­ Myndin er hálv við ongari tekst

Tað heldur Birgar Johannesen, sum í løtuni hevur áhugaverda og stuttliga fotoframsýning, við myndum úr gomlu Havnini. Myndirnar hava góðan tekst, og har fólk eru á myndini eru nøvnini viðmerkt, eins og flest allar upplýsa, nær myndin varð tikin

Umleið 300 fotomyndir eru á framsýningini, og tær siga søguna um eina tíð, sum tey tilkomnu minnast, men sum ikki er longur.

Birgar Johannessen sigur, at hetta er bert ein partur av myndunum, sum hann hevur samlað síðan 1993.


Fleiri ættarlið

Hann er 52 ára gamal og havnarmaður fleiri ættarlið aftur í tíðina í faðirsætt. Upprunaliga fór hann at samla myndir av gomlum bilum, men so hvørt sum fráleið, sluppu býarmyndir og myndir av fólki eisini upp í part.

Í seinastuni hevur ítrivið at samla gamlar fotomyndir rættiliga tikið dyk á seg.

­ Nú fari eg ikki inn í eini hús, har eg ikki blaði í eini myndabók, áðrenn eg fari út aftur.

­ Eg kenni nógv fólk, sum eg havi fingið myndir frá, eins og onnur, sum eg ikki kenni, eru komin til mín við myndum. Tað er ofta sleiðis, at eg leiti eftir myndum, tosi við onkran, sum biður meg venda mær til annan, sum eigur onkra áhugaverda mynd,, og soleiðis er myndasavnið vorðið til, sigur Birgar Johannesen.


Hendingarík tíð

Hann heldur, at myndir frá 50 og 60 árunum eru tær mest áhugaverdu, av tí at tað hendi so nógv í Havnini í hesum tíðar-skeiði.

Birgar var trý ára gamal, tá familjan flutti út í Lonirnar, sum var einasta bygda økið eystan fyri J. Broncksgøtu. Har stóðu tó 20 sethús í gerð og í 1959 var alt økið bygt.


Lýsing í myndum

og teksti

Í stuttligum teksti verður lívið í Havn lýst, sæð frá gøtuhornum, og leiðum, har fólk ferðast, er greitt frá, og ymsastaðni ger Birgar Johannessen persónilgar viðmerkingar í myndatekstum. Tað riggar sera væl.

­ Persónliga haldi eg, at ein mynd við ongum teksti er ikki meir enn hálv, sigur Birgar, sum ásannar at hetta ítrivið er ógvuliga tíðarkrevjandi.

Tað er júst hetta, ið myndasamlarin lýsir, og sum ger framsýningina so áhugaverda. Framsýningin er í SMS til og við næstu viku.