Gjørdist rættiliga illa við, tá ið útvarpið fyri stuttum hevði samrøðu við Sigurd Simonsen, býráðsformann í Fuglafirði, har m.a. málið um samanlegging av kommununum Gøta, Leirvík og Fuglafjørð varð umrøtt. Orsøkin til, at eg gjørdist illa við, var hon, at býráðsformaðurin greiddi frá, hvat var farið fram á býráðsfundi, ið varð hildin fyri afturlatnum hurðum og í øðrum lagi, at upplýsingarnir hann gav vóru villleiðandi.
Býráðsformaðurin hevði avrátt, at málið um kommunusamanlegging skuldi verða hildin fyri afturlatnum hurðum. Í tí liggur m. a. at einki verður sagt frá fundinum.
Fyrstur at bróta hesa mannagongd, er býráðsformaðurin sjálvur, við at siga, at eingin býráðslimur tók undir við kommunusamanlegging, og hetta endurtók hann.
Og tað sum verri er, er, at hetta er beinleiðis villleiðandi, tí tað sum sagt varð av m.a. mær, var, at tað var ótrúliga seint hjá sitandi býráði at taka støðu í hesum máli, nú tíðin var um at verða runnin út, og at tað nývalda býráðið átti at taka málið til viðgerðar, so skjótt tað tók við.
Leggjast skal aftrat, at einki skrivligt tilfar, uttan tað skriv, ið var komið frá Gøtu kommunu, varð lagt fram um nevnda mál.
Lagt skal verða aftrat, at eg og fleiri við mær, hava ferð eftir ferð biðið um, at fundir vórðu hildnir við bygdaráðini í grannakommununum at umrøða evnir, ið vit hildu høvdu felags áhuga. Tað fekk ikki undirtøku, og sjálvur býráðsformaðurin helt fyri, at tað kanska var óheppið, at hvør fuglur syngur við sínum nevi o.s.fr.
Einki kann verða meira oheppið, enn tá ið ein fuglur syngur einsamallur og falskt, tí tað er júst tað, sum hendi henda dagin útvarpsmaður tosaði við býráðsformannin Sigurd Simonsen.