Pláss fyri Fram í høvuðsstaðnum, men ikki á vøllinum

Fótbóltur: Triðja fótbóltsfelagið í Havn, Fram, hevur truplar umstøður at virka undir

Tá tosað verður um fótbólt í høvuðsstaðnum, verður sum oftast tosað um B36 og HB. Men nógv hava lyndi til at gloyma, at tað finst eitt triðja fótbóltsfelag í Havn, nevniliga Fram. Nógv ár eru gingin, síðani Fram í 1977 spældi í 1. deild, har teir millum annað vunnu á B36 og spældu javnt móti HB.

Tá var felagið bert tvey ára gamalt, stovnað í 1975. Í dag spælir Fram í 4. deild. Teir vóru í 3. deild í fjør, men fluttu niður. So seint sum fyri tveimum árum síðani hevði Fram eisini lið við í pilta- og smápiltadeildini, sum Álvur Danielsen vandi. Men við bert tveimum fótbóltsvøllin til trý feløg, har av hini bæði teljast millum tey størstu í landinum, verður ikki nógv pláss eftir til tað lítla felagið. Venjingartíðirnar til yngru deildirnar vóru mitt í skúlatíðini, og av góðum grundum lat tað seg ikki gera. So ungdómsliðini, sum annars høvdu staðið seg væl, vórðu tikin av, og framtíðin hjá felagnum minkaði burtur í einki.


Vón um hjálp frá AB

Sunnudagin hevði Fram aðalfund, og Rói Mikkelsen varð afturvaldur sum formaður. Næstformaður er nú Magnus Fuglø, og hann verður eisini venjari í ár. Fram hevur í ár lið við í 4. deild, 5. deild og Old Boys-deildini.

Magnus Fuglø sigur, at broyting nú skal koma í. Felagið skal fáa skil á aftur fótbóltin.

? Tað er so avgjørt pláss fyri trimum feløgum í Havnini, tá hugsað verður um fólkagrundarlagið, sigur hann.

? Men trupulleikin eru vøllirnir. Tveir vøllir er stutt og greitt ov lítið, um vit skulu vinna okkum upp eftir stiganum.

Magnus Fuglø sigur seg vóna, at tosið um at leggja graslíki á grúsvøllin hjá AB á Argjum verður veruleiki, tí so kann Fram fáa onkra avtalu í lag við AB um at læna vøllin.

Venjingartíðirnar hjá Fram í ár eru týskvøld og hóskvøld frá kl. 20.30 til 22.00. Magnus Fuglø sigur, at tað hevði verið ynskiligt við fleiri leikarum í felagnum.


Eygleiðarastatus

Á FSF-aðalfundinum herfyri varð samtykt, at feløgini, sum ikki hava lið við í ungdómsdeildunum, ikki skulu hava atkvøðurætt á fundinum. Fyri Fram vóru hetta ikki góð tíðindi. Felagið hevur heitt á FSF um at endurskoða avgerðina, tí tað setur eitt felag sum Fram aftur til eygleiðarastøði á aðalfundinum.

? Eg haldi tað ikki vera rætt, at vit skulu missa atkvøðurætt, bert tí vit ikki hava lið við í yngru deildunum. Vit royndu, men tað lat seg ikki gera, sigur Magnus Fuglø, sum heldur, at tað hevði verið rættvísari at tikið atkvøðurættin frá feløgum, sum ikki hava nakra dómaratrio í 1. deild.

? Meir enn eitt 1. deildarfelag hevur ikki so mikið sum ein dómara til 1. deild, og tað er ov vánaligt, sigur hann.