Javnaðarflokkurin skjýtur upp, at ein samveldissáttmáli verður gjørdur millum Føroyar og Danmark - tvey lond, sum politiskt samráðast fram til, at tey hvør í sínum lagi eru sjálvstøðug og javnsett í ríkisfelagsskapi hvørt við annað. Felt í hendan sáttmála skal verða, at føroyingar gera av, nær vit yvirtaka ymsu málsøkini - eisini tey, sum ikki kunnu yvirtakast sambært heimastýrislógini.
Ein flokkur sum Javnaðarflokkurin kann ikki gera sama val, sum eitt nú Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt: Siga nei til at bøta um sjúkradagpeningaviðurskiftini hjá tímaløntum, siga nei til at taka av karensdagaskipanina ella siga nei til at hækka fólkapensjónina - við teirri undanførslu, at hetta fer at taka mønutrøini undan fullveldisætlanunum.
Tann parturin, sum kanska vigar mest hjá meiniga føroyinginum er, tá tosað verður um ríkisveitingina. Meðan samgongan hevur stungið út í kortið, at vit ein ávísan dag taka fulla loysing - og ein ávísan dag seinni frásiga okkum alla ríkisveitingina, so skjýtur Javnaðarflokkurin upp, at ríkisveitingin minkar í tráð við vøksturin í tjóðarbúskapinum.
Tað er ikki rætt, tá borið verður fram, at ríkisstuðulin er orsøkin til allar ólukkur í Føroyum. Tað er eingin sjálvfylgja, at menningin steðgar av tí, at vit fáa stuðul. Um hetta var rætt, so var eingin menning hend í Føroyum ta tíðina, vit hava fingið ríkisstuðul. Men so er ikki. Stuðulin hevur verið nýttur til at menna samfelagið - at menna samfelagið til at standa á egnum beinum, og soleiðis eiga vit at halda fram. So hvørt tjóðarbúskapurin veksur eiga vit at brúka ein part til at minka um ríkisveitingina.
Tá ríkisveitingin á henda hátt er burtur - so hava vit tað fantastiska høvi - at vit kunna velja loysing frá Danmark - uttan búskaparliga perspektivið!