nakað ringt um ein annan. Tað er svárt hjá okkum øllum at hava mist Richard, men svárast hjá tær, góða Ása, sum stóð so væl saman við honum og stuðlaði honum so væl hesi knapt 15 árini, tit fingu saman. Harrin [...] skriftbrotið kom til mín, tá ið mín góði beiggi so brádliga varð tikin frá okkum. Hetta er ringt at skilja, hví Harrin tók hann burtur nú, nú ið hann arbeiddi so nógv í víngarði Harrans, bæði í skrift og talu [...] Syngja skal á betri vís! Lewis Hartsough (Amer.) 1828 - 1919 (Richard Danielsen týddi) Ærað veri minnið um mín góða og elskaða beiggja, Richard. ------ Victoria Victorsdóttir Jacobsen
saman, men her var lagnan hørð við tykkum. Tit misti Petur longu í 1981, so tit fingu bert 19 ár saman. Petur og tú høvdu tað gott, tey árini tit fingu saman, men tað bleiv strævið hjá tær, einsamøll við [...] ikki hvørjum beini, tú skuldi standa á, fyri at vit skuldi hava tað so gott so gott. Tá ið vit so komu aftur til Føroya í 1977, fingu vit so aftur okkara vanliga familjusamband, har tú var samlingspunktið [...] fluttu vit so aftur til Danmark, og so hildu vit sambandið við líka, antin pr. telefon ella Skype, og so tá ið tit vóru her niðri hjá okkum, ella vit vóru heima hjá tær, góða systir. Eg kom nokk so ofta heim
sjáldsamt at síggja gomul fólk vera so stór sum tú. Sjálvt um tú var stórur sum ein kempa, so havi eg ongan kent, sum var so lítillátin og eyðmjúkur, sum tú var. Tú var altíð so glaður og takksamur at fáa vitjan [...] Stóra takk fyri at tit komu”. Hvørja ferð vit fóru avstað, kom tú út í hurðina og vinkaði, inntil bilurin var farin úr eygsjón. Um vit gloymdu at ringja, tá ið vit vóru komin til Havnar, so ringdi tú fyri [...] hetta. Tey síðstu árini búðu tit saman á Korndalsbýlinum, har tú so gott sum ongantíð fór frá ommusa lið. Tú sat trúfastur hvønn dag og hjálpti ommu við hennara handarbeiði, og tit høvdu eitt fyrimyndarligt
tú gekst so høgt uppí. Við nakað av hjálp frá abba megnaði tú við einari hond at brodera so nógvar dúkar, at um ikki hvør, so annarhvør gestur hevur fingið ein dúk heim við. Fyri ikki at tosa um tey føroysku [...] ikki, so megnaði tú uppgávuna til fulnar. Í Havn tænti tú hjá Katrinu Christiansen, har tú møtti abba, sum so sanniliga skuldi vísa seg at verða tær ein góður maður og stuðul. Fimm døtur fingu tit saman [...] avstað aftur, til bilurin var farin um sýn. Altíð var tað líka stuttligt at koma inn til tykkara. Hóast tú hevur verið merkt av sjúku og er viknað tey seinastu árini, so hava bæði tú og abbi altíð gjørt tykkara
eiga dóttrina, Evu. Omman var so sera góð við lítlu Evu. Ikki fata vit, hví tær báðar fingu so stutta tíð saman. Trúgvin hevði stóran týdning fyri Liljuna. Hon hevði vón um at gerast frísk aftur; tað hendi [...] Liljan at gevast við lesimenningararbeiðinum, sjálvt um hon gavst í skúlanum. Hon hevði eina verkætlan í huganum, har hon skuldi granska / kanna, um munur var á lesiførleika hjá børnum gjøgnum eitt ávíst [...] og smílandi. Hon segði ongantíð nakað ringt um nakran, hvørki lærarar, næmingar ella foreldur. Hon dugdi at rósa øðrum, var dugnalig og gjørdi ikki nógv um seg. Hon var rólig, friðarlig og dugdi sera væl
botni teir fyrstu dagarnar eftir »dómin«. Men, sigur tú so aftur, hví kann tað ikki raka meg sum so mong onnur? Hatta var tín uppfatan av tilveruni. So var bara at bíða. Tað var ein ræðulig tíð fyri okkum [...] slagorðið), tolin sum altíð og fyri frið skyld, ja, so fór Jóhannis bara aftaná. ? Eg komi aftur í morgin, vinurin, var svarið. Men gólvið fingu vit so liðugt. Seinni var altanin á skránni. Har var Jóhannis [...] bleiv Hans Michael spurdur um, hvør var stuttligasta menniskja, hann hevði møtt. ? Jóhannis Østerø, var greiða svarið. So nú eru vit tann humorin fátækari. Men grannalagið má so halda fram í Jóhannisar anda
tosa við. Tá gav hann sær stundir, og hann dugdi so væl at lurta. Hóast hann ikki kom fram við sterkum meiningum í stórari fjøld, so var eingin ivi um, at hann hevði meiningar, og hann visti og tordi at [...] grækarismessa var farin framvið, og fyrstu tjøldrini hoyrdust láta, sum ber okkum boð um ljósari tíðir, komu tungu boðini um, at Jóhannes var slóknaður. Jóhannes var ættaður úr Runavík, giftist til Fuglafjarðar [...] tryggleika í fyritøkuni, hann var altíð her, vit kundu spyrja hann um alt, og hann gav sær stundir til hvønn einstakan. Jóhannes setti seg sjálvan so mangan til viks fyri at hjálpa og vegleiða okkum øðrum. Hann
Fríggjadagin, lítla viku seinni, gekk leiðin so í Glyvra Kirkju til jarðarferðina hjá Jóhan. So skjótt kann tað vera, so svikaligt er foldarlívið. Vit fingu eitt gott telefon prát fyrr í summar. Skilti [...] alt landið. Og so var tað sjálvandi Glyvra Bio, har flormelis varð stroytt á gólvið og fólk svingaðu til den lyse morgen. Jóhan var oddamaðurin, ið sang og spældi harmoniku so sera væl. Um tað var Kostervalsen [...] virkisfúsur. Umframt Firvaldar, so stovanði hann barnakórið Bel Canto, har vit vóru fleiri, sum vóru við av fyrstan tíð. Hjá Jóhan snúði tað seg um felagsskapin, at vera saman um at skapa nakað. Tá eg flutti
ringdi og segði tey tungu boð. Sjálvt um vit fingu at vita tað kvøldið fyri, at tú ikki hevði tað so gott, so roknaði eg ikki við at tú fórt frá okkum. Alt gekk so skjótt fyri seg. Tú fórt á hospitalið [...] og stutt eftir sendur niður, har tú so endaði tínar dagar. Eg fekk líka heilsa upp á teg í ambulancanum í Vestmanna, áðrenn tú fórt, eg bað um at tað ikki fór at verða síðstu ferð. Tá vit manglaðu fart [...] sjálvandi eftir mær. Eg var stødd í Havn og var ov sein til bussin. Tað var fríggjakvøld mitt í gekkatíð, so tað var ikki nemt at fáa nakran eftir mær, men enn einaferð vart tú klárur at hjálpa mær og komst
sum eldri. Um okkurt fremmandafólk spurdi um mín uppruna, og eg segði, at eg var abbadóttur Jákup uppi á Regni, var vanligasta aftursvarið “hann er so fittur”! Tó kom tað óvart á meg, at so nógv av mínum [...] svar frá honum, tá ið eg bað um at sleppa uppí. Tá ið eg minnist aftur á sumrini í Føroyum sum barn, koma minnini altíð fram í einum grønligum ljósi. Hetta man vera tí, at ein so stórur partur av teimum fóru [...] mær og spurdi til tað ið eg lærdi, og so kom hann við sínum ískoyti. Serstakliga dámdi honum væl at geva mær støddfrøðiligar avbjóðingar, men stundir vóru meira enn so til eitt Olsen ella bæði tvey. Ein