av teimum fimm limunum í sosialu nevnd á fundi. Tað vóru tær báðar konurnar í nevndini, Elin Lindenskov, formaður og Katrin Dahl. Hinvegin møttu ongin av teimum trimum monnunum í sosialu nevnd á fundinum [...] bíðað til fánýtis til klokkan fimm minuttir í fýra, mátti hon ásanna, at fleiri limir komu ikki, og tá sleit hon fundin . Tær bíðaðu kortini í fundarhølinum í einar tjúgu minuttir aftaná tað. Men klokkan [...] heilt einfalt sum at summir býráðslimir hava ov lítlan áhuga fyri barnaansingini. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum fór sum av torvheiðum heimaftur úr býráðnum seinnapartin týsdagin. Hon
felagnum eisini spældur undan hesum. Hetta fór fram ymsastaðni í býnum, einamest í Teatersalinum, sum tað tá æt. Heðin Mortensen, formaður í Havnar Sjónleikarafelag, sigur, at felagið øll árini hevur verið virki [...] Felagið fór undir virki sítt við góðum treysti, og longu í 1926 stóð Sjónleikarhúsið liðugt, og skapti harvið karmarnar um sjónleikaralistina í høvuðsstaðnum. Men sjálvandi var sjónleikur undir felagnum [...] sum yvirtóku Sjónleikarhúsið. Men frá 1948 var aftur farið rættiliga í gongd, og umframt sjónleikin fóru eisini onnur tiltøk fram í Sjónleikarhúsinum, so sum enskur dansur, føroyskur dansur, kabarettir
heima á Sandi. Nú kunnu bátarnir aftur avreiða til virkið í Sandoynni, og tað eru teir fegnir um, sigur Terji T. Dalsgaard, sum er skrivari í útróðrarfelagnum á Sandi. Sands Útróðrarfelag hevði aðalfund [...] sum er afturvaldur formaður, Terji T. Dalsgaard, sum er afturvaldur skrivari, og Dánjal Hentse, sum er afturvaldur næstformaður. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Nicodemus Nicodemussen í Klingruni og Ragnar [...] partar sera væl nøgdir við. Men tað hevði tað við sær, at felagið mátti leiga ovaru hædd í virkinum at arbeiða fiskin í, áðrenn hann fór víðari. Neyðugt varð eisini at hækka limagjaldið fyri at fáa fyri leiguna
lands við smábátum, og av øðrum, sum leggja at á Kongabrúnni í smábáti. Brúgvin er 30 ára gomul og illa farin, sigur Torfinn Smith, formaður í havnanevndini. Tí verður nýggj brúgv gjørd nú, og hon verður
liggja í Fuglafjørði, og tað var ikki serliga høgligt. ? Tað fyrsta, avgerðandi framstigið kom fyrst í sjeytiárunum, táið verulig havn varð gjørd í Lorvík, sigur Ólavur Heinesen, sum er formaður í útróð [...] útróðrarfelagnum í Lorvík. Men annað framstigið, sum var minst líka avgerð-andi, var táið egningarskúrarnir blivu bygdir seinast í sjeytiárunum Í Lorvík eru 10 egningaskúrar, og teir eru allir í brúki dag um [...] 875 fólk í Lorvík. Í 1995 búðu bara 735 fólk í Lorvík, tvs, at tað vóru 140 fólk rýmd. Talan var sostatt um eina afturgongd uppá 16%. Men síðani fór at kvinka uppeftir aftur, og nú búgva 808 fólk í Lorvík
javnaðarmann í nevndini í Sjóvinnubankanum og heldur ongan í nevndini í Føroya Banka. Vit sum sótu á politiska stjórnarpallinum fingu ikki bankadyrnar so mikið upp á glopp at vit sóu inn í tað heilaga [...] landskassanum. Í greinini fríggjadagin gevur Sune Jacobsen okkum rætt í hesum og tað skal hann hava tøkk fyri. Føroyskir politikarar hava viðgjørt uttanlandsskuldina í eini 20 ár. Frá 1978 til dagin í dag. Men [...] Í Dimmalætting seinasta fríggjadag svarar Sune Jacobsen, fíggjarnevndarformaður, grein míni í SOSIALINUM næstseinasta týsdag. Eg skal ikki siga, at Sune Jacobsen fer lætt um sannleikan í hesi greinini
Joensen hevur verið stjóri á virkinum, og hann verður sitandi í stjórasessinum í eini skiftistíð, verður sagt í tíðindaskrivinum. Partaeigararnir í virkinum á Kósini vóru Norðoya Grunnurin, Arbeiðsmannafelagið [...] formaðurin í Arbeiðsmannafelagnum ella forkvinnan í Arbeiðskvinnufelagnum vilja gera viðmerkingar til málið. Nýíløgur og ES-krøv Sum sagt aðrastaðni í greinini, so er virkið á Kósini ikki í fíggjarligari [...] ætlanum, um tað er tað tú hugsar um. Ongar viðmerkingar Finnur Kjølbro, sum er formaður í Norðoya Grunninum sigur, at hann í løtuni ikki vil gera viðmerkingar til støðuna, men sigur tó: ? Partaeigararnir
Kunnu klaga Júst hvørjar avleðingar henda nýggja lógin, sum skal til triðju viðgerð í tinginum í dag, týsdag, fer at fáa í veruleikanum er ikki greitt. Hvat er ónærisligt? Hvat er óneyðugur harðskapur? Nær [...] ein partur av sjálvum uppskotinum frá nevndini, sigur Jenis av Rana. Serliga SvF Bjarni Djurholm, formaður í mentanarnevndini, heldur ikki, at henda nýggja orðing um, hvat útvarpið og sjónvarpið kunnu loyva [...] at harðskapur av grovasta slag uttan ávaring verður sent inn í stovuna eitt fríggjakvøld, tá sagt verður frá, hvat verður víst komandi viku (í sendingini ?SvF um SvF?, blðm.) Ítøkilig lóg Tingmaðurin er
og heilt inntil í 90?unum var mest fokuserað á, hvønn skaðiligan týdning porno kundi hava. ? Men á síðstu ráðstevnuni eg var á í 1996 var rákið vent, og nú var tað serliga harðskapurin í sjónvarpi, sum [...] verður frameftir. ? Mær vitandi eru allar sjónvarpsstøðir í øllum Evropa leysar av almennum sensuri. Hinvegin hevur tað ofta ligið implisit í lógini fyri filmsensur, at hetta var eisini nakað, ið sjón [...] eftir andaktina sunnukvøldið í SvF. ? Eg haldi, tað hevði onki gjørt, um sjónvarpið hevði gjørt vart við, hvat minsta aldursmarkið fyri hendan filmin var. Eyðun Joensen sigur í hesum sambandi, at hann ongnatíð
spældi í 1. deild, har teir millum annað vunnu á B36 og spældu javnt móti HB. Tá var felagið bert tvey ára gamalt, stovnað í 1975. Í dag spælir Fram í 4. deild. Teir vóru í 3. deild í fjør, men fluttu niður [...] sum formaður. Næstformaður er nú Magnus Fuglø, og hann verður eisini venjari í ár. Fram hevur í ár lið við í 4. deild, 5. deild og Old Boys-deildini. Magnus Fuglø sigur, at broyting nú skal koma í. Felagið [...] fótbólt í høvuðsstaðnum, verður sum oftast tosað um B36 og HB. Men nógv hava lyndi til at gloyma, at tað finst eitt triðja fótbóltsfelag í Havn, nevniliga Fram. Nógv ár eru gingin, síðani Fram í 1977 spældi