Pisa hevur øst alt upp í varg

Tær sokallaðu Pisa-undankanningarnar av fólkaskúlanæmingum í Føroyum hava verið við til at sett dagsskránna í øllum orðaskifti um fólkaskúlan síðsta árið. Sjálvandi er gott, at vit fáa eitt orðaskifti, tí tørvur hevur verið á tí leingi. Men spurningurin er, um Pisa-kanningarnar leggja rætta botnin undir slíkt orðaskifti

Kanningarnar báðar, ið hava verið, hava ikki júst sett føroyska fólkaskúlan í gott ljós. Í øllum førum ljóðast tað, sum at tey flestu fingið tað burturúr, at Føroyar eru dumpaðar, at næmingarnir eru sibbar, at lærararnir ikki duga síni ting og so framvegis. Ikki júst uppbyggjandi vendingar!

 

Fólkaskúlin er ein av grundstuðlunum undir okkara samfelag, og sjálvandi eiga vit at leggja alstóran dent á at hava ein góðan skúla, so okkara børn kunnu fáa gott í beinið frá fyrsta skúladegi av. Men tað tykist eitt sindur rangvørgt, at tvær kanningar sum hesar skulu venda øllum á høvdið.

 

Føroyingum dámar væl kappingar, og sjálvandi hevði verið hugaligt at ligið ovarlaga. Men Pisa kann neyvan vera svarið upp á allar spurningar, og nú eru eisini viðurkendir granskarar komnir fram við atfinningum at hesum kanningum, ið neyvan betra nakran skúla, men bert eru til politiskt brúk.

 

Eg haldi tað vera umráðandi, at vit í Føroyum hyggja at føroyska skúlanum við føroyskum eygum. Runt landið verður støðugt gjørt nakað fyri at betra um karmarnar hjá skúlaverkinum, og nú er tíðin komin til, at vit eisini fara at hyggja at sjálvum innihaldinum, so samsvar fæst.

 

Tað, vit politiskt kunnu gera við henda spurning, er fyrst og fremst at styrkja um útbúgvingina av okkara lærarum. Her hevur ítøkiligt uppskot verið um at gjørt læraraútbúgvingina til eina fimm ára masterútbúgving. Hesum tekur Javnaðarflokkurin undir við, og er til reiðar at játta neyðuga peningin.

 

Somuleiðis eiga góð eftirútbúgvingartilboð at gevast verandi lærarum, tí eingin ivi er um, at júst lærarayrkið er eitt av teimum, ið stendur fyri flestu broytingum og avbjóðingum, so hvørt sum okkara samfelag broytist.

 

www.hedinmortensen.com