Tað vóru ógvuliga tung boð vit fýra beiggjar fingu, tá ið vit í telefonini fingu at vita, at nú var lívsneisti tín kæra systur slóknaður. Vit vóru allir staddir í Danmark, meðan tú lá á Ríkishospitalinum, soleiðis at vit kundi vitja teg so ofta sum møguligt, vit høvdu jú tosað um, at vit skuldi nýta eina tíð saman her niðri, tá ið tú nú var vorðin røsk aftur, men soleiðis skuldi ikki verða. Tú bleiv send heim til Føroyar, á Landssjúkrahúsið, og har var tú bert nakrar dagar, tá ið Judi ringdi til mín og segði, at nú var mamma deyð.
Góða, elskaða systir, vit bæði og Regin vuksu upp í Valinum, har Sverri eisini er føddur, og í 1953 fluttu vit so til Trongisvágs, har vit komu í nýggj hús og fingu hvør sítt kamar. Eg havi bara góð minnir um okkara uppvøkstur saman við okkara foreldrum, sum tíverri doyðu alt ov ung. Í Trongisvági bleiv Signar føddur, so nú vóru vit fimm systkin, sum altíð hava staðið saman og hildið nógv av hvørjum øðrum, tó var tú altíð okkara eygnasteinur og okkara samlingspunkt, tá ið vit vóru saman.
Eftir loknan skúlagang fór eg í læru í smiðjuni og tað síðsta árið, eg lærdi, kom tú á kontórið at arbeiða. Í 1959 fór eg til Danmarkar at lesa, og í 1960 kom tú eisini niður á “Sorø husholdningsskole” og tá sóust vit av og til. Tá ið tú var liðug við skúlan, tosaði eg við teg um at blíva her niðri eina tíð, men tú var blivin forelskað í Peturi og vildi bara heim til hansara og so bleiv. Eg bleiv í Danmark til 1977.
Tit bæði blivu gift í 1962 og fingu trý børn saman, men her var lagnan hørð við tykkum. Tit misti Petur longu í 1981, so tit fingu bert 19 ár saman. Petur og tú høvdu tað gott, tey árini tit fingu saman, men tað bleiv strævið hjá tær, einsamøll við trimum børnum, har Jón Tórur bert var 6 ár, tá ið hann misti pápan.
Frá 1960 og til 1977 sóust vit bert, tá ið vit vóru heima og hildu feriu, og sum vanligt visti tú ikki hvørjum beini, tú skuldi standa á, fyri at vit skuldi hava tað so gott so gott. Tá ið vit so komu aftur til Føroya í 1977, fingu vit so aftur okkara vanliga familjusamband, har tú var samlingspunktið hjá okkum øllum. Títt lív lagaði seg soleiðis, at tú altíð var klár til at hjálpa øðrum.Tú tonkti sjáldan uppá teg sjálvan, og serliga tey seinri árini, har tú hjálpti til í TB. Eg eri heilt vissur í, at nógv ið hava tilknýti til TB, sakna teg nógv.
Í 2005 fluttu vit so aftur til Danmark, og so hildu vit sambandið við líka, antin pr. telefon ella Skype, og so tá ið tit vóru her niðri hjá okkum, ella vit vóru heima hjá tær, góða systir. Eg kom nokk so ofta heim til tín, tí eg longdist eftir at sleppa á flot, og hvør hevði útróðrarklæðini, oljuklæðini og hanskar í ordan, tá ið eg kom, jú tað hevði tú góða systir. Eg sakni teg, góða. Hvørja ferð eg var heima hjá tær, kundi eg síggja fullar snórar av TB búnum, sum tú hevði vaskað, tí teir skuldi jú vera reinir leygardagin, tá ið teir skuldi spæla aftur. Eg tosaði við Regin ein dagin og segði hann soleiðis »hvør skal nú gera blóðmør og hvør skal kóka seyðarhøvd«. Ja tú er saknað góða systir.
At tú var ógvuliga avhildin, vísti tey nógvu, sum fylgdu tær til tín seinast hvíldarstað, undir liðuna á tínum elskaða Peturi, millum blómur við Tvøroyrarfjørð.
Takk fyri alt, góða, elskaða systir.
Eg drýpi høvur og lýsi frið yvir minnið um systur mína Oddbjørg Holm.
----------
Heri