Skulu vit hava nakran møguleika at fáa undirsjóvartunnil í Sandoynna, má eg melda meg inn í Norðoya-mafiuna á Løgtingi.
Tað sigur Gerhard Lognberg, tingmaður, turrisliga í Løgtinginum, nú tunnilin til Viðareiðis er til viðgerðar.
Hann sigur, at tíðin í Løgtinginum hevur víst honum, at tað einasta, politikkur snýr seg um, er at gera rossahandlar.
Tann, sum er uttanfyri Norðoyamafiuna, hevur ongan møguleika og nú vísir tað seg, at allar møguligar verkætlanir eru tiknar fram um Sandoyartunnilin, sigur hann.
Gerhard Lognberg staðfesti sostatt, at fyri at fáa Sandoyartunnilin, má hann sostatt melda seg inn í Norðoyamafiuna og tí ætlaði hann sær at atkvøða fyri Viðareiðistunlinum.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, dámdi ikki orðalagið og helt ikki, at hon var limur í nakrari mafia.
Gerhard Lognberg helt ikki, at nakað var galið við orðavalinum, tí "eg síggi, hvør stýrir løgtinginum og, hvør dugur best at rotta seg saman, sum hann tók til.
Tað duldist ikki, at hann meinti við Fólkaflokkin í hesum føri.
Tí mátti hann bara melda seg upp í fyri at fáa nakrar sømdir.
- Eg vænti, at tey, sum eg hjálpi í dag, fara at hjálpa mær aftur, segði hann.
Løgtingið ætlar at játta 162 milliónir til Viðareiðistunnil, hóast Landsverk heldurm, at ein nøktandi loysn kann fáast fyri góða helvtina.
Brandur Sandoy stúrir fyri, at hetta fer at skjóta Sandoyartunnilin enn longur út í framtíðina, men tað vónaði Gerhard Lognberg ikki.









