Tú fært ein slutur fyri ein slatur

- Eingin virðing er fyri okkum borgarum í fyrisitingini. Ístaðin fyri eini greið boð og eitt nei frá ansingarkontórinum fært tú ein slutur fyri ein slatur. Akkurát sum vit ikki tola at hoyra eitt nei. Tað er á so lágum støði. Upptøkutreytirnar eru ikki nóg góðar og hóast tær eru har verða tær ikki fylgdar, sigur Bryndis á Dunga, mamma Rannvá, sum seinasta hálva árið hevur havt fimm ymisk ansingarpláss.

Vit hava hoyrt søguna fyrr, men tað ger einki um hon verður endurtikin. Ikki færri enn 350 børn standa á bíðilista til at sleppa á dagstovn í Havn. Foreldrini at hesum hálvt fjórða hundrað børnunum eru meir og minni í eini óhaldbarari og desperatari støðu, sum nívir tey hvønn tíma í døgninum, sum oyðileggur familjulívið og sum í síðsta enda gongur út yvir hetta lítla barnið, ið ikki er pláss fyri á stovni. Svørt dagrøkt, ung genta í húsinum, ommur, onkur her og har, sum bjóðar seg fram. Alt loysnir, ið kanska duga eina stutta tíð. Og so eru foreldrini úti í svartloysinum og vónloysinum aftur. Hvør kann ansa barninum í morgin.

Í fimmaranum í útvarpinum mikudagin hoyrdu vit søguna hjá Bryndis á Dunga í Havn. Og henda dagin Sosialurin hittir hana er hon heima hjá dóttrini, tí eina dagrøktarmamman er sjúk. Bryndis og maðurin, Fróði, eiga tvær døtur, Barbara, sum er 9 ár og Rannvá, sum júst er vorðin eitt ár. Tá ið Barbara var lítil var støðan nøkulunda tann sama sum í dag, tó ikki so vónleys, tí eftir sjey-átta mánaðir fekk hon eitt dagrøktarpláss. So heppin hevur Rannvá ikki verið. Og sum vit vita er hon ikki eitt eindømi.

- Vit skrivaðu hana upp beint sum hon var fødd. Hóast vit bæði ringdu og vóru inni á gólvinum á ansingarkontórinum, fingu vit einki at vita, ikki so frægt sum eitt nei. Tí varð stórur partur av farloyvinum brúktur til at stúra fyri, hvat skuldi henda, tá ið eg skuldi til arbeiðis aftur ístaðin fyri at njóta tíðina saman við barninum. Eg byrjaði at arbeiða aftur í mai, fekk unga gentu í húsið, men longu eftir tríggjar vikur fór hon í annað starv. Kanska kundi eg fáa eitt dagrøktarpláss, varð sagt, men so var ikki og frá síðst í mai til í august høvdu vit ongan at ansa dóttrini. Av berari vælvild frá arbeiðsgevaranum fekk eg loyvi til at arbeiða heima hesar mánaðirnar. Vit vóru javnan inni á ansingarkontórinum, men tað varð ongantíð sagt okkum, at støðan var vónleys og at vit máttu royna at loysa trupulleikan sjálv, greiðir Bryndis á Dunga frá.


Trý ansingarpláss

- Vit fingu eina svarta dagrøkt, men tað gekk illa. Rannvá bara græt, treivst øgiliga illa og vildi ikki, hvussu vit so enn royndu at vera hjá hesi dagrøktini. Tað var øgiliga ótrygt, tí tú hevði lyndi til at hyggja eftir, hvat kundi vera galið, kanna barnið um tú sást nakað á tí og vita, hvussu tað reageraði, tá ið tað sá hesa dagrøktina. Rætt og slætt njósning, har tú hevði eitt eyga á hvørjum fingri. Tað kann ikki vera nøktandi. Og so stóðu vit har eitt sunnukvøld og høvdu ongan at ansa henni dagin eftir. So mátti eg ringja runt til fólk eg kendi, sum aftur kendi onkran og so fingu vit samansjóðað eina skrá.

- Í dag er støðan tann, at hon verður ansað av trimum ymiskum persónum í vikuni og á tveimum ymiskum støðum hvønn dag. Hon verður koyrd hvønn døgverðatíma úr einum staði í annað. Hetta er so nívandi, men tað einasta vit kunnu gera. Og vit vilja ikki royna nakað annað, tí hon hevur verið útsett fyri so nógvum. Hon er so glað fyri at síggja okkum, men tað er bara fyri at siga farvæl eina ferð afturat.

- Úrslitið av hesum er, at Rannvá svevur illa um næturnar, vaknar hvønn tíma hvørja nátt og er ónøgd. Vit eru nøgd við tey, sum ansa henni, har omman er tann eini persónurin. Og hetta er av berari vælvild frá hesum fólkum, tí tey hava øll annað arbeiði. Trupulleikin er, tá onkrum av hesum berst frá og tað ger tað rættiliga ofta. Í hálvan annan mánaða havi eg mist 9 heilar og hálvar arbeiðsdagar, tí tað hevur ikki ligið fyri hjá onkrum av hesum trimum at ansa dóttrini. Og tað gongur aftur út yvir mítt arbeiði, sum er rættiliga planlagt við vitjanum, avtalum og fundum. Arbeiðsgevarin hjá mær skilir tað, hann hevur verið í somu støðu, men í longdini kann hetta ikki halda fram. Fyri at fáa alt at hanga saman brúki eg av feriuni, eg arbeiði um kvøldið og um vikuskiftið fyri at hála inn aftur tað eg forsømi.

- Tað er øgiliga ørkymlandi ikki at kunna lata barnið á stovn ella dagrøkt og vita at tað er í góðum hondum. Hon er alla tíðina í okkara tonkum og í døgverðatímanum mugu vit so flyta hana. Eg havi sjálv trupult við at finna út av, hvar hon skal og onkuntíð havi eg koyrt skeivt eftir henni, verið á veg eftir henni á einum staði, men so er hon á øðrum staði.


Hvar er virðingin?

Bryndis á Dunga fílist á, at Tórshavnar kommuna, ið annars hevur eina umfatandi umsiting, ikki hevur størri greiði á viðurskiftunum, tá ið tað ræður um barnaansing, bíðilista, upptøkurtreytir og hvørt av sínum.

- Tá ið tú kemur á ansingarkontórið fært tú ein slutur fyri ein slatur ístaðin fyri eini greið boð. Akkurát sum vit ikki tola at hoyra eitt nei. Kommunan hevur kunngerðir, reglugerðir og upptøkutreytir at arbeiða eftir og annars gott innlit í til- og frágongdina á stovnunum. Men ansingarkontórið megnar ikki at geva foreldrunum eitt svar. Tað er á so lágum støði. Reint fyrisitingarliga er eingin virðing fyri okkum borgarum. Nú er ein arbeiðsbólkur settur at fáa greiði á hesum og tað eri eg sjálvandi nøgd við, tí tað er einasta gongda leiðin, sigur Bryndis á Dunga.

- Upptøkutreytirnar eru ikki nóg góðar og hóast tær eru har verða tær ikki fylgdar. Tað síggi eg hvønn dag eg koyri framvið stovnunum. Býtið er ikki rættvíst. Dømi eru um børn, sum hava fingið pláss sum 3-4 mánaðir gomul, har foreldrini gjalda líka til barnið er hálvt ára gamalt og klárt at fara á stovnin. Eg havi hoyrt stovnsleiðarar siga, at tey taka ein ávísan bólk inn, sum passar inn í skipanina á stovninum, soleiðis at børnini ganga skjótt ígjøgnum. Skalt tú fáa barnið inn skal tað vera føtt í desember, januar ella februar. Hvat við børnunum, sum eru fødd mitt ímillum. Eg havi hoyrt fólk sagt, at tey tora ikki at fáa sær fleiri børn, tí tey vilja ikki ígjøgnum hetta stríðið aftur.


Forkastiligt

Nú hoyrist, at tingfólk ætla at taka spurningin upp og um neyðugt skjóta upp at játta 4-5 mill. kr. afturat á fíggjarlógini næsta ár, so allar umsóknirnar í Tinganesi um fleiri ansingarpláss verða játtaðar.

- Tað er forkastiligt, at kommunan fær grønt ljós frá landinum at útvega fleiri ansingarpláss, men tá ið tað kemur til stykkis vil landsstýrið ikki fíggja sín part. Tað er at sleppa sær frá ábyrgdini. At byrja at tosa um, hvat kommunuálitið leggur upp til á økinum er heilt burtur við, tí tað er her og nú vit hava trupulleikan.

- Langtíðarætlanin hjá kommununi við at útvega 30 ansingarpláss um árið loysir als ikki trupuleikan á ansingarøkinum, og als ikki, tá ið samstundis verður tosað um at gera eina oljuútgerðarhavn á Sundi og at byggja flogvøll á Glyvursnesi. Hvussu nógv fólk fer at tílíkt arbeiðspláss ikki at draga til Havnar? Og hevur kommunan yvirhøvur hugsað um tað?

- Kommunan eigur ikki at sleppa við at nøkta 67 % av

ansingartørvinum í Torshavnar kommunu. Tey skulu minnast til, at í ávísum økjum verða bert 33 % av børnunum ansað.

- Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn hevur gjørt eitt framúr gott arbeiði, teirra partur liggur ikki eftir og tað er teimum at takka fyri, at so nógv verður kjakast um hetta. Kommunan hevur verið noytt at gjørt nakað við málið, tí tey hava rópt hart, sigur Bryndis á Dunga at enda í viðtali.