Løgmaður góðtekur ikki alment klandur

Løgmaður átalar, at landsstýrisfólk keglast alment ístaðin fyri at viðgerða málini innanhýsis

Jóannes Eidesgaard, løgmaður, er ikki serliga fegin um arbeiðslagið í landsstýrinum.

Fleiri ferðir hesar seinastu vikurnar er tað komið fyri, at landsstýrisfólk hava klandrast alment í fjølmiðlunum.

Og hetta hóvar als ikki løgmanni.

- Tað er ógvuliga óheppið, at landsstýrisfólk liggja og keglast alment ístaðin fyri at viðgera tey ymsum málini innanhýsis í samgonguni, sigur hann.

Hann heldur somuleiðis, at tað er eitt sera óheppið signal at senda almenninginum, at landsstýrisfólk liggja í opnum stríði sínamillum í fjølmiðlunum.

Serliga óheppið heldur hann at tað vera, at landsstýrisfólk alment keglast um mál, sum ein loysn longu er funnin á.

Hann sipar til spurningin um forboðið fyri tollfría sølu av tubbaki, har avgerð er tikin um, at útseta forboðið til 1. oktober, men kortini eru Karsten Hansen og Bjørt Samuelsen í almennum hornatøkum aftaná, at avgerðin er tikin.

Hann heldur, at sjálvandi kundi hann, sum samgonguleiðari, kravt størri disiplin í landsstýrinum, men hann heldur eisini, at tað er ein spurningur, hvussu tey ymsu landsstýrisfólkini uppfata sítt starv.


Fleiri dømi

Í síðstu viku vóru Hans Pauli Strøm og Karsten Hansen í almennum orðadrátti um Landssjúkrahúsið.

Men løgmaður eigur eisini eisini sín lut í hesum, tí á tingsins røðarapalli fanst hann herfyri alment at Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í mentamálum, tí hon var farin til Eysturríki at lata eina listaframsýning upp, heldur enn at vera í Løgtinginum, tá ið stórmál, sum skúladepilin í Marknagili var til viðgerðar.

Tað fekk landsstýriskvinnuna at geva ilt av sær og at loysa frá posabandinum og skjóta løgmann aftur við, at hann skuldi heldur roynt at fingið hansara egna flokk, Javnaðarflokkin, at funni semju innanhýsis, tí so var ongin trupulleiki