Í meiri enn 20 ár hava tey stríðst fyri at yvirliva og fyri at sannføra fólk um, at tey eiga at sleppa at virka, og fyri einum lítlum hálvum ári síðani eydnaðist loksins yrkissjónleikinum í Føroyum at fáa tak yvir høvdið. Hvør leikur hesi árini síðani hevur verið ein kampur uttan slit um høli at venja og spæla í, nøkulunda umstøður, men ikki minst smør uppá breyðið hjá leikarunum. Men at yrkissjónleikurin hevur fingið eina nýggja byrjan, er ikki tí, at landsins myndugleikar nú hava sett út í kortið, at vit skulu hava yrkissjónleik í Føroyum. Als ikki, - hóast tónarnir onkusvegna hómast í sjónarringinum. Tað er fyrst og fremst takkað verið hugsjónarfólki í tí professiónella sjónleikarumhvørvinum, grasrótsarbeiði, treiskni og áhaldni, og eini trúgv uppá, at vit eiga fólk, sum duga, og eina list at bera víðari.
- Føroyingar hava eina fatan av, at mentan og list eru ikki nakað, sum kostar pengar, og at tað er nakað, øll kunnu taka lut í. Føroyska mentanin er øgiliga virkin í okkara gerandisdegi, og tí er tað ógvuliga trupult at fáa føroyingar at góðtaka, at vit eiga at fara víðari frá okkara gerandismentan og virða, at nøkur skara framúr og krevja umstøður til tess. Ein og hvør skal kunna taka lut, annars verður tað ikki góðtikið. Mentan hevur tí verið hjáputl, eitt ítriv, og ikki verðið virt sum eitt tilfeingi, sum er týðandi í okkara menning, og sum ein spegilsmynd av okkum sjálvum, hvørji vit eru og hví vit eru sum vit eru. Tað vísir seg at vera sera trupult at koma víðari og koma til eina sannføring um, at mentan og list eru týðandi og ikki bara nakað vit gera fyri at nøkta okkum sjálv, sigur Elsa Jóhanna Høgenni, leiðari í Leikarafelag Føroya.
- Vit hava nú í eitt longri tíðarskeið verið í kreppu. Tað hevur verið negativt at vera føroyingur, tað vit hava hoyrt uttanlands hevur verið negativt og virðingin fyri okkum sjálvum hevur verið lítil. Vit kunnu spyrja, hví tey virðini vit hava ikki eru týdningarmikil, og um okkara ungfólk skulu spegla sær í øllum tí negativa við kreppu og gølum. Somuleiðis henda svart-hvíta myndin vit hava av dønum. Sannleikin er, at verðin er als ikki so svørt-hvít, sum vit gera hana til.
- Jantulógin er enn meiri umfatandi í Føroyum enn í Danmark, man skal ikki koma her og halda man er nakað, - tað hevur kanska nakað at gera við, at vit eru eitt lítið samfelag. Øgiliga ofta er tað soleiðis, at man er ikki nakað serligt, fyrr enn man hevur gjørt seg galdandi uttanlands og vorðin góðtikin har. Vit trúgva ikki uppá, at tað vit sjálv halda er gott fyrr enn onkur annar hevur sagt okkum tað. Har er William Heinesen eitt framúr gott dømi. Tað kemst av, at vit eru ov stuttskygd og duga ikki at síggja tær stóru heildirnar. Hví vit ikki vilja virða, at nøkur skara burturúr, kemst av onkrum, sum liggur djúpt niðri í okkum og sum er partur av okkara mentan, sigur Elsa Jóhanna Høgenni.
Av tí sama er okkara mentan afturlítandi í staðin fyri frameftir lítandi, sum eitt nú í Íslandi. Vit hava størri virðing fyri fornmentanini og tí varðveitandi mentanini enn teirri nýskapandi nútíðarmentanini.
- Ísland valdi, tá ið tað fekk sjálvstýri, av heilum huga at satsa uppá at gerast eitt nýtímans samfelag og harvið satsa uppá nútíðarmentanina og listina. At tað kostar pengar, vóru teir greiðir yvir, og onki Norðurland letur so nógvan stuðul sum teir til mentanina. Vit halda so fast í røturnar, og hugtakið tað kreativa og nýskapandi menniskjað er ikki góðtikið í Føroyum. Kanska er tað, sum er okkara styrki, okkara gerandismentan og sterka samband við okkara røtur og fortíð, samstundis okkara veikleiki. Í øllum førum ger tað, at vit ikki koma víðari og tora at síggja okkum sjálv í tí nútíðarsamfelag vit liva í.
Mótspæl og samspæl
At leiðarin í Leikarafelag Føroya leggur so stóran dent á týdningin, at vit virða og góðtaka yrkismentan sum ein týðandi tátt í okkara tilviti, er ikki fyri at undirmeta áhugamentanina, vit kenna og sum er alment viðtikin. Hinvegin er heldur talan um mótspæl og samspæl, har áhugamentanin er grundarlag og støði undir yrkismentanini, og øvugt, har yrkismentanin er tilfeingisdepilin og fyrimynd hjá áhugamentanini.
- Yrkismentan er at fara víðari og djýpri inn í arbeiðið. Men hon byrjar í áhugamentanini. Ein mentanarpolitikkur tekur fyrilit fyri báðum. Hesi viðurskifti eru heilt greið innan ítróttina, - uttan eitt gott og miðvíst ungdómsarbeiði, ber ikki til at heysta fruktirnar. Í ítróttini eru tey komin so langt, at tey sum skara framúr verða stuðlað fyri at koma víðari.
Ikki minst í yrkissjónleikarumhvørvinum fegnast tey um nýggju tónarnar, sum eru komnir seinastu tíðina og sum siga, at vit skulu seta ein greiðan mentanarpolitikk út í kortið.
- Mentanarpolitikkur er bæði øgiliga háfloygdur og øgiliga ítøkiligur. Tað er eitt stórt framstig, at politikararnir hava gjørt av, at ár 2000 skal ein mentanarpolitikkur setast í verk. Eitt fyrsta stig á leiðini er at gera sær greitt, hvat man vil. Eg trúgvi, at nógv fólk kring um í landinum ikki vita, hvat ein mentanarpolitikkur er, og fyri at skapa eitt størri tilvit hjá fólki og ikki minst virðing, skulu hesi viðurskifti út í eitt orðaskifti.
Hví tilvitið um týdningin og leiklutin hjá mentanini er grógvið so fast í íslendingum, sigur Elsa Jóhanna Høgenni.
- Ísland og Føroyar eru bæði smá lond, og vit hava eina sterka mentan, men tað eru fá fólk at nøra um hana. Samleikin er týdningarmikil at nøra um, og skulu vit sum fólk koma víðari, mugu vit vita, hvørji vit eru og trúgva uppá, at tað sum vit gera er rætt. Á tann hátt fáa vit nýskapan og kreativ fólk í einum mentunarumhvørvi, ið geva nakað til samfelagið. Íslendingar eru greiðir yvir hetta, føroyingar ikki. Hinvegin eiga vit ikki at leypa á leistum eftir íslendingum og brúka teir sum fyrimynd í øllum. Teir hava satsað so nógv uppá nútíðarmentan, at tann forna undantikið sagairnar, er burtur. Vit skulu ikki gloyma ta afturlítandi mentanina, men heldur fara tann hóvliga vegin, har tað er rúm fyri báðum.
At íslendingar hava skapt sær eina nýggja sjálvsmynd, sum hyggur frameftir, hevur tað nakað at gera við, at teir gjørdust sjálvbjargnir í 1918?
- Tað er ilt at siga, um tað er ítøkiliga orsøkin. Fyrst og fremst hevur tað nakað at gera við myndina tey hava av sær sjálvum, men sjálvandi spælir tað inn, at tey hava fingið sjálvstýri.
Vit samanbera Ísland og Føroyar, men Elsa Jóhanna Høgenni ávarar ímóti at samanbera ov nógv.
- Okkara mentan verður altíð samanborin við mentan í øðrum londum. Hon stendur ongantíð einsamøll sum nakað sjálvstøðugt. Vit virða ikki tað vit hava uttan at bera tað saman við okkurt annað, og tað er ein løgin blanding av undirbrotleika og samstundis eini øgiligari sjálvsvirðing. Teoretiskt ber slíkt ikki til, men onkusvegna er tað so. Føroyingar eru ótrúliga gestablíðir, men traðkar onkur á okkum so er ikki stuttligt at vera fyri.
- Tað, sum vit kunnu læra av íslendingum er, at av tí at teir hava satsað uppá mentanina og valt at stuðla henni so væl, hava teir fingið eitt ógvuliga livandi mentanarumhvørvi. Teir breiða seg út uppá allar møguligar mátar, ikki bara innan list. Ísland er í dag eitt heilt samfelag, sum er nýskapandi og sum fyrst og fremst trýr uppá seg sjálvt og sína styrki.
- Hvørja ferð vit hava fingið nakað nýtt hava tað verið grasrøturnar, sum hava tikið stigið. Tað hevur ongantíð verið politisku myndugleikarnir, ið hava stungið út í kortið. Á mentanarøkinum hava vit onga lóg uttan fíggjarlógina og hon er bara galdandi eitt ár í senn. Løgtingið hevur ikki tikið støðu til, um vit skulu hava eitt virkið mentanarlív í Føroyum og eina yrkismentan. Tí hava hesi hugsjónarfólkini verið noydd at barst sum úlvur á skóg fyri at yvirliva. Í veruleikanum er tað vanvirðandi, at okkara listafólk, sum er eitt av okkara týdningarmesta tilfeingi, skulu hava so truplar umstøður. Henda ímyndingin, at tað er tann líðandi listamaðurin, ið bløðir fyri sína list, sum skapar tað besta, er burturvið. Tí tað er ein sannroynd, at tá listafólk fáa frið og umstøður at virka og skapa, tá skapa tey tað stóra, sigur Elsa Jóhanna Høgenni.
Stuðul til høvuðsstaðin
Nú yrkissjónleikurin hevur fingið tak yvir høvdið á Meiarínum eru fysisku karmarnir komnir. Men tað at reka sjónleik, rinda lønir til leikarar og tey, ið eiga uppgávurnar handan tjaldið, er nærum líka stríggið sum áður.
- Vit hava leikararnar og listina, men ikki pengarnar. Tá ið vit seta ein sjónleik upp, er ein triðingur sjónleikarar, restin er arbeiðsfólk handan tjøldini. Somuleiðis við inntøkutíðuni, inntøkan av at spæla ein sjónleik svarar til ein fimtapart av útreiðslunum. Tí er tað ein bardagi hvørja ferð, vit skulu spæla sjónleik at fáa nóg mikið av peningi. At vit spældu ein stóran sjónleik í ár, Dreymur Jóansøkunátt, gongur út yvir virksemið restina av árinum. Men kortini skulu vit spæla tríggjar sjónleikir. Og vit koma av somu orsøk ikki so nógv runt um landið við sjónleiki, og tí verður bara yrkissjónleikurin í Havn stuðlaður. Tað ber ikki til at hava sjónleik á hægri stigi uttan at stuðla honum, tí inntøkurnar røkka bara til ein lítlan part.
- Nýggja fólkaskúlalógin, sum er komin í gildi í ár, leggur stóran dent á tær kreativu og skapandi lærugreinirnar. Og nógv velja listalærugreinirnar. Eg tori at siga, at um 10 ár eiga vit 50 útbúnar sjónleikarar í Føroyum, tí tað eru so nógv sum hava áhuga fyri sjónleiki. Tað er ein ógvuliga stórur eftirspurningur eftir skeiðum, og leikuppsetingum á skúlunum.
Tjóðpallur næst á skránni
Í sjónleikarumhvørvinum hevur leingi verið arbeitt við at seta ein tjóðpall á stovn. Arbeiðið er komið so mikið langt, at orð eru sett á tað sum krevst og sum fólk ynskja.
- Aftur eitt dømi um, at tað eru grasrøturnar, sum rópa og rópa. Vit ynskja ein tjóðpall, sum er eitt yrkisleikhús og samstundis ein tilfeingisdepil hjá áhugaleikinum. Eg tosi ikki um eitt nýtt hús ella útgerð, men um ein nýggjan bygnað, ið fær tryggjað eitt tilverugrundarlag við lóg. Tá ið vit koma so langt er leiklistin tryggjað og eisini tey fólkini, sum skriva skaldskap til pall. Og sum samstundis stuðlar áhugamentanini kring landið við ráðgeving og øðrum. Tá kunnu vit ístaðin fyri at berjast fyri at yvirliva arbeiða við listini og menna hana, og tað hevði givið ótrúliga nógv. Tørvurin fyri tí er stórur alla staðni, bæði at spæla sjónleik og at síggja.
Føroyskir sjónleikarar fáa arbeiði alla staðni. Kristina Hansen spælir í løtuni á Århus Teater og hevur eisini ein leiklut í íslendska filminum Her skal danses, sum byggir á stuttsøgu eftir William Heinesen. Treytirnar at sleppa inn á sjónleikarhús eru harðar, men í løtuni ganga fýra føroyingar á sjónleikarskúla uttanlands, ein í Finnlandi og tríggir í Danmark.
- Og vit vita um fýra, sum fara at søkja um upptøku nú, sigur Elsa Jóhanna Høgenni.
Nýggj byrjan
Í nýggju hølunum á Meiarínum í Havn eru fólkini farin undir eitt nýtt tíðarskeið - við nýggjum áræði og ætlanum fyri framtíðina. Fyrsta tiltakið undir nýggju lonini var at byggja brúgv millum fornmentan og nútíðarmentan við eini frásøgunátt, ið bygdi á gamla siðin hjá føroyingum, at siga eina søgu. Hans Tórgarð spældi um ólavsøkumundið einmansleikin Lívstrá, sum hann sjálvur hevur skrivað og sum byggir á lívssøgu van Goghs. Og í løtuni spæla Katarina Nolsøe og Súsanna Tórgarð barnaleikin Rumbul í húsi, sum tær hava skrivað og Hans Tórgarð leikstjórnað.
Næsta, ið er á skránni, er ein nýggjur leikur, sum Rakel Helmsdal, rithøvundur, í løtuni skrivar. Hon hevur skrivað leikir fyrr, kennir sjónleikarumhvørvið og -handverkið, og undirvísir í at spæla og skriva sjónleik.
- Tað er so lítið skrivað av føroyskum til nútíðarpall yvirhøvur og nærum bara týddir leikir hava verið spældir. At skriva sjónleik er øðrvísi enn at skriva skaldsøgur. Tá ið tú skrivar til leik, skrivar tú eisini til miðilin sum er. Uttan at tað verður so ítøkiligt skrivar høvundurin leikin út frá eini tilvitan. Mentanin viðkomandi livur í vil altíð vera grundarlagið undir hugsunarháttinum, ein hevur. Uttan mun til, um umhvørvið í leikinum er Port Janua, so er tað framvegis Rakel Helmsdal sum føroyingur sum skrivar og tí speglast samtíðin og nútíðartilvit í leikinum.
Jón Thorsteinsson, dramaturgur, skal arbeiða við tí dramaturgiska í leikinum, saman við høvundinum og Súsonnu Tórgarð, sum verður leikstjóri.
- Hetta verður ein 100% føroyskur leikur, vit hava førleikan og trúnna uppá, at vit duga. Tað verður kortini ikki soleiðis, at vit framyvir bara fara at satsa uppá tað føroyska, als ikki, tí tað er ikki eitt endamál í sær sjálvum. Men beint nú føla vit, at vit sakna ein nútíðarføroyskan leik, sigur Elsa Jóhanna Høgenni, leiðari, at enda í viðtali.









