Hans Petur Fríðálvur Joensen

f. 1. mai 1959 - d. 6. september 1998

Skelkandi vóru boðini, at Hans Peter var druknaður í Hirtshals. Tað var tungt at skula ásanna, at ferðaloyvið hjá Hans Peturi ikki rakk longur, hóast hann var í besta aldri. Tankarnir fara aftureftir, og nógv góð minni koma fram. Hans Petur hevði altíð eitt sera lætt sinnalag, og tað var altíð stuttligt har, sum hann var.

Vit báðir komu at kennast, tá ið Hans Petur saman við øðrum børnum úr Sumba kom til Vágs at ganga í skúla í 8. flokki. Og nógv góð minni eru at hugsa afturá frá teimum báðum árunum, sum vit báðir gingu í sama flokki. Eina ferð um vikuna koyrdu vit við bussi til Tvøroyrar, har vit høvdu ymisk skúlafak. Og vit høvdu mangar stuttligar túrar saman í bussinum.

Eitt, sum eg minnist Hans Petur best fyri er, at hann altíð var so álítandi og trúfastur. Hann gloymdi ongantíð vinir sínar aftur, og seinni var tað altíð stuttligt at hitta Hans Petur. Hann var altíð blíður og prátingarsamur. Hans Petur var álitismaður og trúfastur í øllum verki. Eisini var hann væl dámdur millum fólk. At hann var avhildin á arbeiðsplássinum kom týðiliga fram, tá ið Strømnes, sum hann hevði siglt við, síðani hann var 17 ára gamal, førdi hann heim seinastu ferðina, fylgdur av Strømsund.

Hvussu avhildin Hans Petur var, sást best av tí stóra skara, sum fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Tað er tungt hjá tykkum, sum stóðu Hans Peturi næst, tí tit hava mist so nógv. Ein mann, ein pápa, ein son, ein beiggja og svág. Vit eru nógv, sum hugsa um tykkum og hava djúpa samkenslu við tykkum. Má Harrin styrkja tykkum í sorgini.

Ærað verið minnið yvir Hans Petur Fríðálv Joensen.


Jákup Mikkelsen, Vágur