av tí er, at studentaumhvørvið er ikki nóg gott. Næmingarnir á ymsu deildunum koma ikki í samband við hvønn annan til dagligt. - Dreymurin hjá setrinum er sjálvandi at fáa eitt universitet, sum er bygt [...] í søguni hjá Fróðskaparsetrinum í nýggjari tíð er útgávan av móðurmálsorðabókini í summar. Nógv er sett út í kortið og her er menningarætlanin eitt. Tað er ein ætlan um, hvussu Fróðskaparsetrið kann verða [...] tað eigur at gera meiri vart við seg í samfelagnum og samfelagskjakinum. - Setrið er ikki ein politiskur stovnur. Tað er ein granskingar- og undirvísingarstovnur. Her verður undirvíst so tað stendur eftir
bøkurnar út, nevniliga at formidla bókina til lesararnar. Men veruleikin er, at tey hava ikki ráð. Tá ið bókin er komin í bókahandlarnar er teirra arbeiði liðugt. Ei heldur bókahandlarnir, sum hóast alt fáa [...] mást tú hava hana út. Akkurát sum at eiga eitt barn. Munurin er kortini, at tá ið tú hevur slept bókini er hon úti av verðini. - At skriva er sálarbót. Tað hevur stóran týdning fyri meg og eg verði glað [...] Hon er útbúgvin lærari og er rithøvundi. At skriva til børn og ung hevur frá byrjan ligið henni næst at hjarta og íblástur til hennara bøkur kemur eitt nú úr nærumhvørvinum, úr skúlagarðinum og annars
dagin Sosialurin hittir hana er hon heima hjá dóttrini, tí eina dagrøktarmamman er sjúk. Bryndis og maðurin, Fróði, eiga tvær døtur, Barbara, sum er 9 ár og Rannvá, sum júst er vorðin eitt ár. Tá ið Barbara [...] nógvum. Hon er so glað fyri at síggja okkum, men tað er bara fyri at siga farvæl eina ferð afturat. - Úrslitið av hesum er, at Rannvá svevur illa um næturnar, vaknar hvønn tíma hvørja nátt og er ónøgd. Vit [...] svar. Tað er á so lágum støði. Reint fyrisitingarliga er eingin virðing fyri okkum borgarum. Nú er ein arbeiðsbólkur settur at fáa greiði á hesum og tað eri eg sjálvandi nøgd við, tí tað er einasta gongda
hesin maður fyrst og fremst er kendur sum málfrøðingur, so er hann so nógv annað, m.a. so er hann ikki einsamallur. Mong tykkara munnu longu hava gitt, hvør maðurin er. Hann er giftur og hevur eina konu [...] lærumeistara. Tí haldi eg, at hann bæði er stoltur og fegin og kanska eitt sindur rørdur eisini. Heðin Brú sigur soleiðis í Fedranna talu: lívlát er ikki deyðin, lívlát er hetta at seta førningin av sær við [...] hjá tí manni, vit heiðra í dag, er heldur ikki tóm. Tægan er á tremur við orðum, og har skyggja m.a. orð sum telda, hugburður og bingja. Hjá fámentari tjóð sum okkara er mentanararvurin ein stór ábyrgd
hann, um hann er av hinum slagnum, tí at tey í sínum lítla sjónarringi hava tað mynd, at ein mannligur frisørur má verða av hinum slagnum. Brosandi leggur ungi klaksvíkingurin aftrat, at hann er altso til [...] fremstu føroysku frisørunum. So tað er einki dulsmál, at Hans Olgar er fegin um at hava fingið lærupláss í Fríðkuni. Fyrstu jól í fýra ár Jólini nærkast alsamt, og tað er nakað, ið Hans Olgar gleðir seg til [...] Olgar er einki undantak. Hann hevur ikki verið heima á jólum síðani 1994. Sjálvsagt er hetta við at verða heima við hús um tær ymsu høgtíðirnar nakað, sum Hans Olgar gleðist mest um, nú hann er uppilagstur
at seta okkum spurningin, um hesin so nógv umrøddi lokalpolitikkur er sjúkan, ið skal basast og lekjast, ella um hann er eitt súmptom. Er hann eitt súmptom, nyttar ikki stórt at brúka orku uppá at taka súmptomið [...] sjúkuni. Smámunaligt egingagn og løtuvinningur gerst lagið Frammanfyri er lýst, hvussu gongdin hevur tikið seg upp eitt nú í USA. Hon er okkum helst ikki ókunnug heldur. Kann vera ikki so ógvusliga, men vit [...] Vit kunnu týða hetta sum Sorgarleikurin um felagsognina. Felags gagn ella landsgagn er onnur felagsogn. Tá ongin er at virka fyri felagsgagni og verja tað, og í roynd og veru kanska tingið minst, nyttar
órættaða, sum er gentan, ið var 17 ára gomul í 1995, tá hendingin fór fram, avgjørdi dómarin at seta navnaforboð, og at gentan skuldi avhoyrast fyri afturlatnum hurðum, eins og forboð er sett fyri at skriva [...] til kennar. Hann var skelkaður og stevndi blaðstjóranum fyri ærumeiðing. Gentan varð við barn Í rættinum kom eisini fram, at gentan var vorðin við barn og at hon hevði fingið fosturtøku. Upplýst varð eisini [...] skriva ella siga frá málinum, fyri at verja gentuna. Bjóðaði gentuni til øl John Petersen er ákærdur eftir grein 216 í revsilógini um neyðtøku. Hendingin fór fram eitt kvøldi, tá John Petersen hevði verið
august mánaða 1995. Alt gekk ógvuliga skjótt fyri seg. Gentan var í 12. viku við barn, áðrenn familjan fekk vitan um, hvat var hent. Tá var gentan sálarliga so illa fyri, at hon bert hevði eitt ynski: at [...] so sum ákæri vildi vera við. Ákæri vakti gentuna á nátt, og bað hana koma uppá at tosa við seg. Gentan helt, at ákæri, sum hon leigaði frá, var ónøgdur við leigararnar, sum spældu ov at ov nógvur larmur [...] larmur ella tílíkt var í íbúðini, fór tí upp at tosa við ákærda. Lokkað undir skeivum fortreytum Tá gentan varnast, at hetta als ikki eru ørindini hjá ákærda, roynir hon at ríma tvær ferðir, men hann forðar
fostrið og metir um, hvussu langt gentan er komin. Turið Holm segði í rættinum, at hon minnist eina bangna gentu, sum ikki segði so nógv. Hon visti frá kommunulæknanum, hví gentan var komin til hennara, men ikki [...] óruddaði illa, og ikki tók upp eftir seg. Um tíðarskeiðið mánaðarskiftið mai - juni, tá gentan verður við barn, er beiggin nógv í heimbygdini, tí hann lesur til próvtøkuna. Sinnalagsbroyting Hann segði [...] betri íbúð aðrastaðni í Havn. Gentan var ikki væl fyri, og mamman hugsaði, at ov nógv fólk gingu inn til teirra, og kanska at tað órógvaði gentuna, at tey sótu og ballaðust. Gentan vil einki siga mammuni Á
ferðir. Rætturin segði, at John Petersen hevði brúkt makt til tess at forða gentuni í at rýma, og at gentan hevði orsøk at halda, at hann kundi brúka meira makt. John Petersen var dømdur sekur í neyðtøku sambært [...] eins og 25.000 krónur til verjan, sum skulu fella til gjaldingar áðrenn 14 dagar. 10 mánað fongsul er vanlig revsing fyri mál av hesum slag.