Tað býr ein framtíð í tí at skriva

- At skriva til børn og ung er nakað serligt, tí lesaraskarin letur frætta frá sær. Tað er ein fyrimunur sum føroyskir rithøvundar hava av at liva í eini smátjóð. Tað fløvar, tí tá veitst tú, at bókin er á lívi, at hon verður lisin. Og tað er virðisløn í sær sjálvum og so var tað alt stríðið vert.

- Kunnu mínar bøkur kveikja lesihugin og skapa lesigleði og kanska harafturat menna lesiførleikan hjá børnum og ungum, ja, so býr ein virðismikil framtíð í tí at skriva. At fáa góðar bókmentir er ein samfelagsuppgáva, tí tað hevur so ótrúliga stóran týdning at børn hava føroyskar bøkur at lesa, sigur Lydia Didriksen, rithøvundur.

Hon er útbúgvin lærari og er rithøvundi. At skriva til børn og ung hevur frá byrjan ligið henni næst at hjarta og íblástur til hennara bøkur kemur eitt nú úr nærumhvørvinum, úr skúlagarðinum og annars úr samskifti við børn og ung. Tað eru tólv ár síðani Lydia Didriksen debuteraði. Tað var við stuttsøguni Frostrósan, ið varð skrivað í sambandi við kapping, sum Kvinnutíðindi skrivaðu út. Í 1993 kom stuttsøgusavnið Gráglómur, men bæði áðrenn og síðani hevur tað verið søgur til børn, smærri og størri, og ung, ið hon hevur lagt meginpartin av orkuni í. Og í september fekk Lydia barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs.

Í grundgevingini fyri at veita Lydiu Didriksen virðislønina segði nevndin fyri barnabókavirðislønina, at hon hevur í bókum sínum tikið fram áleikandi spurningar og tvørleikar hjá børnum, ið hava ilt við at fóta sær í skiftandi umhvørvi. Í framseting sínari á góðum máli hevur hon við hepnari hond tengt spenning og loysnir inn í søgugongdina.

Eiga bókmentir til børn at vera um trupulleikar og tvørleikar, ið eyðkenna tað at vera barn?

- Ein partur ja, men børn eiga eisini at hava aðrar bókmentir í vali, til dømis ævintýr, ævintýrkendar søgur og annað. Børn hava ymiskan tørv og áhuga og tí skulu barnabøkurnar vera ymiskar, sigur Lydia Didriksen.

- Eg skrivi um tað, sum fangar meg og tað sum hevur mín áhuga, eitthvørt sum hendir í gerandisdegnum hjá børnum. Tað er líka so nógv tað innara lívið, sum hevur týdning sum hendingarnar rundanum. Og eg rokni við, at tað verður hetta slagið av barnabókmentum sum eg fari at takast við frameftir eisini.

- Barnabókmentirnar broytast alla tíðina, eins og børnini. Børn í dag eru so nógv øðrvísi enn tá ið eg vaks upp. Tá skuldu vit duga at sita still, tiga og ikki gera nógv hóvasták burtur úr okkum sjálvum. Í dag verða børn uppald til at duga og tora at siga sína meining. Og tað krevur sjálvandi aðrar bókmentir. At børnini kunnu kenna seg aftur í bókunum hevur so stóran týdning, sigur Lydia Didriksen.


Hjartasuff

Felags fyri øll skrivandi fólk í Føroyum er, at tey sakna ummæli og umrøðu av tí tey skriva. Fær bókin ikki umrøðu verður hon tagd og gloymd burtur.

- Vit hava hvørki eitt bókmentakjak ella bókmentakritikk sum er og soleiðis hevur tað verið síðani Brá helt upp at at koma út. Hví er knappliga tøgn? Hetta her við at viðurskiftini eru smá í Føroyum, at øll kenna hvønn annan og tí halda seg frá at ummæla trúgvi eg bara er ein vánalig undanførsla.

- Miðlarnir áttu eisini at gjørt meiri burtur úr, tá ið ein bók kemur út. Teir áttu at havt eina mentanardeild, har eitt nú bøkurnar sum koma út verða lagdar undir luppin. Rói Patursson hevði nakrar góðar sendingar í útvarpinum miðskeiðis í áttatiárunum, har hann tosaði við rithøvundar um teirra starv og verk. Tað vóru góðar sendingar og tað er avgjørt saknur á slíkum umrøðum í dag, sigur Lydia Didriksen.

- Forløgini eiga eisini eina uppgávu út um tað at geva bøkurnar út, nevniliga at formidla bókina til lesararnar. Men veruleikin er, at tey hava ikki ráð. Tá ið bókin er komin í bókahandlarnar er teirra arbeiði liðugt. Ei heldur bókahandlarnir, sum hóast alt fáa triðingin av kostnaðinum sum inntøku lýsa. Onkur einstøk bók, sum selur framúr væl, verður lýst við. Og av tí, at hvørki bókaforløgini ella bókahandlarnir gera nakað við at lýsa fyri bókini fáa ummælini so øgiliga stóran týdning. Uttan mun til, hvussu tey eru.

- Eg havi altíð sent míni handrit út til fólk, eg havi álit á, biðið tey um at lisið handritið ígjøgnum og givið mær kritikk, sum eg kann brúka til nakað. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur eina skipan við konsulenti og nú gjalda tey eisini fólki fyri tænastuna. Hetta átti at verið ein fastur táttur á øllum forløgum. Tað eru altíð fólk, sum ikki vilja hava nakran at hyggja handritini ígjøgnum, og somuleiðis altíð konsulentar, sum ikki hava førleika á økinum. Eg sigi heldur ikki ja takk til ein og hvønn konsulent. Fyrsta treytin er, at ein kann hava álit á viðkomandi og at viðkomandi bókmentaliga er væl fyri, sigur Lydia Didriksen.

- Ein góð loysn eftir mínum tykki kundi verið at havt eitt alment forlag, ið gav fagurbókmentir út eins og vit hava á skúlabókaøkinum og lutvíst fyri barna- og ungdómsbøkurnar. Hetta forlagið skuldi havt nakrar konsulentar knýttar at sær. Hesin tankin hevur verið frammi fyrr og trúgvi eg er ein gongd leið at fara. Forlagið kundi eitt nú skipað fyri skeiðvirksemi, har høvundar kundu farið á skeið og lært um ymisk viðurskift, ið gera seg galdandi í einum teksti, tá ið tú skrivar.

- Tað er greitt, at jú longri tú arbeiðir við einum teksti, jú longri kemur tú inn í kjarnina. Meir myndamál kemur fram og meiri dýpd kemur í. Tá ið tú situr og skrivar hevur tú onga frástøðu til tekstin. Tað fært tú ikki fyrr enn tú letur hann liggja eina tíð og so kemur aftur til hann. Henda frástøðan er neyðug, skalt tú fáa eyga á veileikar og brek í tekstinum. Og her kemur konsulenturin inn í myndina, tí hann hevur hesa frástøðuna.


Bókmentir styrkja um samleikan

Hvat ítøkiliga verður øðrvísi hjá skrivandi fólki í Føroyum, tá ið vit fáa ein orðaðan mentapolitikk, valdast, hvussu nógvur peningur verður settur av til hetta mentan og rithøvundavirksemi, sigur Lydia Didriksen.

- Vit kunnu hugsa okkum, at skrivandi fólk sleppa at arbeiða meiri málrættað og miðvíst. Fyrst og fremst hevur tað týdning at fáa felt niður á eitt skjal, at tað hevur virði og týdning at hava bókmentir, sum spegla okkara samfelag og samtíð og at peningur verður játtaður at fremja hetta. Føroyingar eru ógvuliga sárir um, hvat onnur halda um okkum, vit spegla okkum altíð í, hvat danir og onnur halda um okkum. Vit hava so lítla sjálvsvirðing. Tað hongur helst saman við, at vit hava ein veikan samleika. Ert tú sterk í tær sjálvari og hvílir í tí, hevur tað ongan týdning, hvat onnur halda um teg.

- Har hava bókmentirnar ein styrkjandi leiklut, bæði málsliga og fyri okkara samleika. Tí eigur tað at skriva at verða tikið í álvara. Vit eiga at koma burtur frá hesum, at tað at skriva er frítíðarvirksemi. At skriva kann aldri verða eitt ítriv, tí tað hevur so stóran samfelagsligan týdning. Vilja vit bøta um dygdina á tí, sum verður skrivað, trúgvi eg, at starvslønir, skeiðvirksemi, stuðul annars eru vegir at røkka hesum máli. Ofta verður sagt, at føroyskar bøkur standa ikki mát við útlendskar, sjáldnari hoyrir tú, at arbeiðsumstøðurnar hjá føroyskum rithøvundum als ikki kunnu samanverast við hvussu umstøðurnar eru aðra staðni. Í Føroyum arbeiða skrivandi fólk í brotum. Tú sleppur aldri longri inn í tekstin enn tíðin loyvir tær. Og tað ávirkar eyðsæð úrslitið. Eg havi eina skaldsøgu liggjandi, men eg hætti mær ikki undir hana fyrr enn eg havi ráð at keypa mær frí.

- Alt ov avmarkaðar starvslønir muna ikki nóg væl. Tað leggur eitt alt ov stórt trýst á teg sum høvund. Arbeiðir tú til dømis við eini skaldsøgu, sum tú skalt verða liðug við til eina ávísa tíð, verða tað ólivilig líkindi at fáa nakað frá hondini. Øll eygu verða vend ímóti tær og fólk fara at sera spurnartekin við, um nakað kemur burtur úr, sigur Lydia Didriksen.


Øll gera sítt besta

Í sambandi við handanina av Mentanarvirðisløn landsins, sum á fyrsta sinni varð latin fyri tveimum vikum síðani segði landsstýrismaðurin í mentamálum, Signar á Brúnni, at hann vónaði at virðislønin fór at styrkja føroyskt mentanarlív.

- Eg trúgvi, at starvslønir til rithøvundar og listafólk høvdu komið betri við. Tað er arbeiðsfrið okkum tørvar. Hinvegin haldi eg, at tað er gott at fáa eitt herðaklapp, men eg trúgvi ikki, at ein slík virðisløn fær skrivandi fólk at kýta seg meir og skriva betri fyri at koma uppá tal at verða heiðrað. Eingin skrivar fyri at verða heiðraður. Tá ið tú situr og skrivar gert tú títt besta út frá tínum førleika. Tá ið handritið er liðugt heldur tú, at tað kann ikki verða betri, annars hevði tú ikki slept tí. Ein heiðursløn ger hvørki frá ella til. Men tað er avgjørt gott, at tey, ið hava avrikað nakað, sum øll hava gleði av, fáa herðaklapp.

- At fáa góðar bókmentir, góða myndlist ella hvat tað skal vera er ein samfelagsuppgáva. At skriva barnabøkur til dømis kann aldri vera eitt ítriv, tað er ein samfelagsuppgáva, tí tað hevur so ótrúliga stóran týdning at børn hava føroyskar bøkur at lesa. Vit skulu so stutt aftur í tíðina, tá ið børn einki høvdu at lesa á føroyskum. Skrivandi fólk liva frá hondini í munnin. Fyri eitt handrit eg havi skrivað gjøgnum eitt lítið ár fái eg eina góða vikuløn burturúr.

- Ein eldri næmingur spurdi meg ein dagin, hvussu nógv eg fekk fyri at skriva eina bók. Grundin til at hann spurdi so var, at vit júst høvdu lisið eina søgu frá 1884 eftir svenskan rithøvunda, sum noyddist at arbeiða sum lærari fyri at breyðføða seg og sína familju. Eg segði honum, hvør samsýningin er, og tá ið hann hevði sodnað svarið segði hann, at so dugdi hann als ikki at síggja, at tað var nøkur framtíð í tí at skriva.

Tá ið umstøðurnar eru so vánaligar, hvat fær so fólk at skriva kortini?

- Tað hevur í grundini einki við pengar at gera. Eg havi tað soleiðis, at okkurt, eitthvørt eg síggi ella hoyri fær nakrar tankar í gongd. Soleiðis verður ein mynd hangandi í høvdinum og huginum á mær í langa tíð og so má eg skriva hana. Tað órógvar teg líka til tú setur teg at skriva, so fara tankarnir í gongd. Ein onnur verð veksur innan í tær, búnast og so mást tú hava hana út. Akkurát sum at eiga eitt barn. Munurin er kortini, at tá ið tú hevur slept bókini er hon úti av verðini.

- At skriva er sálarbót. Tað hevur stóran týdning fyri meg og eg verði glað. Sjálv prosessin at skriva, henda kenslan at søkka niður í teg sjálva og verða púra uppslúkað har tú bara ert. Tá ið tú skrivar arbeiðir tú teg ígjøgnum nakrar sálarfrøðiligar prosessir í tí tú skapar søguna, har tú sjálv skalt ígjøgnum eitt sannkenning saman við søguni.

- At skriva til børn og ung er nakað serligt, tí lesaraskarin letur frætta frá sær. Tað er ein fyrimunur sum føroyskir rithøvundar hava av at liva í eini smátjóð. Foreldur og børn, ung, næmingar og lærarar koma ofta og siga teirra hugsan um bókina. Tað fløvar, tí tá veitst tú, at bókin er á lívi, at hon verður lisin. Og tað er virðisløn í sær sjálvum og so var tað alt stríðið vert. Og eg vil siga tað soleiðis, at kunnu mínar bøkur kveikja lesihugin og skapa lesigleði og kanska harafturat menna lesiførleikan hjá børnum og ungum, ja, so býr ein virðismikil framtíð í tí at skriva.

- Mín varhugi er, at føroyskar barnabøkur verða nógv lisnar og næmingar í framhaldsdeildunum eru ógvuliga grammir eftir teim nýggju bókunum. Men so vil eg eisini siga, at summar av teim týddu bókunum bara lisnar av teimum fáu, fínar týddar bøkur, men har málið er ein forðing, tí tað er ov tungt. Sjálv undrist eg mangan á málið hjá týðarunum, teir hava ikki hugsað nóg væl um, hvørji tey eru sum skulu lesa bøkurnar. Hátíðarlig, eldri orð og orðasamansetingar. Sjálvandi skulu lesararnir eisini læra nøkur nýggj orð, men bøkurnar nýtast ikki at vera so gjøgnumsúrgaðar av teimum.

- Tað sýnist at vera ein tendensur tann vegin, at bólkurin av málsliga veikum næmingum veksur. Børn sum ikki duga at greiða frá og sum ikki hava orðatilfarið. Tað eru tekin um, at tað verður lisið og fortalt minni og minni fyri børnum. Hesi viðurskifti eiga at verða kannað, slíkar kanningar verða gjørdar í øllum øðrum londum. Lesingin er so grundleggjandi fyri børnini, at tað eigur at verða satsað meir. Eitt átak átti at verið gjørt fyri lesingini. Eg ivist ikki í, at øll foreldur vilja børnum sínum tað allar besta, men eg eri ikki viss í, at øll foreldur vita, hvussu stóran týdning tað hevur at lesa og siga frá fyri smáum børnum, sigur Lydia Didriksen.


Eitt bókmentaráð

Sum fyrrverandi formaður í Rithøvundafelagnum hevur Lydia Didriksen nakrar tankar um, hvussu umstøðurnar hjá rithøvundum kundu verið og hvørji átøk høvdu munað. Eitt sokallað bókmentaráð hevði verið ein vegur at ganga. Danir fingu í 1996 eina bókmentalóg og eitt bókmentaráð at fremja lógina. Endamálið við tí er at styðja bókmentir og atgongdina til bókmentir umframt at spreiða danskar bókmentir í útlandinum. Økið lógin virkar innan fyri eru danskar og týddar fagurbókmentir, her undir prosa, lýrikk, dramatikk, barna- og ungdómsbókmentir umframt yrkisbókmentir. Við hesum fyri eyga er bókmentaráðið stovnað. Tey ið manna ráðið eru bókavørðir, rithøvundar, bókmentafrøðingar og onnur. Ráðið fær eina ávísa upphædd á hvørjum ári, sum verður lutað í ymsar puljur, og á hvørjum ári ger ráðið eina virkisætlan, sum mentamálaráðharrin góðkennir. Ráðið letur pengar til eitt nú ferðalegatir til týðarar og arbeiðslegatir til dramatikarar. Ein partur av upphæddini verður brúktur til at stuðla verkætlanum, endurútgávu av donskum klassikarum, at formidla skaldskap hjá ungum, skeiðvirksemi hjá rithøvundafeløgunum, og upplestri hjá rithøvundum. Peningur verður eisini brúktur til at stuðla útbúgvingum hjá týðarum, bókmentakritikk og bókmentapolitikk. Samlaða upphæddin bókmentaráðið ræður yvir er ikki ætlað at verða spjødd út til ymsu tiltøkini. Einasti møguleiki føroyingar hava at søkja stuðul úr er Mentunargrunnur Føroya Løgtings. Har kunnu øll søkja og flestu umbønirnar verða gingnar á møti.

- Danir satsa meiri málrættað, meðan vit stuðla meiri breitt. Eg dugi ikki at síggja nakra meining í, at Mentunargrunnurin skal stuðla so breitt. Heldur átti grunnurin at stuðla meiri miðvíst - í tráð við danska bókmentaráðið. Vit eiga at hyggja eftir, hvat er yrkismentan og hvat er áhugamentan og so býta upp. Grunnurin kundi til dømis verið tvíbýttur í tvær puljur eina til yrkismentan og eina til áhugamentan, sigur Lydia Didriksen.

- Eg havi skilt, at Mentamálastýrið hevur í umbúna at seta starvslønir í verk, ið bara fevna um 3-6 mánaðir. Tað boðar ikki frá góðum. Tað er næstan verri enn einki, tí tað er so øgiliga trupult at hava eina so stutta freist hangandi yvir høvdinum. Starvslønirnar skulu vera ymiskar í longd eins og í grannalondunum. At fáa starvsløn í 3-6 mánaðir fáa vit ikki betri skaldskap av.

Grønlendingar arbeiða nú av øllum alvi at fáa sett eina bókmentalóg um bókmentaráð í gildi í Grønlandi.

- Grønland satsar nógv uppá rithøvundarnar og grønlendskar bókmentir. Grønlendska rithøvundafelagið hevur ikki fleiri limir enn okkara, um teir 90 limirnar, men tey fáa 150.000 krónur frá landsstýrinum at arbeiða við. Tað hevði verið hugaligt, um ein líknandi bókmentalóg og eitt bókmentaráð varð sett á stovn í Føroyum, sigur Lydia Didriksen at enda í viðtali.



Ritverk Lydiu:

Frostrósan, stuttsøga, skrivað í 1986 í sambandi við stuttsøgukapping sum Kvinnutíðindi skrivaðu út. Søgur frá hesi kapping eru prentaðar í bókini Frostrósan og aðrar søgur, ið Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1987.


Skuggar, ungdómsskaldsøga, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1990.


Gráglómur, stuttsøgusavn, sum Meginfelag Føroyskra Studenta gav út í 1993. Fleiri av hesum søgum eru týddar til onnur mál, t.d. íslendskt, norskt, danskt, svenskt, enskt og portugisiskt, og eru givnar út í søvnum.


Stóri Tóri og lítla Lív, søga til smærri børn sum Bókadeild Føroya

Lærarafelags gav út í 1997.


Hvør vil eiga myrkrið, ungdómsskaldsøga sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 1998.


Kom og skriva I, 1996, Kom og skriva II frá 1997 og Kom og skriva III, 1998/99


Harumframt eru stuttsøgur prentaðar í Birting og Brá.