Loysing og hvat so?

Eins og undan fólkatingsvalinum hava loysingarhugaðar røddir dúgliga verið frammi og funnist at ríkisfelagsskapinum.

Ført hevur verið fram ferð eftir ferð, at tíðin er farin frá hesum felagsskapi, og at nú er stundin komin at loysingini.

Sjálvur kann eg fult og heilt taka undir grundsjónarmiðinum, at vit eiga at læra at standa á egnum beinum og klára okkum sjálvi. Men eg sakni alla tíðina, at tosið um at loysa kemur longur enn bert til sjálva loysingina.

Tað er lætt og púrasta ókeypis at tosa um loysingina. Men verri verður, tá tað snýr seg um at fortelja fólki, hvussu vit skulu bera okkum at aftan á loysingina.

Hvar er uppskriftin uppá, hvussu vit skulu fáa okkara samfelag at halda fram á sama støði, sum tað hevur í dag? Hana havi eg enn ikki sæð!

Innan fyri ríkisfelagsskapin kunnu vit saktans læra at standa á egnum beinum, og tað er væl eisini hugskotið aftan fyri sjálvan ríkisfelagsskapin!

Men vit eru ein so lítil tjóð, at vit skulu skerja okkara livistøði munandi, um vit skulu gera okkum nakrar vónir um at halda fast við allar teir fyrimunir og møguleikar vit hava í ríkisfelagsskapinum.

Hvussu við møguleikunum hjá okkara ungu at sleppa fram at víðari lestri? Ella hvussu við møguleikunum hjá okkara sjúku at fáa neyðugu hjálpina, tá okkara egna sjúkrahúsverk ikki strekkir til?

Eg eri sannførdur um, at eingin av loysingarmonnunum hevur hug at ofra sína egnu vælveru og sítt egna livistøði, tá vit ein dag kanska veruliga koma fram at koma fram at hesi góðu loysingini!

Tí eftirlýsi eg at hoyra eitt sindur um, hvat vit hava at seta í staðin fyri tað, vit hava nú. Tað má vera fyrsta treytin, at loysingarfólk gera øllum tað greitt, heldur enn bert at tosa út í tóman heim um eina loysing, sum um eingin skuldi goldið fyri hana.

Sum er, hava vit ein góðan ríkisfelagsskap við hópin av møguleikum. Hesum borgar Sambandsflokkurin sum einasti flokkur fyri! Stuðlið tí hesum flokki, heldur enn at stuðla tóma loysingartosinum, sum ikki torir at nerta við fylgjurnar av loysingini!

Við sambandskvøðu og ynskjum fyri øll um einar góðar páskir!


Heðin Mortensen

Valevni sambandsfloksins