Eftir at Rás2 á miðdegi kunngjørdi at tey fóru at senda beinleiðis frá oddadystinum í Vodafone deildini í fótbólti í kvøld, broytti Kringvarpið skránna og sendir eisini beinleiðis frá dystinum Fótbóltsáhugaðir føroyingar burturi og heima verða rættiliga forkelaðir í kvøld.
Toppdystur er í Vodafone deildini ímillum Víking og EB/Streym og tann dysturin verður sendur beinleiðis ? á tveimum rásum.
Longu á miðdegi í dag kunngjørdi Rás2, at Hilmar Jan Hansen fer at siga beinleiðis frá dystinum og tveir tímar seinni kunngjørdi Útvarpið hjá Kringvarpinum, at eisini tað fer at senda beinleiðis frásøgn frá dystinum.
Men leiðarin á programmdeildini í Kringvarpinum, Herluf Sørensen, bedýrar, at avgerðin hjá Kringvarpinum hevur sum so onki við ætlanina hjá Rás2 at gera.
Hann sigur, at tað var longu í gjár, at ítróttarredaktónin í Útvarpinum boðaði frá, at tey vildu sleppa at senda dystin beinleiðis.
Men tá fekst ikki samband við Miðladeildina, sum skuldi góðkenna, at skráin varð broytt.
Tað hendi ikki fyrrenn seinnapartin í dag, at broytingin varð góðkend og lýst.
- Hetta hevur sum so onki við ætlanina hjá Rás2 at gera. Hinvegin er ongin ivi um, at Rás2 hevur elvt til kapping á økinum. Tað er kærkomið og tað er onki dulsmál, at hetta fær eisini Kringvarpið at hyggja einaferð afturat eftir sínum tilboði, eisini í mun til fótbólt, sigur leiðarin á programmdeildini.
Sendingin á Rás2 byrjar klokkan 18. Umframt Hilmar Jan Hansen, sum er frásøgumaður, er Eyðun Klakstein viðmerkjari og Eirikur í Jákupsstovu ger frásagnir kring vøllin.
Kringvarpið byrjar at senda klokkan 19.15, har Suni Merkistein sigur frá dystinum og Jóannes Jacobsen ger viðmerkingar.