um at leggja á fjøllini í stormi og kavaroki seint á kvøldið ella um náttina. Men hon leggur dent á, at hon hevur eisini alla tíðina lagt dent á, at hava ein góðan bil, sum hevur ligið væl á vegnum. Her [...] bremsa á Eggini, tí ein bilur stóð frammanfyri henni mitt á vegnum. - Tað vóru nakrir ungir mans norðaneftir, sum rætt og slætt høvdu steðgað bilinum mitt á vegnum, tí teir tordu ikki at koyra longur og tað [...] til bussføraran, men hann helt ikki, at tað vóru líkindi hjá konufólki at fara á fjøllini hendan dagin. Ein annar trupulleiki, sum av og á hevur gjørt tað torført at koyra á gamla Hovsvegnum, er skalvalop
trúgvi upp á tað sama sum tey. Jákup Dahl hevur lokið útbúgvingina, sum eitur Bachelor í Drama and Film Studies á Anglia Ruskin University í Cambridge. Hann hevur eisini verið í starvsvenjing á Sendistovuni [...] upplivað í Føroyum, at fólk hava broytt ásjón á meg aftaná tey funnu útav, at eg ikki eri trúgvandi. Tað var, sum um tey hugdu uppá meg og søgdu “Eg helt ikki tú vart soleiðis” - sum um eg knappliga var [...] United, og tað er rótin til alt ónt her á jørðini, sigur Jákup Dahl. Vit syndarar brenna í helviti Eftir hansara tíð í Bretlandi hevur Jákup fingið eina øðrvísi áskoðan á kristindómin og hansara ávirkan í Føroyum
í hæddina seinast í 1990’unum, tá ið bólkurin vann upp á tindarnar á sølulistunum. Tá gekk tað lívliga fyri seg, og tónleikararnir vóru støðugt á konsertferð ella í studio og tóku upp. - Lívið við Korn [...] hjá okkum, broytti okkum eisini. Vit upplivdu at trýst kom á okkum, tí vit skuldu koma við nýggjum sangum allatíðina, og vit skuldu umboða bólkin á ein serligan hátt, sigur hann. Rúsaðu seg hvønn dag Eitt [...] blivu vit allir giftir, men tað var trupult hjá okkum at hava familju og verða á ferð við tónleikinum allatíðina. - Lívið á konsertferðunum var ørt. Vit ballaðust allatíðina. Vit drukku hvønn dag og vaknaðu
Pínan, sigur hon, var ikki so øgilig, heldur alt hitt, sum gekk fyri seg í høvdinum á henni. Hon helt, at hon var deyð á skurðborðinum, og nú skuldu læknarnir bara hava barnið út, tí hon kundi ikki fara [...] ði í november 1989. Hetta tók øll á bóli og sendi síni ekkó gjøgnum føroyska heilsuverksheimin. Anna Petra kundi siga rætt frá øllum, sum hevði gingið fyri seg inni á skurðstovuni frá tí, at hon skuldi [...] at hon ikki megnaði at fáa slanguna niður í hálsin á henni. Læknin tók yvir, og lítla løtu seinni var tað gjørt. Eg doyggi Tá slangan var komin upp á pláss, byrjar Anna Petra at føla tað, sum at hon andar
grindaveiðimálum í farnu samgongu. Hann stóð á odda fyri at smíða grindalógina, og tá helt hann, at tey, sum brutu lógina skuldu minst hava 5000 krónur í bót. Men tað helt Løgtingið vera alt ov lítið og tí varð [...] varðveitast, men nú verður tað so ikki longur revsivert at síggja eina grind, uttan at boða frá. Men fremur tann, sum sær eina grind uttan at boða frá, eisini onnur brot á grindalógina, verður revsingin herd [...] øgiliga forargaður, sá onkur eina grind, men ikki boðaði frá og ístaðin legði myndir av henni á Facebook, helt Jacob Vestergaard, tá ið Løgtingið umrøddi ætlanini. - Hví skal eitt heilt grindaøkið líða undir
heilt fastan form, men broyta seg á konsertunum. Hevur slept blásarunum Á fløguni spæla blásarar ein stóran leiklut í at skapa ljóðmyndirnar, men hesir eru ikki longur við á konsertunum. Julie Maria sigur [...] nýggjaru stjørnum á danska tónleikahimmlinum, hon hevur drúgvar royndir úr sangkórum og jassumhvørvinum, men er nýliga farin at ganga egnar leiðir, sum eitt slag av singer/songwriter. Á fyrstu fløguni hjá [...] gjøgnum fyrrverandi sjeikin hjá sær, ið var úr Holstebro, har Teitur gekk á tónleikaeftirskúla. Eivør hevur hon spælt konsertir saman við á Borhnholm í sambandi við Bornholm Festuge fyrr í ár. Væl ílatin Heldur
við at spyrja, hvat hon helt sjálv. Hon svaraði, at hon helt, at hon var deyð, og hon fekk játtandi aftursvar. ? Hevði hon bara havt grátið ella okkurt, so vistu vit, at hon var á lívi, men har var onki [...] at salta vegirnar. Hon fýlist á, at tað ikki varð saltað á vegnum við SMS hetta kvøldið. Tað var glerstoytt, og stutt fyri jól. ? Eg spyrji bara, hví tað ikki varð saltað á einum vegastrekki, har tað koyrir [...] hóast tað var hált. Hon koyrdi býbussin, sum koyrir niðan millum Gilja og á Løgmannabreyt og so oman í Steinatún. Allastaðni uppi á Løgmannabreyt og millum Gilja vóru vegirnir saltaðir, so har var ikki hált
februar var ein hódagur, ein heilt vanligur hósdagur, helt eg. Men so var ikki. Frá morgninum av, tá eg kom oman á universitetið og allan dagin á tamb, var eg konfronterað við kommersialismuna íklædda [...] sum heilagt. Vandin er, at hon spakuliga krípur inn í høvdini og hjørtuni á okkum, og at vit at enda ikki longur kunnu virka á nøkrum lívsøkjum uttan at hava hana við. Ringast er tað sjálvandi, tá hon [...] hon er vorðin ein ótilvitaður partur av okkum. Tann dagin, tá vit ikki longur duga at vísa kærleikan uttan at hava eina slíka orsøk bæði sum legitimering og fyri ikki at tykjast til láturs. Kanska er vandin
nlinum. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, dámdi ikki orðalagið og helt ikki, at hon var limur í nakrari mafia. Gerhard Lognberg helt ikki, at nakað var galið við orðavalinum, tí "eg síggi, hvør stýrir [...] vit hava nakran møguleika at fáa undirsjóvartunnil í Sandoynna, má eg melda meg inn í Norðoya-mafiuna á Løgtingi. Tað sigur Gerhard Lognberg, tingmaður, turrisliga í Løgtinginum, nú tunnilin til Viðareiðis [...] fáast fyri góða helvtina. Brandur Sandoy stúrir fyri, at hetta fer at skjóta Sandoyartunnilin enn longur út í framtíðina, men tað vónaði Gerhard Lognberg ikki.
hevur ikki so nógv at siga longur. Tað er ljósið innan úr Arnoldi, sum endar á løriftinum. Inni í rúminum eru seks neonljósrør, sum vinna á myrkrinum og sum sýna honum litleikin á løriftinum. - Fyrr kundi [...] tá tú málar. Gamal drongur Á stovubróstinum hanga tveir vakrir bringumálningar av tveimum ungum kvinnum. Tær eru ógvuliga stílreinar og hóast smáar í vavi, so fylla tær væl á bróstinum. Onnur er reyðhærd [...] skeinkir kaffi. Tað er sterkt og svart og tjúkkar flísar av brúnukøku liggja lokkandi á einum talerki miðskeiðis á sofaborðinum, vit sita kring. - Pastellin er so taknemmilig at arbeiða við, munandi lættari