Havnar Sjónleikarafelag fyllir 80: Tað er neyðugt at endurnýggja seg alla tíðina

Hetta sigur Heðin Mortensen, formaður í felagnum, sum hátíðarheldur dagin við stórari hugnaløtu í Sjónleikarhúsinum í kvøld

10. februar 1918 var dagurin, tá Havnar Sjónleikarafelag sá dagsins ljós.

Felagið fór undir virki sítt við góðum treysti, og longu í 1926 stóð Sjónleikarhúsið liðugt, og skapti harvið karmarnar um sjónleikaralistina í høvuðsstaðnum.

Men sjálvandi var sjónleikur undir felagnum eisini spældur undan hesum. Hetta fór fram ymsastaðni í býnum, einamest í Teatersalinum, sum tað tá æt.

Heðin Mortensen, formaður í Havnar Sjónleikarafelag, sigur, at felagið øll árini hevur verið virki, kanska burtursæð frá einum sløkum tíðarskeiði undir krígnum, tá »eingilskmenninir« mest sum yvirtóku Sjónleikarhúsið.

Men frá 1948 var aftur farið rættiliga í gongd, og umframt sjónleikin fóru eisini onnur tiltøk fram í Sjónleikarhúsinum, so sum enskur dansur, føroyskur dansur, kabarettir og politiskir fundir.

Seinastu 15?20 árini hevur tó so at siga bert verið sjónleikur sýndur í húsinum, m.a. av tí, at stólarnir eru fastir í gólvinum, og av tí at gólvið hellir.


Umbygging

Heðin Mortensen sigur, at ætlanin er at umbyggja og nýtímansgera allan suðurendan og salin. Norðurendin er nýliga umbygdur, og er tí í sera góðum standi.

Fyrst verður farið undir suðurendan, og hetta arbeiði byrjar longu nú mánadagin. Alt verður rivið niður og bygt upp av nýggjum. Trappan ella inngongdin, sum í dag verður suðureftir, skal flytast soleiðis, at hon framyvir skal venda út móti Niels Finsensgøtu.

Hetta fer at gera húsið meiri hóskandi, og alt arbeiðið skal eftir ætlanini longu vera liðugt um tríggjar mánaðir.

Næsta stigið verður so at nýtímansgera sjálvan salin. Sum longu nevnt eru ikki nógvir aðrir møguleikar enn sjónleikur og kabarett í salinum, sum nú er. Her verður neyðugt at gera nýtt gólv og at fáa nýggjar stólar, soleiðis at salurin gerst meiri flexibul. Hetta fer so eisini at merkja, at onnur tiltøk kunnu havast í húsinum so sum dansur, mótasýningar, politiskir fundir og framsýningar ? fyri at nevna nakrar møguleikar.

Tá hendan umbyggingin er liðug, skuldi húsið verið væl meiri tíðarhóskandi, og eisini skuldi hetta gjørt umstøðurnar hjá sjónleikarunum munandi betri, vísir Heðin Mortensen á.


Hátíðarhalda

við kvøldsetu

Nevnda umbyggingin er eisini at meta sum ein føðingardagsgáva til limirnar, men meiri ítøkiligt verður dagurin hildin við eini kvøldsetu, sum verður kl. 19.30 í kvøld. Tiltakið er ætlað limunum og innbodnum.

Á hesi hugnaløtu fer at vera litið aftur um bak, og brot verða tikin úr sjónleikum, ið hava verið framførdir upp gjøgnum tíðirnar. Men sjálvandi verða ikki stundir á slíkari løtu at gera stórt burtur úr hvørjum einstøkum leiki sær, men Heðin sigur, at hetta verður lættari undirhald við upplestri og sangi úr farnum sjónleikum.

Annars verður eisini høvi hjá almenninginum at koma til hesa hugnaløtu, tí bjóðað verður øllum í Sjónleikarhúsið sunnudagin kl. 16, har sýningin verður framførd aftur. Aftaná verður so bjóðað til leikhúscafé, har møguleiki verður at fáa ein kaffimunn samstundis sum húsið verður sýnt fram.

Heðin Mortensen, formaður, sigur, at nevndin hevur lagt dent á at fylgja við tíðini. Tað er alla tíðina neyðugt at fylgja við menningini og endurnýggja seg samsvarandi. Sjónleikarhúsið liggur í hjartanum av býnum, og endamálið er, at sjónleikurin í høvuðsstaðnum fær góðar umstøður at menna seg framhaldandi.