? Eg var ikki burtur. Eg fangaði alt, var tað fyrsta, sum Anna Petra Winther segði, tá hon raknaði við aftur eftir at hava átt ein son við keisaraskurði í november 1989.
Hetta tók øll á bóli og sendi síni ekkó gjøgnum føroyska heilsuverksheimin. Anna Petra kundi siga rætt frá øllum, sum hevði gingið fyri seg inni á skurðstovuni frá tí, at hon skuldi eitast fyri at vera burturdoyvd, og inntil tey doyvdu hana meira.
Anna Petra hevði ein øðrvísi barnsburð við soninum, sum eitur Pætur og er 14 ára gamal í dag. Hann lá pinnastillur gjøgnum allan burðin, og hon merkti so at siga ongantíð lív í búkinum. Hetta ørkymlaði hana nógv, men barnsburðurin gekk tó fínt.
Barnið í sitandi legu
Eina góða viku fyri at hon skuldi eiga, fór hon til Havnar á hvíldarheimið fyri at hvíla í eina tíð.
Hon fekk verkir nakað, áðrenn hon upprunaliga varð sett til, men tað var eisini soleiðis við hinum trimum børnunum, so tað tók hon ikki so tungt. Hon legði seg, tá verkirnir vóru byrjaðir fyri at vera væl fyri, tá hon skuldi eiga. Men hon sovnaði, og tá hon vaknaði aftur, var long tíð fráliðin, og alt var burtur. Hetta var eitt stórt vónbrot fyri hana, og hon skilti onki.
Anna Petra bleiv kannað, og tað vísti seg, at Pætur hevði vent sær og sat. Hóast fleiri royndir at venda honum, so eydnaðist tað ikki læknunum. Pætur gjørdist stressaður av tí, og tí varð gjørt av, at Anna Petra skuldi eiga Pætur í sitandi legu. Hetta dámdi henni onki, og tankin um at fáa keisaraskurð var henni ógvuliga tiltalandi.
Tvær royndir vóru gjørdar at seta hana í gongd, men onki hendi. Tá hon hevði ligið við dropp í sjey tímar, hendi framvegis onki. So varð gjørt av, at hon skuldi eiga við keisaraskurði.
Men onki kundi fyrireika hana uppá tað, sum síðani fór at henda.
Narkosan virkaði ikki
Anna Petra stúrdi, tí hon hevði ikki roynt keisaraskurð áður. Hon undrast á, at onki varð givið henni fyri at taka tað róligt. Eisini heldur hon tað vera ov galið, at tað ikki verður greitt nærri frá, hvat hendir við einum, tá ein fer undir fulla narkosu.
? Hetta hevði eg helst ikki havt hugsað um, um alt gekk sum tað átti hjá mær, men tað gjørdi tað ikki, og tí haldi eg, at tað er ov galið, sigur Anna Petra sinnisrørd.
Meðan hon lá á skurðbriksini, gingu øll rundan um hana og gjørdu alt klárt. Síðani fekk hon at vita, at nú fekk hon doyving. Hon byrjaði at telja uppí tíggju og sovnaði so.
Men hon vaknaði aftur eftir einari lítlari løtu og var beinanvegin varðug við, at alt ikki ruggaði rætt. Hon visti, at hon hevði ikki átt, tí hon hevði ikki verið burtur longi.
Hon vaknaði av, at onkur stóð og trýsti eina slangu niður í hálsin á henni. Nakað sum tyktist at vera trupult hjá viðkomandi.
Klýggjukenslurnar hjá Onnu Petru vóru har beinanvegin. Men hon fekk ikki klýggjað, tí at allir musklar hjá henni vóru deyðir.
? Eg kendi tað, sum at onkur royndi at kvala meg, og eg var ræðuliga bangin, sigur skopunarkvinnan, sum í dag býr í Havn.
Anna Petra hugsaði um rørslurnar og kendi tað, sum at hon vildi spýggja, men hon fekk onki gjørt. Tað var bara í høvdinum á henni.
Orsøkin til, at Anna Petra ikki føldi sínar musklar er, at pílagift verður sprænd inn í kroppin saman við doyvingini, og hendan lammar allar musklarnar.
So hoyrdi hon narkosusjúkrasystrina siga, at hon ikki megnaði at fáa slanguna niður í hálsin á henni. Læknin tók yvir, og lítla løtu seinni var tað gjørt.
Eg doyggi
Tá slangan var komin upp á pláss, byrjar Anna Petra at føla tað, sum at hon andar út og fær ikki andað innaftur. Slangan, sum varð koyrd niður í hana, var til respiratorin. Men Anna Petra visti ikki av tí, og tískil helt hon, at hon at hon nú fór at doyggja, tí hon fekk ikki luft.
? Eg andaði bara út og fekk ikki andað inn. Og eitt og hvørt menniskja veit, at tá ein ikki andar, so doyr man. So eg ivaðist ikki í, at eg var deyð, tá eg hevði ligið og barst við at anda í eina góða løtu, og tað ikki eydnaðist, greiðir hon frá, meðan hon hevur hendurnar um hálsin sum um at hon framvegis kennir slanguna í hálsinum.
Panikkurin var øgiligur í henni. Hon hoyrdi teg flyta seg inni í skurðstovuni. Innan í rópti og geylaði hon eg doyggi, eg doyggi.
Tuflurnar, sum tey øll vóru í, ljóðaðu sum um tey leikaðu í inni har, og hon var fullkomuliga frá sær sjálvari. Innaní, tí at síggja til lá ein fullkomuliga burturdoyvd Anna Petra á skurðsongini koplað til respiratorin, og øll gingu bara útfrá, at hon lá í fasta svøvni. Hon stríddist við at anda, men har hendi onki og so við og við vandi hon seg við tankan um, at hon var deyð, og at soleiðis var tað, tá man var deyður.
? Tað ringasta var tó, at eg visti, at eg hevði ein blóðtrýstmátari á mær, og eg skilti ikki, hví tey ikki løgdu til merkis, at eg var við at doyggja ella longu var deyð, tí tað mátti sæst aftur á mátaranum, sigur hon.
Hon hevði hug at skríggja, rópa og rykkja seg leysa, men hon fekk onki gjørt.
Sker bara!
Brádliga tekur hendan kvinnan, sum stendur aftan fyri hana og hálar eygnalokið hjá Onnu Petru upp. Hon sá beint í eyguni á narkosusjúkrasystrini.
? Eg gloymi aldrin aftur eyguni á henni, sigur Anna Petra hart. Narkosusjúkrasysturin segði bara, hon hevur tað fínt. Sker bara!
Anna Petra var frá sær sjálvari. Hon føldi væl, at teir skóru hana. Hon samanber tað við tá, ein hevur ein óhvassan knív og sker eitt fransbreyð.
Pínan, sigur hon, var ikki so øgilig, heldur alt hitt, sum gekk fyri seg í høvdinum á henni.
Hon helt, at hon var deyð á skurðborðinum, og nú skuldu læknarnir bara hava barnið út, tí hon kundi ikki fara til gravar við barninum í sær.
? Um teir so skóru meg sundur hendan dagin, so hevði tað ikki verið øðrvísi. Hitt yvirdoyvdi alt, sigur hon.
Alla hesa tíðina hevði hon ikki hugsað einaferð um barnið, men nú tá hon var skorin, royndi hon at hugsa um hann.
Brádliga hoyrdi hon læknan siga við jarðarmóðirna:
»Tak tú barnið!«
Aftur kemur tankin um, at hon ikki hevur andað so longi.
? Tá eg hoyrdi, at barnið var úti, tá var eg fullvís í, at eg var deyð, tí tá hevði eg ikki andað so longi, sigur Anna Petra rólig á røddini.
Meðan hon hugsar soleiðis er tað tíð at seyma hana aftur. Hon hugsar um seymingina og heldur, at nú er onki eftir. Hon hevur gloymt alt sum barnið, og tað einasta, sum melur í høvdinum á henni er, at nú er hon deyð, og alt er yvirstaðið.
Tá fær hon meira doyving og so er hon vekk.
Eg fangaði alt
Anna Petra átti Pætur klokkan 16.54 tann 10. november í 1989. Nakrar tímar aftaná vaknaði hon aftur. Hon ýldi og græt púrasta frá sær sjálvari. Hon visti beinanvegin, at hon ikki var deyð, og tað gekk upp fyri henni, at hon var enn í hesu verð.
Hon fekk eina sproytu av doyving frá sjúkrasystrunum, sum vóru hjá henni, tí hon var so uppøst.
Nógv er henni ógreitt, tí hon var so doyvd, men eitt minnist Anna Petra serliga væl til. Meðan hon varð trillað eftir gongini, raknaði hon við nakrar ferðir, av at sjúkrasystrar vístu henni, hvussu hon skuldi anda.
? Ja, soleiðis. Anda inn og anda út, søgdu tær, meðan tær trýstu á búkin hjá mær, greiðir Anna Petra frá. Hon var so ávirkað av tí, sum var hent, at hon hevði gloymt, hvussu ein andaði. Heilin hjá henni var jú innstillaður uppá, at hon var deyð.
Grátur og øði
Tá tey komu nakað longur eftir gongini, kom Karlon, maður Onnu Petru og segði, at tey høvdu fingið ein fittan beiggja, sum hevði tað gott og lá í kuvøsu.
Anna Petra breyt fullkomuliga saman og segði honum alt. Øði kom í hann, og hann spurdi, hvat hetta var fyri nakað.
Aftur fekk Anna Petra eina sproytu. Og serliga hetta hevur Anna Petra hug at fílast inná.
? Hvørja ferð eg breyt saman og fór at gráta, fekk eg eina doyvandi sproytu. Tað tyktiskt, sum um tey ikki vildu, at eg skuldi gráta, sigur hon.
Seinni um kvøldið savnaðust øll, sum høvdu havt við skurðviðgerðina hjá Onnu Petru at gera, inni á stovuni hjá henni. Læknin spurdi hana, hvussu nógv hon visti. Alt passaði, sum hon segði.
Tá narkosusjúkrasysturin kom inn, legði Anna Petra í sínari villareiði og syndarligu støðu á hana.
? Eg segði eitt ikki so pent orð við hana og so, at hon hevði sagt, at eg hevði tað fínt. Hon vendi sær í hurðini og slapp sær burtur, sigur Anna Petra, sum seinni angraði, at hon hevði verið so ill við hana.
Onga doyving
Anna Petra slapp ikki at hava sonin inni á stovuni hjá sær um náttina, tí hon fekk doyvandi, so hon segði nei takk til doyvingina. Hon vildi hava Pætur inni hjá sær. Sambandið við hann var vorðið tættari, tí føðingin var so ræðulig.
Hon fekk sín vilja og slapp at hava hann inni hjá sær. Mitt um náttina vaknaði hon. Hon ristist og skalv av abstinensum. Hon fekk ikki tosað, og hon mátti ringja eftir hjálp.
Tá fekk hon so aftur eina tablett at sova av. Men tað var eisini tann seinasta.
Svøvnleysar nætur
Sjey dagar eftir føðingina slapp Anna Petra heimaftur. Trý spent børn bíðaðu heima í Skopun eftir henni og Pæturi. Tann fyrsta tíðin var ræðulig. Anna Petra svav ikki eina nátt. Hon hevði marruna í langa tíð.
? Eg royndi sum frægast at stríða meg ígjøgnum tíðina. Tað var ikki lætt, sigur Anna Petra, sum enn tann dag í dag hevur stórar trupulleikar við at fara til tannlækna.
Tað einasta hon hugsaði um var, at hon ikki skuldi hava fleiri børn. Men so bleiv hon aftur við barn. Og tað vóru níggju harðir mánaðir hjá henni at koma ígjøgnum. Men alt gekk upp á stás. Hon átti Tór eftir lítlari løtu uttan nakrar trupulleikar. Og Anna Petra ivast ikki í, at tað bara er ein, sum vildi minna hana á gleðina við at eiga eitt barn aftur.
? Ein er, sum hevur hildið mær uppi øll árini. Eg tori ikki at hugsa tankan um, hvussu hevði verið og hvar eg hevði verið, um eg ikki átti Jesus í hjartanum. Hóast alt, havi eg merkt hann hjá mær, og hevði eg ikki klárað alt uttan allar bønir, ið eru sendar fyri mær. Bert tí havi eg klárað alt stríðið, sigur Anna Petra Winther.