- Í London hava fólk virðing fyri tær, óansæð um tú ert føroyingur ella afrikanari og um tú trýrt uppá Guð ella ikki. Tað haldi eg, at nógvir føroyingar kundu lært nógv av - hetta at virða, at fólk kunnu halda og trúgva nakað annað enn tú sjálvur.
Soleiðis sigur 26 ára gamli fuglfirðingurin Jákup Dahl, sum hevur búð í Bretlandi í yvir trý ár.
- Eg havi fleiri ferðir upplivað í Føroyum, at fólk hava broytt ásjón á meg aftaná tey funnu útav, at eg ikki eri trúgvandi. Tað var, sum um tey hugdu uppá meg og søgdu “Eg helt ikki tú vart soleiðis” - sum um eg knappliga var ein heilt annar persónur, bara tí eg ikki trúgvi upp á tað sama sum tey.
Jákup Dahl hevur lokið útbúgvingina, sum eitur Bachelor í Drama and Film Studies á Anglia Ruskin University í Cambridge. Hann hevur eisini verið í starvsvenjing á Sendistovuni í London, har hansara høvuðsuppgáva var at marknaðarføra Føroyar sum “film location”. Aftaná starvsvenjingina hevur hann eisini gjørt konsulent arbeiði fyri Sendistovuna - fram til 1. januar, tá ið hann flutti heim til Føroya.
Føroyingar mugu læra av øðrum
Fyri Jákup Dahl hevur tað verið hugtakandi at uppliva eina øðrvísi mentan, ein øðrvísi hugburð og eitt øðrvísi tolsemi enn tað, sum hann hevur upplivað í Føroyum.
- Eg eri uppvaksin á Kambsdali, har tað kanska búðu 30 familjur. At flyta til ein bý við meira enn 7 milliónum íbúgvum er sjálvsagt ein heilt onnur verð, sigur hann.
- Í byrjanini føldi eg meg ógvuliga lítlan. Eg føldi meg, sum eitt lítið insekt! Í Føroyum er man nógv meira sjónligur í samfelagnum - man er nakað. Í Føroyum eri eg hann sjálvur Jákup har norðuri frá, sonur Jógvan. Tey eldru spyrja eisini altíð: “Hvør eigur teg?” Tað er, sum um tey spyrja fyri at vita, hvat slag man er. “So tú ert Dahl’ari úr Vági?”
- Tá fólk so vita ‘hvør eigur ein’ og hvørjari ætt ein er av, so er tað ofta, sum um at tey longu hava eina støðu til, hvør man er. Hugsa tær at standa í London og siga: “Hello Sam Green, nice to meet you. Who owns you?” Tað ber ikki ordiliga til, sigur ein skemtandi Jákup Dahl.
í London var Jákup anonymur. Hann kundi byrja av nýggjum og læra fólk at kenna, sum hann frammanundan onga støðu hevði til, og størsti munurin millum Føroyar og Bretland var fyri Jákup, at fólk høvdu eitt øgiligt tolsemi við hvørjum øðrum.
-Í London búgva fólk av øllum slagi, mentananum og religiónum. Mong siga í stuttleika, at har búgva eingir onglendingar longur. Har livur tú lið um lið við menniskju, sum eru myrk, úr Fjareystri, eru muslimar, kristin, samkynd, ateistar og so víðari.
Hann heldur, at nógvir føroyingar høvdu havt gott av, at búð í einum fleirmentaðum býi, har ein lærur nakað um tolsemi mótvegis sínum næsta.
- Nógvir føroyingar eru alt, alt ov snævurskygdir. Nógv høvdu havt gott av at búð í einum multi-kulturellum býi fyri at lært, at okkara húðarlitur, trúgv ella seksuella sannføring ikki avger, um vit eru eitt gott ella ringt menniskja.
- Tá eg hoyri um, at summi ikki fara til konsert hjá Elton John, tí hann er samkyndur, ella til borðs við íslendska forsetanum, tí hon er lesbisk, so veit eg ikki, um eg skal flenna ella gráta. Í mínari verð er tað fullkomiliga langt úti, og minnir mest um at eg sigi, at eg kundi ikki funnið uppá at fari til konsert hjá Robbie Williams, tí hann heldur við Manchester United, og tað er rótin til alt ónt her á jørðini, sigur Jákup Dahl.
Vit syndarar brenna í helviti
Eftir hansara tíð í Bretlandi hevur Jákup fingið eina øðrvísi áskoðan á kristindómin og hansara ávirkan í Føroyum. Jákup er uppvaksin við at biðja Faðir Vár, at ganga í kirkju og verða góður við sín næsta. Men hansara uppvøkstur og hansara tíð í Bretlandi hevur lært hann at hugsa fyri seg sjálvan.
- Í mínari verð eigur trúgv at vera nakað gott og ein boðskapur um kærleika, men soleiðis havi eg slett ikki fatan av, at tað verður brúkt í Føroyum. Her kunnu samkynd ikki liva í friði - tey eru sjúk og skulu grøðast. Ikki-trúgvandi koma ikki í himmiríki til síni kæru og skulu brenna í helviti í allar ævir. Tey, ið ganga í býnum við kenning, eru øll syndarar og mugu umvendast til kristindómin, soleiðis at tey kunnu møta Jesusi og blíva frelst, sigur hann.
Jákup heldur, at kristindómurin í Føroyum verður brúktur hóttandi og dømandi mótvegis øðrum.
- Eg veit ikki, hvat hendi við, at man bara skal vera góð við øll, líkamikið hvørji tey eru, og at hjálpa hvørjum øðrum. Í staðin fyri fáa lítil børn og annars øll at vita, at man brennir í helviti, um man ikki uppførir seg rætt. Eg haldi ikki, at tað førir til nakað gott at brúka trúgv at hótta við. Tað er alt í lagi við at vera trúgvandi, og tað skal man virða, men so skulu tey trúgvandi eisini virða, at tað eru onnur menniskju til við aðrari lívsáskoðan, sigur Jákup Dahl.
Nú skulu tabu-evnini upp at venda
Jákup Dahl hevur seinastu árini tikið eina útbúgving innan film og drama. Hann hevur valt at flyta aftur til Føroya, hóast tað neyvan eru nógv størv innan hansara vinnu. Men Jákup er ikki svartskygdur um hetta. Hann sær tað sum ein stóran møguleika at fara undir eina nýggja vinnu í Føroyum, og samstundis taka føroyingar á bóli.
- Films- og dramaverðin í Føroyum er eitt lítið og órørt øki, og tað hevur við sær, at ein kann byrja upp á nógv ting, ið ikki eru upplivað í Føroyum fyrr. Eg eri blivin inspireraður av nógvum tingum, meðan eg havi verið uttanlands. Hetta kann eg næstan kopiera, og soleiðis blíva ein slóðbrótari í Føroyum, sigur Jákup Dahl.
Hann heldur, at í Føroyum eru góðir møguleikar fyri at stápla eina filmsvinnu uppá beinini.
- Eg havi ein dreym um at fáa eina ordiliga filmsvinnu á føtur í Føroyum. Eg haldi, tað er eitt ótrúligt potentiali í Føroyum sum filmsland - bæði við at gera okkara egna og at nýta okkara náttúru sum kulissu fyri útlendsk filmsfeløg, sigur Jákup Dahl.
Men dreymarnir enda ikki her. Jákup vil eisini gera sítt fyri at gera upp við fordómarnir og tabumálini, sum eftir hansara tykki eyðkenna Føroyar.
- Eg kundi hugsað mær at gjørt ungdóms-, dokumentar- ella kjaksendingar í sjónvarpi ella útvarpi, sum kunnu provokera á rætta hátt og taka upp tey evni, sum vit ikki tora at tosa um í Føroyum, sigur Jákup Dahl.