sum var í vegin. Og rætt var. Og nú sita vit og kunnu rokna við at missa milliónir. Hann sigur, at føroyskir útflytarar mugu fáa álitandi samband úteftir, ella mugu vit gloyma alt um at virka fisk. Kári [...] marknaðin lonri suðuri, og so rýkur páskasølan. ? Og verður tað ov seint, verða vit noyddir at frysta fiskin, men so missa vit kanska helvtina av útflutningsvirðinum. Tilsamans er útflutingsvirðið av teimum [...] Kári Danielsen sigur hetta, sum nú er hent, er aftur eitt dømi um, hvussu ófatiliga stórt mistak tað var at avtaka almennu skotlandsrutuna hjá Smyrli. ? Eg haldi, at í dag eru allir útflytarar á einum máli
Men onnur, ið komin eru eitt sindur til árs og tey, ið eldri eru, upplivdu hetta í 1940, tá ið vit máttu sigla okkara egna sjógv. Í herviligastu krígstíð kravdu bretar, at okkara skip skuldu sigla undir [...] fólk vildi tað øðrvísi í 1946, og tað vilja vit eisini í dag, nú hvørt mansbarn veit, at ríkisfelagsskapurin hevur verið Føroyum til stóran bága. Øll vita vit nú, at har var als einki at heinta, tá ið á stóð [...] pin og danska olmussu. Hví siga og skriva hesir samfelagssvíkar ikki tað, sum rætt er; at vit kunnu - bert vit vilja? Jú, tí tað stríðir ímóti teirra politikki, sum er, at nalvastrongurin til Danmarkar
ikki nógv at arbeiða við frá sínum nýggju liðfeløgum. HB spældi ikki sum FM-favorittar Tað eru nógv, sum longu nú hava útnevnt HB til FM-favorittar 1998, men tað var trupult at síggja sunnudagin, at liðið [...] dysti Tað var ein javnur dystur í Klaksvík sunnudagin, tá ið KÍ og NSÍ hittust. Úr Klaksvík frætta vit, at spælið gekk javnt allan dystin, og at tað vóru fáir málmøguleikar. KÍ legði seg á odda tíðliga [...] leikari slapp at renna leysur av miðjuni, men tá ið hann nærkaðist málteiginum hjá KÍ, var Kurt Mørkøre komin aftur og fekk takklað. Mangla dystarvenjing Eins og í dystinum vesturi í Vágum var tað týðiligt, at
Tað meta vit at vera oyðsl av plássi. Tað hevði væl borið til at fingið 60-80 børn inn á tann stovnin, men sum er verður bara pláss til 40 børn. Jú fleiri børn eru á stovninum, jú færri eru fyrisitin [...] Heri Joensen. Í prinsippinum eiga vit at finna varandi loysnir, men tá ið tørvurin er so stórur noyðast vit at gera neyðloysnir. Og har er fermetraprísurin eitt. Vit kunnu spyrja, hví fermetraprísurin [...] leygardagin. ? Vit høvdu væntað nógv størri luttøku og vit vóru ikki sørt vónsvikin. Eg veit ikki um hesi foreldrini ikki sleppa avstað, tí tey ongan hava, sum kann ansa børnum teirra ella um tey eru so upphongt
nir eru nógv professionellari enn vit. Tvs, at vit, sum ³framkomin3 fiskivinnutjóð, vit sum brúka hvørt høvi, vit fáa at reypa av okkara egnu dygdum, vit koma ikki uppá knøini á teimum, sum vit í mangar [...] klokkan 12, tí tá eru teir farnir. Og so koma endurgjaldskrøvini. Í hesum føri er fiskurin ikki komin fyrrenn í gjáramorgunin. Tvs, at nógvir komu at liggja innibrendir við fiskinum. Ella vit mugu tosa um [...] so tann føroyska loysnin, vit fingu afturfyri, spyr hann. Tvær, tríggjar ferð Hann sigur, at hann vit mugu hava samband við marknaðin tvær, tríggjar ferðir um vikuna, so at vit kunnu hava eina javna tilgongd
fyri ríkisfelagsskapin kunnu vit saktans læra at standa á egnum beinum, og tað er væl eisini hugskotið aftan fyri sjálvan ríkisfelagsskapin! Men vit eru ein so lítil tjóð, at vit skulu skerja okkara livistøði [...] egna livistøði, tá vit ein dag kanska veruliga koma fram at koma fram at hesi góðu loysingini! Tí eftirlýsi eg at hoyra eitt sindur um, hvat vit hava at seta í staðin fyri tað, vit hava nú. Tað má vera fyrsta [...] ferð, at tíðin er farin frá hesum felagsskapi, og at nú er stundin komin at loysingini. Sjálvur kann eg fult og heilt taka undir grundsjónarmiðinum, at vit eiga at læra at standa á egnum beinum og klára okkum
G'day mate! Hetta er tann vinarliga heilsanin, vit hoyra allastaðni nú. Vit eru komin til Australia, og sigast má beinanvegin, at hetta er ein heilt nýggjur partur av ferð okkara. Í vesturlendskum eygum [...] sermerkt fólkaslag, og líkist burtur frá øllum, vit hava sæð áðrenn. Í útsjónd eru tey krunkasvørt, eru mjadnabreið og hava sera kløn bein. Satt at siga halda vit, at tey síggja eitt sindur ræðandi út. Stórsti [...] var júst har, at vit byrjaðu ferð okkara í Australia. Vit flugu inn til Darwin tann 29.12.97, og longu á flogvøllinum sóu vit, hvussu ógvuliga lætt tað var at ferðast í Australia. Vit komu á miðjari nátt
Golgata og Jesu-grøv lá. Grøvir eru funnar, sum eru høgdar inn í klettin, og ein heyggjur, sum kann hava verið Golgata, er tætt hjá. Dúgliga verður kjakað, um Golgata og grøvin eru á staðnum, har gravkirkjan [...] ymisku kendu bíbilsku støðini eru, og hvar tey liggja í mun til hvørt annað, sigur Eyðhild S. Dam. ? Í Ísrael verða tvær ymiskar páskahátíðir hildnar. Tær jødisku páskirnar eru til minnis um, tá ið Gud bjargaði [...] synagogunum. Sjálv hátíðin varir í heilar sjey dagar. Fyrsti og síðsti dagurin eru heilir frídagar, meðan dagarnir ímillum eru hálvir frídagar. ? Sum útlendingur í landinum var avmarkað, hvat innlit eg fekk
ikki tjóðin. - Eitt nú, eru ikki øll fólkini í einum muhamedanskum landi muhamedanarar. Tað sama er her í Føroyum. Tað er ein kristin tjóð, men ikki eru øll kristin her. - Tað sum vit leggja í týdningin [...] Vitnir og Bahai-rørslan høvdu kortini tikið lut í fyrireikinginum av 1000 ára haldinum. - Vit eru hinvegin kedd av, at vit ikki verað roknað sum eitt kristið trúarsamfelag, sigur Olav Berg Nielsen frá Jehova [...] allir mánaðirnir í ár 2000 skulu verða verða merktir av at umleið 1.000 ár eru liðin síðani Sigmundur kristnaði Føroyar. - Vit leggja upp til eitt tiltak sum skal vera fyri øll, og at øll umráði í landinum
nógv um, at vit vóru slóðbrótandi, men nú aftaná dugi eg at síggja, at tað vóru vit. Vit spældu fyrst og fremst okkara egna tónleik, sjálvandi høvdu vit onkur góð coverløg við eisini, men vit løgdu dent [...] saman við. ? Vit komponera og produsera løg til eina demo. Tað er symfoniskur rockur, sum tað tekur drúgva tíð at gera. Vit byrjaðu í januar við at arbeiða við trimum løgum og nú eru vit í holt við at [...] fyrireikingarnar til eina heila LP-plátu. ? Vit vandu í fleiri mánaðir, áðrenn vit fóru í gongd við upptøkurnar. Vit fóru til Danmarkar at taka upp, tí vit fingu eitt gott studio fyri ein rímuligan prís