tann størsta í Suðuroynni í nógv ár. Tilsamans vóru 251 hvalir merktir uppá tilsamans 1.248 skinn. Tað gevur næstan 5 skinn í miðal uppá hvalin. Grindin skal býtast í teir 5.123 partarnar, sum eru skrásettir [...] fastir partar í Suðuroynni. Men afturat tí koma 1.058 eykapartar, sum eru fólk, ið eru í oynni og vitja. Fremmandafólk, sum er í oynni, hava eisini rætt til grindapart á jøvnum føti við tey, sum búgva fast [...] Reka ikki grind aftur Í Suðuroynni fáa øll líka stóran part av grindini. Tað er langt síðani, at bátspartarnir blivu tiknir av og tað vóru tað meiri enn ein, sum vóru illir um í hvalbiargrindini mikudagin
John spældi í tríggjar tímar út í eitt, tá hann var í Danmark herfyri, men tað er einki afturímóti í Føroyum. Eg havi spælt í fýra tímar og meira alt mítt lív. ? Eg kann eisini fáa ringan smakk í munnin, tá [...] Føstufressarnir vandu í vikuvís, vóru í studio í tríggjar vikur, har alt varð upptikið, og brúktu so eina viku til at ljóðblanda. Og í 1990 kom so plátan, sum telist millum tær bestu, sum nakrantíð eru gjørdar [...] læs og drakk. Tað var faktiskt einki skil í lívinum hjá mær tá. Eg spældi í Kagganum og Mimir og royndi at sutta uppá navnið Føstufressar, og so var tað bara eg sum spældi og eingin annar. Tað var bara nakað
gongdina í føroyska tónleikaheiminum, nevniliga tað, at havnarkórið við Ólavi Hátún á odda hevur lagt sokallaðu kórstvnuna NACF samstundis sum Summartónar. Tað skuldi verið óneyðugt at mint á at »tað er lættari [...] Abbado sum listarligan leiðara. Upprunin til hesa grein er tann, at undirritaði fær tónleik framførdan á stevnuni í ár. Vegna tess at høvuðsevni er »útjaðaraøkini í Europa«, hildu fyrireikararnir tað vera [...] ferðavinnuna, um tætt samband kann fáast í lag millum Summartónar og allar góðar kreftir, ið arbeiða fyri at gera tað so áhugavert sum gjørligt at vera ferðafólk í Føroyum. ? Sjálvt um eg fegin vildi, kann
ferjusambandi, sum hon sjálv hevði sett í verk. At ferjusambandið hevði týdning sæst best av, at tað vardi í 850 ár, áðrenn tað var niðurlagt. Tað metið verður ringt at taka frá teimum, soleiðis í bræði. Jarnbreytin [...] danir heimsins longstu heingibrúgv í nýtslu. Tað er hon sum bindur Sæland og Fjón saman. Ella, sum danir fegnir siga tað, »den der gør Danmark mindre«. Brúgvin hevur júst tað endamál, at gera Danmark »minni« [...] Miðjan á brúnni, ella sjálvur hangiparturin, um tað eitur so, er gjørd úr jarni. Hon hevur trý torn, sum eru sett á stabbar, sum standa niður í fjørðin. Tað, sum eftir míni (óvitandi) metan er ótrúligt er,
TEY, sum plaga at lurta eftir útvarpinum og annars fylgja við í tí, sum fyriferst úti í heimi í hesum døgum, hava helst lagt til merkis, at tað fer ikki dagur, uttan at støðan í Ísrael verður viðgjørd [...] útleggja hetta sum ein vil, men í okkara hugaheimi og í hugaheiminum hjá mongum øðrum, og sum gongur fram í greinunum, ið vit hava prentað á síðu tvey í dag, so er tað ein sannroynd, at tað eru júst høg [...] hava av støðuni í Ísrael í dag, er so fullkomin. At leggja tey, sum eru krittisk mótvegis politikkinum hjá Netanyahu, undir at vera fíggindar av Ísrael, er heilt burturvið. Er tað nakað, sum í dag undirgrevur
ans, er tað heilt greitt, at tað kann ikki góðtakast í longdini. Tí verður neyðugt at finna eitt mótspæl ímóti tí. Heðin Mortensen heldur, at tað er heilt náttúrligt at reisa málið aftur nú, tí tað ber heldur [...] sama dag. Hann heldur, at tað er ikki neyðugt at alt er so óluksáliga professionelt- í fyrstuni í hvussu so er. Tað er heldur ikki altíð at tað, sum kemur uttaneftir, er so avbera professionelt. Hann vísir [...] annar máti er at skipa tað á sama hátt sum sjónvarpsfeløgini kring landið skipaðu sínar sendingar áðrenn sjónvarp Føroya kom. Nú á døgum kunnu sjónbond sendast í hvønn krók í landinum og verða víst sama
fleiri ættarlið aftur í tíðina í faðirsætt. Upprunaliga fór hann at samla myndir av gomlum bilum, men so hvørt sum fráleið, sluppu býarmyndir og myndir av fólki eisini upp í part. Í seinastuni hevur ítrivið [...] tí at tað hendi so nógv í Havnini í hesum tíðar-skeiði. Birgar var trý ára gamal, tá familjan flutti út í Lonirnar, sum var einasta bygda økið eystan fyri J. Broncksgøtu. Har stóðu tó 20 sethús í gerð og [...] inn í eini hús, har eg ikki blaði í eini myndabók, áðrenn eg fari út aftur. Eg kenni nógv fólk, sum eg havi fingið myndir frá, eins og onnur, sum eg ikki kenni, eru komin til mín við myndum. Tað er ofta
leita oman aftur í miðbýðin. Tað eru teir 16gøtusópararnir, sum hava ruddað gøturnar, meðan vit fingu okkum eina hvíld, áðrenn vit herjaðu aftur á ólavsøkuna. Finnur í Puntabyrgi, formaður í reinhaldinum og [...] tunnur, sum fólk kunnu koyra rusk og annað burturkast í, men tað gongur striltið at fáa fólk at nýta tær. Tað hevði verið frálíkt um fólk hugsaðu seg eitt sindur um, áðrenn tey blakaðu burturkast í gøtunum [...] Reinhaldið í Havn hevur nógv at gera í hesum døgum, nú býurin ger seg til reiðar at taka ímóti ólavsøkugestunum. Vit hugsa um tað, og tosa kanska eisini okkara millum um, hvussu tær óruddiligu gøturnar
sonn og umráðandi í Føroyum í dag, sum tey vóru í Danmark tíðliga í undanfarnu øld. Tann norrøni málarvurin sæst ikki minst aftur í okkara vøkru staðarnøvnum, ið lýsa tað sum tey eita. Tað veri seg Kinn ella [...] hjartatátturin í ? samleika okkara sum tjóð. Tað mugu vit ongantíð gloyma. Hetta verkið, ið nú verður sýnt fram her uppi í Norðurlandahúsinum, er einki løtuverk, tað hevur verið eitt ódnartak, ið, sum frá líður [...] til øld Forfedrar okkara hildu lítið um tað, sum lættvunnið var, vit síggja tað m.a. í okkara orðatøkum. Skjótt er skitið verk, søgdu teir. Og: leingi er tað, sum væl skal vera. Hetta kann kanska ljóða
Norðurlondum. Í dag verður Ólavur Halgi minntur við hátíðarhaldið í Tróndheimi, ella Niðarósa, sum býðurin í gomlum døgum varð kallaður. Í Føroyum hevur siðurin at minnast Ólav Halga verið varveittur, men er [...] stóruverð. Í dag gongur ikki nógv tíð, áðrenn tað nýggja verður tikið upp av føroyingum, tað veri seg tøkni, móti, lógir ella annað, sum stingur seg upp í útlondum. Í summum førum eru føroyingar í fremstu røð [...] Hendan hátíð, sum av byrjan tíð av hevur verið til minnis um deyða Ólav Haraldson, sum lat lív á Stiklastøðum 29. juli í árinum 1030, og sum varð lýstur halgimenni, hevur fyrr verið hildin í øllum Norðurlondum