Lagið var gott við L. Debesargøtu 14 hósdagin. Í egnum lokalum
hátíðarhelt Sjúkrasystrafelag Føroya 10 ára stovnignardag.
- Nógv fólk stukku inn á gólvið, og til hátíðarløtuna í
Norðurlandahúsinum vóru 200 fólk, sigur Joan Ziskason, formaður í
Sjúkrasystrafelag Føroya.
Ov lág løn
Skal Joan sjálv gera upp aftan á tíggju ár, so heldur hon at føroyskar sjúkrasystrar eru vorðnar meira fakfelagstilvitaðar. Og hetta er positivt, sigur formaður felagsins.
- Hinvegin so eru vit ikki rokkin á mál enn. Eitt nú er lønin alt ov
lág.
Hvussu lág?
- Tað veldst. Vanliga lønin liggur um 16.000 krónur. Hvat er so ein góð løn
- Eg vil helst ikki inn á tøl. Lønarsamráðingar standa fyri framman, so eg vil onki siga. Men tað er greitt, at eitt nú nógvir deildarleiðarar hava seinastu árini fingið økta ábyrgd ? eitt nú at standa við fíggjarligari ábyrgd ? uttan at hava fingið nakra kompensatión fyri hetta. Og tað kann ikki góðtakast sigur Joan Ziskason.
Er tað satt, at Sjúkrasystrafelagið eigur trísiffraða millión upphædd í útlandinum?
- Nei, tað gera vit ikki. Allir okkara pengar standa í Føroyum. Men vit eiga ikki so nógvar pengar, sigur Joan Ziskason og leggur dent á, at hon ikki vil avdúkað, hvussu nógvar pengar Sjúkrasystrafelagið eigur.
Jona Joensen heiðrað
Á samkomuni í Norðurlandahúsinum hóskvøldið var Jona Joensen heiðrað av
Sjúkrasystrafelag Føroya. Hon fekk heiðursbræv og ein steinplátu við
teksti og búmerki hjá felagnum.
- Steinplátan er meint sum symbol fyri, at Jona hevur verið sannur
slóðbrótari innan okkara fakfelagsarbeiðið. Í 1946 stóð hon fyri arbeiði soleiðis, at føroyskar sjúkrasystrar fingu skipaði lønar- og
arbeiðsviðurskifti. Og hon gjørdist fyrsti formaðurn, tá føroyskar
sjúkrasystrar í 1949 fingu egna felag, sum partur av donskum
Amtskredsfakfelag, og her var hon formaður í 12 ár, sigur Joan Ziskason.
Aftrat heiðursbrævi og steinplátu fær Jona Joensen eisini frítt
limagjald frá Sjúkrasystrafelag Føroya.










