Ov lítið gjørt at fáa fleiri ansingarpláss

? Heldur enn at hugsa í stórum ætlanum, mælir foreldrafelagið til at finna loysnir, sum ikki krevja stórar íløgur. Og felagið hevur fleiri uppskot

Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn hevði aðalfund seinasta leygardag. Áðrenn fundin kom tað út við einum útspæli um, hvørjar loysnir kunnu finnast á stóra tørvinum á ansingarplássum. Í høvuðsheitum leggur felagið doyin á at finna loysnir, ið ikki kosta ov nógv.

? At listin bara veksur sigur okkum, at ov lítið verður gjørt fyri at fáa fleiri ansingarpláss í kommununi. Trupulleikin er, at kommunan ikki kann gera tær stóru íløgurnar, tað vil siga byggja dagstovnar. Men tað ber til at finna høli og hús og umbyggja tey til endamálið. Loysnir nýtast ikki at kosta tær stóru upphæddirnar, sigur Heri Joensen, sum fór frá sum formaður í Felagnum hjá foreldrum at smábørnum í Havn á aðalfundinum leygardagin.


Oyðsl

Í løtuni liggja tvær ítøkiligar verkætlanir á borðinum hjá Tórshavnar Býráð, barnagarðurin, ið skal byggjast Inni á Gøtu umframt barnagarðurin í Sjónleikarhúsinum. Øll stig, ið kunnu minka um stóra tørvin á ansingarplássum eru góð, men foreldrabólkurin hevur kortini nakrar viðmerkingar til ætlanina Inni á Gøtu:

? Bara helvtin av samlaðu víddini á ætlaða barnagarðinum Inni á Gøtu verður til ansingarpláss, hin helvtin fer til umsiting og annað. Tað meta vit at vera oyðsl av plássi. Tað hevði væl borið til at fingið 60-80 børn inn á tann stovnin, men sum er verður bara pláss til 40 børn. Jú fleiri børn eru á stovninum, jú færri eru fyrisitingarútreiðslurnar ? og jú skjótari minkar listin. Somuleiðis ber eisini betri til at leggja arbeiði og frítíð hjá starvsfólki til rættis. Okkara hugsan um hetta er, at í hesum tíðum, tá ið tørvurin á ansingarplássum er so stórum er umráðandi at hugsað verður um at fá so nógv ansingarpláss sum gjørligt fyri teir pengar sum verða brúktir, sigur Heri Joensen.

Foreldrabólkurin hevur í eina tíð kannað ymiskar alternativar møguleikar, og er komin fram til nøkur uppskot. Tey mest ítøkiligu eru at skipa so fyri, at Mitens hús og Tórs Cafeteria verða gjørd til dagstovnar umframt at frítíðarplássini í B36 húsinum og KFUM verða umskipað til dagstovnapláss, nú allir skúlar hava frítíðarskúlar. Bólkurin vísir eisini á, at tað ber væl til at byggja uppí verandi stovnar og býlingahús og annars at gera sum í Kvívík, byggja eini eldri sethús um til stovn. Allar hesar loysnirnar krevja ikki stórar íløgur.


Neyðloysnir

Foreldrafelagið hevur havt fund við landsstýrismannin í kommunumálum og greitt frá støðuni hjá barnafamiljum í Havn. Hóast hann skilur støðuna, sigur hann, at tað er upp til kommununa at loysa spurningin.

? Tað hava vit tikið til eftirtektar og fara framyvir at tosa við kommununa um loysnir. Men vit halda, at kommunan arbeiðir ov seint. Útspælið hjá henni at útvega 30 pláss um árið í 10 ár er als ikki nøktandi. Tað er ov vánaligt, tá ið tørvurin er so stórur sum hann er.

Er økt barnsburðarfarloyvi ein loysn?

? Um tað verður sjálvboðið, ikki ein tvungin skipan, sigur Heri Joensen. Í prinsippinum eiga vit at finna varandi loysnir, men tá ið tørvurin er so stórur noyðast vit at gera neyðloysnir. Og har er fermetraprísurin eitt. Vit kunnu spyrja, hví fermetraprísurin skal liggja á 10.000 krónur, hví ikki til dømis 7.000, tí jú hægri prísurin er, jú færri børn sleppa á stovn.


Nýggj nevnd

Á aðalfundinum seinasta leygardag var nýggj nevnd vald í Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn. Hon hevur ikki skipað seg enn. Hóast 400 børn standa á bíðilista í Havn at sleppa inn á dagstovn og listin veksur í hvørjum, vóru bert heilt fá foreldur á fundi leygardagin.

? Vit høvdu væntað nógv størri luttøku og vit vóru ikki sørt vónsvikin. Eg veit ikki um hesi foreldrini ikki sleppa avstað, tí tey ongan hava, sum kann ansa børnum teirra ella um tey eru so upphongt, men felagið er so eitt forum at koma fram til loysnir, sigur Heri Joensen, fráfarandi formaður at enda í viðtali.