Við Fólkaflokkinum á odda kemur tunnilin sum avtala

Nú valið nærkast hoyra vit nógvar meiningar um Sandoyar tunnilin, bæði við og ímót, sjálvandi skullu vit hava tunnilin og tað so skjótt sum gjørligt, Gamlarætt er nú 15 ár hon kom 10 ár ov seint, eisini kom Teistin 10 ár ov seint so lat okkum ikki eisini bara seta okkum uppafturá at bíða men halda fast um at byrjast skal í 2009

Fyri okkum sum her búgva er tað ikki bara tað at vit ikki tíma at sita í kø til Teistan og at vit bara vilja til Havnar, men at vit vilja bjóða okkara vinnulívi betri karmar at virka undir, tí sum nú er hava vit ongan møguleika at kappast við restina av landinum. Men ein av størstu orsøkunum til at fáa tunnilin sum skjótast er at fáa ungdómin at trívast, vit kunnu øll verða samd um at Sandoyggin er eitt paradís hjá børnum at at veksa upp í, men tá fólkaskúlin er liðugur eru ongi tilboð í oynni, við tunnilinum kunnu okkara ungu fáa útbúgving og verða búgvandi heima og eftir lokna útbúgving setast í búgv í oynni og arbeiða á meginøkinum.

 

Sandoyggja fólk hava ongantíð sett spurnartekin við hvat allir vegir- tunnlar og brýr um alt landi kostar okkum, tí er tað sera hugstoytt at hoyra hvat vit nú skullu kosta øllum ørðum.

 

Tað hava verði fleiri meiningar um hvar tunnilin skal koma upp, men lat okkum her í oynni ikki blíva ósamd um tað, lat serfrøðingarnar klára tað, lat okkum bara fáa tunnilin í oynna.

 

Onnur valevni í oynni koma nú fram við at tey eru trygd fyri at tunnilin kemur, men vit mugu minnast til at tað var landstýrismaðurin hjá Fólkaflokkinum sum legði uppskoti um tunnilin fram á Løgtingi

Løgtingsliminir hjá Fólkaflokkinum akvøddu allir fyri uppskotinum, og Fólkaflokkurin stendur við at tunnilin skal gerast sum avtala, so um tú vil hava trygd fyri at tunnilin kemur til ásettu tíð er bara eitt at gera, og tað er at velja Fólkaflokkin.

 

Vel Fólkaflokkin tann 19 jan.

Tín veruliga trygd fyri framburði í Sandoynni