fáar fyritøkur, sum hava klárað at byrja uppá nakað heilt nýtt og bara arbeiða við oljuvinnu. Tað besta er at halda fram við tí framleiðslu og tænastu, sum ein hevur og so hava oljuvinnuna sum eitt nýtt bein [...] føroyingar kunnu bjóða seg fram og sum longu hava góðar royndir sum veitarar til fiskivinnuna. -Tit hava verið veitarar til fiskivinnuna leingi, og tað er náttúrligt, at tit eisini vera tað til eina oljuvinnu [...] í Føroyum. Annað er sovorðið sum umboð. Her heldur Tarjei Hemstad tað vera týdningarmikið, at føroyingar sjálvir eru umboð fyri vørur og tænastur, sum koma uttanífrá, og sum oljufeløgini hava brúk fyri
lag. ? Vit kalla okkum kortini føroyingarfelag, tá vit koma saman ella fara út til eitthvørt tiltak. Seinast hava vit verið og sæð filmin ?Barbara?, á eini filmfestival í Portland, eins og vit hava sæð [...] ongantíð aftur.? Vit hildu, at vit mistu Rakul, og pápi vildi ikki lata hana fara. Hann segði, at hon kundi ikki vita, um John hevði fleiri konur, ella hvussu umstøðurnar vóru, har hann búði, tí vit kendu ikki [...] Hawai, har tey fingu fyrsta sonin, sum eitur John og er 34 ára gamal.Trý ár seinni kom Paul, sum í dag er 31 ára gamal. ? Tað torførasta í fyrstuni var hitin á Hawai, sum eg als ikki toldi, harnæst at nógvir
felagið eigur trísiffraða millión upphædd í útlandinum? - Nei, tað gera vit ikki. Allir okkara pengar standa í Føroyum. Men vit eiga ikki so nógvar pengar, sigur Joan Ziskason og leggur dent á, at hon [...] í 1949 fingu egna felag, sum partur av donskum Amtskredsfakfelag, og her var hon formaður í 12 ár, sigur Joan Ziskason. Aftrat heiðursbrævi og steinplátu fær Jona Joensen eisini frítt limagjald frá Sjú [...] vorðnar meira fakfelagstilvitaðar. Og hetta er positivt, sigur formaður felagsins. - Hinvegin so eru vit ikki rokkin á mál enn. Eitt nú er lønin alt ov lág. Hvussu lág? - Tað veldst. Vanliga lønin liggur
hjáputl, eitt ítriv, og ikki verðið virt sum eitt tilfeingi, sum er týðandi í okkara menning, og sum ein spegilsmynd av okkum sjálvum, hvørji vit eru og hví vit eru sum vit eru. Tað vísir seg at vera sera trupult [...] bæði smá lond, og vit hava eina sterka mentan, men tað eru fá fólk at nøra um hana. Samleikin er týdningarmikil at nøra um, og skulu vit sum fólk koma víðari, mugu vit vita, hvørji vit eru og trúgva uppá [...] so mikið langt, at orð eru sett á tað sum krevst og sum fólk ynskja. - Aftur eitt dømi um, at tað eru grasrøturnar, sum rópa og rópa. Vit ynskja ein tjóðpall, sum er eitt yrkisleikhús og samstundis ein
Amnesty, sum altíð hevur verið ómetaliga virkin og hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði, ger eisini í hesum málinum nógv burtur úr. Og í tí sambandinum eru føroysku bløðini eisini eina týðandi uppgávu sum formidlari [...] mannarættindi. Vit leggja fyri í mikudagsblaðnum. HVÍ tá gera so nógv burtur úr einum slíkum máli kundi verið spurt? Vit mugu ikki gloyma, at júst USA er landið, sum so mong av okkum brúka sum fyrimynd fyri [...] amerikanaran út sum vittuggi ella bartrog. Tað er teirri ómenniskjanligu og órættvísu skipan, sum í mongum førum er galdandi í landinum, sum lagt verður eftir og roynt verður at bøta um. Taka vit t.d. tey mest
árunum, sum vit báðir gingu í sama flokki. Eina ferð um vikuna koyrdu vit við bussi til Tvøroyrar, har vit høvdu ymisk skúlafak. Og vit høvdu mangar stuttligar túrar saman í bussinum. Eitt, sum eg minnist [...] stóra skara, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tað er tungt hjá tykkum, sum stóðu Hans Peturi næst, tí tit hava mist so nógv. Ein mann, ein pápa, ein son, ein beiggja og svág. Vit eru nógv [...] koma fram. Hans Petur hevði altíð eitt sera lætt sinnalag, og tað var altíð stuttligt har, sum hann var. Vit báðir komu at kennast, tá ið Hans Petur saman við øðrum børnum úr Sumba kom til Vágs at ganga
teimum politikararunum, sum vit gjørdu avtalu við í Danmark í summar. Harnæst er tað siður at tingformaðurin og løgmaður eru hjástaddir, tá Fólkatingið verður sett. Tað er eisini fyri at sýna fólkatinginum [...] ikki tekur hædd fyri hesum. Hann ætlaði eisini, at uppskotið um fullveldi skuldi fáa 2. viðgerð týsdagin, sama dag sum Fólkatingið verður sett, men tað fingu vit broytt, og uppskotið fekk viðgerð seinasta [...] staðin fyri at taka lut í viðgerðini av fíggjarógaruppskotinum, sum verður í tinginum mikudagin. Í fjør var tað Edmund Joensen, løgmaður, sum ikki var hjástaddur í tinginum, av tí at hann var í Danmark, tá
sjúklingur á Landssjúkrahúsinum, sum at koma á eitt vanlukkustað, har sjúkrasystrarnar eftir førimuni royndu at hjálpa har, sum neyðin var størst. Hvat heldur tú um slíkt viðmæli? Vit royna at fáa fleiri resursir [...] eitt læknaráð er á sjúkrahúsinum, sum hevur fund eina ferð um mánaðin. Harnæst er bygnaðarætlan júst løgd fram, sum Jákup Mørkøre, sjúkrahússtjóri, hevur gjørt, og sum skal samskipa og arbeiðið og fíggingina [...] eru betur í ár, og at peningurin skal eisini brúkast til at styrkja almanna- og heilsuverkið. Vit hava veitt trygd fyri fíggingini á Landssjúkrahúsinum, av tí at vit eru sannførd um, at sparingar bert elva
in. ? Vit sóu fyri nøkrum árum síðani, at VB og Sumba royndu hetta, men tað helt bert í eitt ár, so kom klandur í. Vit trúðu eisini, at samstarvið millum TB og Royn var gott, men í fjør sóu vit, at so [...] Men sum nú er, klárar TB seg ikki uttan styrk uttanífrá. Sum sagt hava vit eitt gott dreingjalið, men tað tekur nøkur ár, áðrenn teir eru klárir til 1. deildarfótbólt, sigur Pól F. Joensen, sum nú altso [...] mínum tykki er fólkið á Tvøroyri ov dovið til, at vit kunnu hava nakað lið í 1. deild, sigur Pól F. Joensen. ? Tá kappingin byrjaði, høvdu vit 20-22 mans, sum allir vóru førir fyri at standa seg á besta liðnum
kostaði eisini nógv, at teir so ofta mistu í uppspælinum. Men hóast hol og veikleikar, so var NSÍ á odda tvær ferðir, og teir høvdu eisini møguleikar at økja um leiðslurnar. Eddie Mikkelsen, sum var miðvallari [...] harvið røkka plássinum í Intertoto Cup, sum teir í nógvar vikur hava havt eyguni vend ímóti. NSÍ rakk ikki europeisku veddingarkappingini, tí teir taptu, samstundis sum gøtumenn vunnu á Tvøroyri, og uttan [...] til at brúka síni góðu fótbóltsevnir. Hjá NSÍ manglaðu fleiri av teimum, sum hava verið við til at borið liðnum til plássið, sum teir vóru á ? serliga meinur var saknurin av Arnfinni Langgaard í miðverjuni