Havnanevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur gjørt av at gera býggja træbrúgv niðri á Kongabrunni.
Talan er um tað lágu træbrúnna framvið molanum, har ið strandfaraskipið Ternan plagar at leggja at.
Træbrúgvin verður fyri ein stóran part brúkt av ferðafólki, sum koma við stórum ferðamannaskipum, men sum koma til lands við smábátum, og av øðrum, sum leggja at á Kongabrúnni í smábáti.
Brúgvin er 30 ára gomul og illa farin, sigur Torfinn Smith, formaður í havnanevndini.
Tí verður nýggj brúgv gjørd nú, og hon verður liðug til ferðamannatíðin byrjar aftur
Tann nýggja brúgvin verður samal slag sum tann gamla, men heldur breiðari