ráðharri í fíggjarmálum og uttanríkismálum. Hon undirstrikar, at tað er ikki tí, at hon ikki kennir seg at vera føra fyri at umsita hesi málsøkini, at hon fer frá, men heldur tí hon er ósamd í fíggjar- og b [...] van at siga. Aleqa Hammond fer frá, eftir at hon í august legði fíggjarlógaruppskotið fyri 2009 fram. Tað javnvigaði við einum halli upp á 441 milliónir krónur. Nú sær tað út til, at hallið fer at økjast [...] økjast til 750 milliónir. Orsøkin er tann, at tað ikki tykist vera møguleiki fyri at fáa meiriluta fyri at broyta orkufelagið Nukissiorfit til at verða partafelag. Aleqa Hammond, sum í morgin verður 43 ár
sitandi býráði at taka støðu í hesum máli, nú tíðin var um at verða runnin út, og at tað nývalda býráðið átti at taka málið til viðgerðar, so skjótt tað tók við. Leggjast skal aftrat, at einki skrivligt [...] við at siga, at eingin býráðslimur tók undir við kommunusamanlegging, og hetta endurtók hann. Og tað sum verri er, er, at hetta er beinleiðis villleiðandi, tí tað sum sagt varð av m.a. mær, var, at tað [...] umrøtt. Orsøkin til, at eg gjørdist illa við, var hon, at býráðsformaðurin greiddi frá, hvat var farið fram á býráðsfundi, ið varð hildin fyri afturlatnum hurðum og í øðrum lagi, at upplýsingarnir hann
Lat meg fyrst staðfesta, at hvørki býráðslimir ella borgarar í Tórshavnar kommunu ivast í, at hond eigur at verða tikin um ítróttar- og samkomuhøllina. Men fyrsta treytin er, at skil er í tí, sum verður [...] eitt dømi um, at býráðsmeirilutin ikki arbeiðir í blindum ella ikki hevur tamarhald á teimum ætlanum, sum settar eru út í kortið. At siga, at vit einki fáa fyri pengarnar, er beinleiðis at grugga málið [...] veruleikan at gera. Viðvíkjandi nýggja Argja skúla, sum býráðið hevur samtykt at byggja, kann í stuttum sigast, at hann verður bygdur sum upprunaliga ætlað. Men sum borgarstjóri vildi eg tryggja mær, at fíggjarligu
heldur somuleiðis, at tað er eitt sera óheppið signal at senda almenninginum, at landsstýrisfólk liggja í opnum stríði sínamillum í fjølmiðlunum. Serliga óheppið heldur hann at tað vera, at landsstýrisfólk [...] fekk landsstýriskvinnuna at geva ilt av sær og at loysa frá posabandinum og skjóta løgmann aftur við, at hann skuldi heldur roynt at fingið hansara egna flokk, Javnaðarflokkin, at funni semju innanhýsis [...] komið fyri, at landsstýrisfólk hava klandrast alment í fjølmiðlunum. Og hetta hóvar als ikki løgmanni. - Tað er ógvuliga óheppið, at landsstýrisfólk liggja og keglast alment ístaðin fyri at viðgera tey
bedýrar, at avgerðin hjá Kringvarpinum hevur sum so onki við ætlanina hjá Rás2 at gera. Hann sigur, at tað var longu í gjár, at ítróttarredaktónin í Útvarpinum boðaði frá, at tey vildu sleppa at senda dystin [...] miðdegi í dag kunngjørdi Rás2, at Hilmar Jan Hansen fer at siga beinleiðis frá dystinum og tveir tímar seinni kunngjørdi Útvarpið hjá Kringvarpinum, at eisini tað fer at senda beinleiðis frásøgn frá dystinum [...] góðkenna, at skráin varð broytt. Tað hendi ikki fyrrenn seinnapartin í dag, at broytingin varð góðkend og lýst. - Hetta hevur sum so onki við ætlanina hjá Rás2 at gera. Hinvegin er ongin ivi um, at Rás2 hevur
fólkaskúlan í gott ljós. Í øllum førum ljóðast tað, sum at tey flestu fingið tað burturúr, at Føroyar eru dumpaðar, at næmingarnir eru sibbar, at lærararnir ikki duga síni ting og so framvegis. Ikki júst [...] umráðandi, at vit í Føroyum hyggja at føroyska skúlanum við føroyskum eygum. Runt landið verður støðugt gjørt nakað fyri at betra um karmarnar hjá skúlaverkinum, og nú er tíðin komin til, at vit eisini [...] og sjálvandi eiga vit at leggja alstóran dent á at hava ein góðan skúla, so okkara børn kunnu fáa gott í beinið frá fyrsta skúladegi av. Men tað tykist eitt sindur rangvørgt, at tvær kanningar sum hesar
bara tað at vit ikki tíma at sita í kø til Teistan og at vit bara vilja til Havnar, men at vit vilja bjóða okkara vinnulívi betri karmar at virka undir, tí sum nú er hava vit ongan møguleika at kappast [...] Men ein av størstu orsøkunum til at fáa tunnilin sum skjótast er at fáa ungdómin at trívast, vit kunnu øll verða samd um at Sandoyggin er eitt paradís hjá børnum at at veksa upp í, men tá fólkaskúlin er [...] uppskotinum, og Fólkaflokkurin stendur við at tunnilin skal gerast sum avtala, so um tú vil hava trygd fyri at tunnilin kemur til ásettu tíð er bara eitt at gera, og tað er at velja Fólkaflokkin. Vel Fólkaflokkin
uttan úr heimi hevur avrátt at spæla móti Kroatia leygardagin 21. august, men teir tóku tað sum givið, at Malta fer at geva avboð, og so er tað, at teir eru hugaðir í at koma henda vegin. Íslendingar [...] hugaðir í at royna seg í einum venjingardysti. Onkuntíð áður hava grannarnir fyri vestan verið trekir í at koma henda vegin. At teir nú hava áhuga fyri hesum man eisini komast av, at úrslitini hjá føroyingunum [...] frá, at teir rokna við, at allir spælararnir, sum skulu manna landsliðið fyrst í september, koma við til Føroya, og tað vil siga, at bara tveir spælarar koma úr Íslandi. Íslendingarnar ætla sær at hava
búskaparmál. Eg fari at greiða Nyrup Rasmussen frá, at tað er skeivt at byggja okkara fíggjarpolitik á eitt metár bæði í veiðu og prísum. Tað hevur ført til at danir nú tosa um, at vit ikki hava brúk [...] ð í samband við at danski forsætisráðharrin kemur á vitjan. Upprunaliga skilti løgmaður, at ørindini í høvuðsheitinum vóru at vitja Javnaðarflokkin. Tað eru kortini átrokandi mál at tosa um, eitt nú [...] landsstýrismaður at greiða frá arbeiðnum í sjálvstýrismálinum. Av tí at slíkur orðagangur er í sambandi við ferðina hjá Ráðgevandi nevndini í Føroyum, fari eg at gera Nyrup Rasmussen vart við, at formaðurin
verið nýttur til at menna samfelagið - at menna samfelagið til at standa á egnum beinum, og soleiðis eiga vit at halda fram. So hvørt tjóðarbúskapurin veksur eiga vit at brúka ein part til at minka um rík [...] nei til at bøta um sjúkradagpeningaviðurskiftini hjá tímaløntum, siga nei til at taka av karensdagaskipanina ella siga nei til at hækka fólkapensjónina - við teirri undanførslu, at hetta fer at taka mønutrøini [...] m. Tað er ikki rætt, tá borið verður fram, at ríkisstuðulin er orsøkin til allar ólukkur í Føroyum. Tað er eingin sjálvfylgja, at menningin steðgar av tí, at vit fáa stuðul. Um hetta var rætt, so var eingin