? Eg hevði ongar fyrimyndir um útheimin

Søgan um Rakul Kelets, er søgan um eina blaðunga føroyska gentu, ið giftist við amerikumanni. Hann kom til Føroya fyrst í sekstiárunum at seta radarstøðina á Sodnfelli upp. Hjúnini búgva nú í statinum Oregon, og eiga tveir synir, sum saman við Rakul hava vitjað 85 ára gomlu ommuna í Klaksvík, ið hevði føðingardag herfyri

Tað var ikki altíð so væl dámt, at føroyskar gentur fóru at fjeppast uppi í amerikumonnum, sum í sekstiárunum starvaðust á radarstøðini á Sodnfelli.

Lítið og einki samband var við útheimin tá, og als ikki við USA. Tí visti eingin rættiliga, hvat hesir mjørkadalsmenn, sum teir vóru kallaðir, komu frá ella hvat teir gjørdu her.

Føroyingar sluppu heldur ikki inn á radarstøðina á Sodnfelli, og tað var tí hópin av gitingum um, hvat gekk fyri seg har. Tað gjørdi ikki støðuna hjá teimum, sum komu í samband við amerikumenninar, lættari.

57 ára gamla Rakul Ketels, sum er dóttur Petur Juul og Kallu Samuelsen í Klaksvík, arbeiddi tá á Hotel Føroyum á Kongabrúnni, har maður hennara John Kelets búði.


Ein dramatisk hending í familjuni

Hann var í starvi á telefonverki í Kalifornia, tá hann, saman við øðrum samskiftisfólkum í USA, varð biðin um at fara til Føroya at arbeiða eitt skifti.

? Tað var ein dramatisk hending í okkara familju,tá eg segði foreldrum og systkjum frá, at eg skuldi giftast og flyta við John til USA, greiðir Rakul frá.

? Eg var bert 22 ára gomul, og hevði als onga fyrimynd um, hvussu tað var at fara so langa leið út í heimin. Tað var ikki sum í dag, tá vit hava sjónvarp og Internet o.a. til at taka, og vita eins væl og onnur, hvat hendir úti í heimi, sigur Rakul.

Hon visti als einki, og gjørdi sær ongar tankar um, hvussu tað fór at vera, at búgva so langt burtur.


Klaksvíksstríðið oyðilegði bygdina

? Eg fór sum 15 ára gomul til Leirvíkar at vera arbeiðsgenta, og seinni við Tjaldrinum sum kamargenta, áðrenn eg fór á Hotel Føroyar at arbeiða. Mær dámdi betur í Havn.

? Tað kom av, at Klaksvíkstríðið júst hevði verið. Eftir mínum tykki oyðilegði hetta stríðið so nógv í bygdini. Vit kundu ikki fara út ella í dans, uttan so at tað varð rópt eftir okkum, og tað og sindraði nógvar familjur.

? Tað var m.a. eisini orsøkin til, at eg ongantíð fór aftur til Klaksvíkar, og eisini, at eg einki legði í, um eg fór burtur úr Føroyum, sigur Rakul.


Tey væntaðu ikki at síggja Rakul aftur

? Hvussu var tað móttikið í familjuni, at tú fekk tær mjørkadalsmann?

? Tað var ikki væl dámt, serliga tí vit einki vistu um viðurskiftini, har amerikumenninir komu frá. Hertil kom, at John var 36 ára gamal. Tað gjørdi tað ikki lættari, sigur Rakul, sum nú hevur búð í USA í 35 ár.

USA var so fjarskotið fyri føroyingum tá í tíðini, og foreldur og systkin hildu, at tá Rakul fór avstað, sóu tey hana ongantíð aftur.? Vit hildu, at vit mistu Rakul, og pápi vildi ikki lata hana fara. Hann segði, at hon kundi ikki vita, um John hevði fleiri konur, ella hvussu umstøðurnar vóru, har hann búði, tí vit kendu ikki John, sigur Armgarð, sum er yngsta systir Rakul.

? Vit nýttust kortini ikki at stúra, tí Rakul fekk ómetaliga góðan mann og tveir fittar synir, sigur Armgarð.

Tey heima royndu at fylgja við, hvussu tað gekst dóttrini úti í heimi, og tað vardi tí heldur ikki leingi til familjan hevði góðtikið støðuna, tá tey frættu, at hon hevði góðar umstøður. Tey fylgdu væl við øllum, og serliga pápin var stoltur, tí amerikumenn vóru so frammalaga á øllum økjum.

Soleiðis sum umstøðurnar vóru í sekstiárunum til samskifti, var bert umframt at skriva brøv, bert telefonin til at taka, og tað kostaði ógvuliga nógv at ringja til USA.

Armgarð minnist serliga eini jól miðskeiðis í sekstiárunum, tá øll familjan varð samlað, og tey ringdu til Rakul.


Ringdu á jólum

Foreldrini og systkini, sum eru fimm í tali, skuldu øll tosa við Rakul og familju hennara, og tá minnist Armgarð, at pápin bilsin vendi sær við, tá tey høvdu lagt hornið á og segði, at tey høvdu tosað fyri 500 krónur. Tað vóru øgeliga nógvur peningur tá, og vísir best, hvussu nógv lættari og bíligari tað er at hava samskifti við útheimin í dag, heldur Armgarð.

John og Rakul giftust í 1963, og fóru til Íslands nakrar mánaðir, áðrenn leiðin gekk til Hawai, har tey fingu fyrsta sonin, sum eitur John og er 34 ára gamal.Trý ár seinni kom Paul, sum í dag er 31 ára gamal.

? Tað torførasta í fyrstuni var hitin á Hawai, sum eg als ikki toldi, harnæst at nógvir kakkulakkar og onnur smákykt vóru har. Tað var eg als ikki var von við, og ræddist ógvuliga illa, sigur Rakul Kelets.

Hon longdist illa heimaftur og sigur sjálv, at hon græt seg í svøvn tey fyrstu 25 árini, tá jólini, og aðrar hátíðir vóru.

? Onganstaðni verða t.d. jólini hildin sum í Føroyum, og tá var torførast at verða so langt burtur heimanífrá.


Nógv fólk og

eingin náttúra

Familjan flutti til Los Angeles í 1964, og keyptu sethús har.

? Tað var løgið at koma til stórbýin Los Angeles, tí har var so nógv fólk allastaðni, og eingin náttúra, eftir sum eg dugdi at síggja.

? Í fyrstuni hugdi eg nógv sjónvarp, fyri at læra málið, men annars hevði eg lært enskt í skúlanum, og hevði brúk fyri at tosa enskt, tá eg var við Tjaldinum. Eg skilti alt, men dugdi bert ikki so væl at málbera meg, sigur Rakul.

Tey búðu tó ikki so leingi í Los Angeles, av tí at John Kelets varð fluttur til Onglands at arbeiða

Tað gav Rakul høvi at fara heim til Føroya at vitja, og hon og sonurin vóru verandi eina tíð í Føroyum, meðan maðurin var í Onglandi, og eitt skifti fór til Fraklands at arbeiða.

Haðani fluttu tey til Philipsoyggjarnar, áðrenn tey eitt ár seinni fóru aftur til Los Angeles, har tey búðu í 12 ár.


Mannan fór til USA

tá Rakul skuldi eiga

Tá Rakul skuldi eiga yngra sonin í 1967 fór mamma hennara til Los Angeles tá hon skuldi eiga.

Ferðin gekk um Ísland við Drottningini og víðari við flogfari. Rakul sigur, at hetta var óvanligt tá í tíðini, tí fólk ferðaðust ikki so langa leið.

Heima hildu tey, at tað var ótrúligt, at mamman tordi at fara, men tað gekk væl og hon kom heimaftur, við nógvum og góðum upplivingum, sum hon tosaði um í fleiri ár.

John Kelets er úr Oregon, og har flutti familjan í 1977, og ætla sær at verða búgvandi. Maðurin er nú farin frá vegna aldur, og hjúnini búgva í hugnaligum lítlum býi uttan fyri býin Portland í Oregon.

Rakul og synirnir John og Paul hava verið heima í Føroyum og vitja, í sambandi við at omman fylti 85 ár.

Hóast tað hevur verið stak hugnaligt at vitja familjuna, so stúrir Rakul eitt sindur fyri at fara avstað aftur, tí tað er við árunum vorðið so torført at siga farvæl.

Familjan er stór - eini 100 fólk vóru í føðingardag hjá mammuni, og flest øll vóru familjan.


Heimið og familjan

Rakul gleðir seg kortini at koma heimaftur til sín sjálvs, har hon og maðurin hava eitt hugnaligt heim, og ein stóran urtagarð, sum er ítrivið hjá Rakul.

Hon hevur verið so leingi burtur, og hevur sín gerandisdag og familjuna í Oregon, umframt nógvar vinkonur, og hevur góðtikið, at har skal hon búgva.


Nógvar giftust til USA í sekstiárunum

Tað vóru fleiri føroyskar gentur, sum giftust við amerikumonnum í sekstiárunum, og flestu teirra hava hildið sambandið síðani.

Av teimum vóru nakrar úr í Klaksvík, og onkur býr bert 10 minuttir frá har, sum Rakul og John búgva.

Tær hava ofta tosað um at stovna føroyingarfelag, men enn er ætlanin ikki fingin í lag.

? Vit kalla okkum kortini føroyingarfelag, tá vit koma saman ella fara út til eitthvørt tiltak. Seinast hava vit verið og sæð filmin ?Barbara?, á eini filmfestival í Portland, eins og vit hava sæð listaframsýning, har føroyskir listamenn vóru umboðaðir. Tað er hugaligt, sigur Rakul.


Ikki kriminalitetur neyð og armóð

? Nógv halda, at tað er so nógv neyð og armóð, kriminalitetur og tílíkt ódámligt í USA, men so er als ikki.

? Fólkini í Oregon eru ógvliga blíð og fyrikomandi og samfelagið er væl skipað. Vit hava náttúruna beint uttan fyri vindeygað har vit búgva, og eg hugsi ongantíð um, at eg eri so langt heimanífrá.

? Higartil havi eg roynt at feraðst heim 5. hvørt ár, men maður mín livir ikki so væl, so eg kann ikki verða so leingi burtur hesaferð, sigur Rakul, sum fyri viku síðani var í Havn, tá synirnir fóru avstað aftur.