TEY, sum plaga at lurta eftir útvarpinum og annars fylgja við í tí, sum fyriferst úti í heimi í hesum døgum, hava helst lagt til merkis, at tað fer ikki dagur, uttan at støðan í Ísrael verður viðgjørd.Hóast vit her á blaðnum ikki gera nógv burtur úr uttanríkistilfari, so verður tað tó viðgjørt í oddagreinum av og á, umframt at Hans Holm partar av árinum hevur sera áhugaverdar, upplýsandi og krittiskar greinar og viðmerkingar til akutell viðurskifti úti í heimi. Tað er vón okkara - og hetta arbeiða vit við - at Sosialurin í framtíðini eisini kann hýsa tilfari úr útheiminum. Sigast kann tó, at vit í eina tíð hava givið rúmd fyri fleiri sera áhugaverdum greinum frá føroyskum fjakkarunum, ið hava vitjað ymisk pláss. Tað er ein partur av tí útlendska dekninginum.
HERFYRI viðgjørdu vit í oddagrein støðuna í Ísrael, og niðurstøða okkara var tann, at høgravenda stjórnin í Ísrael, setir ikki bert kílar í friðargongdina í økinum - hon beinleiðis leggur upp til eina konfrontatión, sum kann fáa sera álvarsligar fylgjur fyri ikki bert Ísraelsfólk og palestinar, men fyri allan heimsfriðin sum so. Tað er greitt, at ikki øll her á landi taka undir við hesum sjónarmiði, og er eisini í lagi. Men umráðandi er at kunna hava ein dialog, har allir spurningar verða reistir og viðgjørdir. Tí kunnu vit bert fegnast um, at henda oddagreinin var orsøkin til, at formaðurin í Ísraelsfelagnum treiv í pennin og greiddi frá tess støðu.
Í hesi grein verður Sosialurin lagdur undir at leggja eftir teimum høgravendu í Ísrael, tvs. núverandi stjórn, bara tí hetta líkasum passar best í einum javnaðarhøpi. Nú kann ein útleggja hetta sum ein vil, men í okkara hugaheimi og í hugaheiminum hjá mongum øðrum, og sum gongur fram í greinunum, ið vit hava prentað á síðu tvey í dag, so er tað ein sannroynd, at tað eru júst høgraflokkarnir í Ísrael, sum reka eina vandamiklan og skeivan politikk, tá tað snýr seg um palestinaspurningin. Tað er áhugavert at lesa, hvat ein kapacitetur sum fyrrverandi blaðstjórin á Politiken, skrivar um støðuna í sínum egna landi. Hann ber orð fyri at vera ein góður eygleiðari, og hetta, at hann sjálvur er jødi við sera stórum innliti í ísraelsk viðurskifti, ger, at vit eiga at taka orð hansara til eftirtektar.
AT eitt høgravent blað sum Jyllandsposten dregur somu línu er eisini áhugavert at merkja sær. So tað er skeivt at skjóta Sosialinum í skógvarnar, at vit leggja eftir teimum høgravendu í Ísrael, bara tí vit stuðla einum sosialistaflokki í Føroyum. Nei, stórur partur av heiminum, og ein stórur partur av ísraelska fólkinum við eitt nú arbeiðaraflokkinum á odda, tekur ikki undir við tí politikki, sum høgrastjórnin hjá Netanyahu rekur. Hetta er ein sera vandamikil kós, og tí eiga allar góðar kreftir í Ísrael og uttan fyri landið, at rópa hart varskó. Politikkurin, sum Netanyahu koyrir , er á beinari kollisiónskós við ragnarok.
VIT halda tað vera av týdningi, at eisini føroyingar kunnu umrøða hesi viðurskifti, og tað er tí av alstórum týdningi, at vit fáa informatiónir frá fleiri síðum. Um teir føroyingar, sum kenna seg drignar serliga nær at Ísrael, bara ynskja at síggja og hoyra tað teir nú einaferð eru vanir og ynskja at hoyra, so er ikki vist, at myndin teir hava av støðuni í Ísrael í dag, er so fullkomin. At leggja tey, sum eru krittisk mótvegis politikkinum hjá Netanyahu, undir at vera fíggindar av Ísrael, er heilt burturvið. Er tað nakað, sum í dag undirgrevur friðin og trygdina í Ísrael, so er tað ?fupp?-politikkurin hjá Netanyahu, sum Herbert Pundik so væl sigur frá í greinini á síðu 2. Og fyri at geva limunum í Ísraelsfelagnum og øðrum við innlit í eitt annað sjónarmið um støðuna í Ísrael loyva vit okkum at prenta greinina hjá Herbert Pundik í heilum líki. Og fyri at hetta ikki skal lukta av einvísari sosialistiskari propagandu, sum onkur plagar at taka til, so prenta við eisini oddagreinini á Jyllandsposten, ið so avgjørt ikki plagar at hýsa sosialistiskari propagandu. Vónandi kunnu vit við hesum fáa eitt breitt og sakligt orðaskifiti um eitt mál, sum eisini eigur at hava áhuga hjá føroyingum.