Brian Head Welch var ein av vinmonnunum úr Bakersfield í California, sum stovnaðu rockbólkin Korn í 1993. Bólkurin gjørdist við tíðini ein av best umtóktu hørðu rockbólkunum í heiminum, teir seldu milliónir og aftur milliónir av fløgum, og teir spældu útseldar konsertir víðahvar.
Í februar mánaði í 2005 avgjørdi Brian Head Welch, sum var gittarspælari í bólkinum, at fara burtur úr bólkinum. Hann tók seg aftur, tí hann hevði rent seg fastan við hørðum lívsstíli og rúsevnismisnýtslu. Hann helt seg hava brúk fyri broyting í sínum lívi, og so mátti hann taka neyðugu avleðingarnar – millum annað at siga farvæl til ein av størstu rockbólkunum í USA.
Korn kom av álvara í hæddina seinast í 1990’unum, tá ið bólkurin vann upp á tindarnar á sølulistunum. Tá gekk tað lívliga fyri seg, og tónleikararnir vóru støðugt á konsertferð ella í studio og tóku upp.
- Lívið við Korn varð púra vilt. At byrja við vóru vit bara nakrir vinmenn, sum fóru at spæla saman, og tá vit so sluppu út at spæla og kundu liva av tí, hildu vit okkum verða sera hepnar. Og so alt í einum vaks tað seg bara risastórt, og vit spurdu okkum, hvat í allari víðari verð hendi hjá okkum, sigur Brian Head Welch.
- Men at tað gekk so væl hjá okkum, broytti okkum eisini. Vit upplivdu at trýst kom á okkum, tí vit skuldu koma við nýggjum sangum allatíðina, og vit skuldu umboða bólkin á ein serligan hátt, sigur hann.
Rúsaðu seg hvønn dag
Eitt varð at arbeiða í studio, leggja nýggjar sangir til rættis og spæla teir inn. Lívið var ikki minni hektiskt, tá ið Korn fór á konsertferðir kring USA og aðrastaðni í heiminum.
- At byrja við var tað sera stuttligt. Vit vóru allir góðir vinir, men við tíðini broyttist tað, og tað gjørdist ov nógv av tí góða. Ár eftir ár spældu vit kring allan heimin, og vit vóru lítið heima saman við familjunum. Eftir triðju útgávuna hjá Korn, blivu vit allir giftir, men tað var trupult hjá okkum at hava familju og verða á ferð við tónleikinum allatíðina.
- Lívið á konsertferðunum var ørt. Vit ballaðust allatíðina. Vit drukku hvønn dag og vaknaðu hvønn morgun við timburmonnum. Vit livdu ikki nakað vanligt lív. Vit vóru alkoholikarar og viðhvørt rúsevnismisnýtarar, og við tíðini misti eg meg sjálvan burtur og var troyttur av lívinum, sigur Brian Head Welch.
- Tað ber ikki til at drekka og drekka og drekka – hvønn dag – og hava eitt normalt lív. Tað ber heilt einfalt ikki til, sigur hann.
Misti seg sjálvan burtur
Í 2005 hevði Brian Head Welch fingið nóg mikið av harða lívinum hann lividi sum tónleikari á ferð.
- Tað vóru fleiri orsøkir til, at eg gavst at spæla í Korn. Eg var troyttur av at verða fullur og skeivur ár eftir ár. Eg brúkti harðari rúsevni enn nakrantíð áður, og eg helt meg verða blivnan øran. Eg hevði eisini eina dóttir har heima. Mamma hennara var rýmd, og eg hevði ábyrgd av henni, meðan eg var á konsertferð. Og tað hevði eg sera ringa samvitsku av, sigur Brian Head Welch.
- Eg kendi tað sum, at eg fullkomiliga misti tamarhaldið á mínum, og eg mátti gera eina grundleggjandi broyting. Tað var tá, at tók avgerðina um at broyta meg og finna meg aftur sum persónur, og so mátti eg taka tær avleiðingarnar, sum vóru neyðugar. Eg gav mítt lív til Jesus, og eg gavast í Korn, tí eg kundi ikki halda fram við tí lívinum.
Brian Head Welch heldur, at lívið hjá honum er broytt til tað betra, síðani hann gavst í Korn.
- Eg havi framvegis góðar og ringar dagar, og við hvørt eri eg deprimeraður og illur. Eg livi ikki nakað perfekt lív, men eg drekki ikki longur, og eg brúki ikki rúsevni, og lívið er munandi betri, enn tað var, sigur hann.
Í 2008 gav Brian Head Welch út sína fyrstu fløgu undir egnum navni, og síðani er hann eisini farin út at spæla live aftur. Nú kemur hann til Føroya at vitja, og í kvøld spælir hann á Fjarðafestivalinum í Skálafirði.










