra løgmann gera viðmerkingar til, hvussu og hvørja leið vit eiga at ganga, tá avtornar. Tí hóast løgmaður og formaður fólkafloksins brúkar positiv orð um fullveldi, so hevur hann kortini ongantíð sagt, hvussu langt og hvussu skjótt. Tað er heldur eingin loyna, at nógvir fólkafloksveljarar og politikarar eru als ikki so heitir fyri fullveldinum. Tjóðveldisfólk hava lagt javnaðarflokkin undir bæði eitt og annað í hesum máli. Spurningurin er, tá avtornar, um tað ikki verður fólkaflokkurin og fólkafloksveljarar, sum verða veruligi trupulleikin hjá tjóðveldisflokkinum. At tað verður haðani, at fullveldisætlanin fer at fáa tey dyggastu skotini fyri bógvin.


HINVEGIN er tað kanska skilagott, at løgmaður ikki hevur læst so nógv fastan, tí tað skapar møguleikar fyri eini breiðari loysn sjálvstýrismálinum.