Hann hevur umvælt tey nógv innan. - Eg trívist væl her. Eg plagi at fara á flot, tá ið okkurt er at fáa. Tá ið eg eri heima, plagi eg at stákast á stykkinum. Annars eri eg eisini ofta á vitjan hjá systrunum [...] høvdu so von eygu. - Í dag fara børnini ikki út um kvøldarnar, tí at tey síggja einki í myrkrinum. Eingin veit um framtíðina at siga Væntar tú at fleiri fólk fara at flyta til Hest, nú hesar íløgurnar eru [...] síðani eg var barn. Tá búðu um 80 fólk her. Nú eru eini 40-50 fólk búsitandi her. Eingin veit um framtíðina at siga, men eg vóni tað besta, sigur Hans. Hans var 14 ár, tá ið hann fyrstu ferð fór til skips
long søga, ið ikki egnar seg til grunna viðgerð, leggur Pál Weihe dent á, og leggur afturat, at hann hevur eitt embæti at røkja. -Eg eri í langa tí komin við útsøgnum. Síðstu 25 árini eri eg komin við væl [...] Weihe. -Tá tað kemur til tubbak, so argumenteri eg ikki fyri forboði. Hedur skulu rammurnar gerast trongari, so tey ungu og uppvaksndi ættarliðini fáa eitt signal um, at hetta ikki er partur av vanliga [...] leiklutin og tekur sær ikki nær, um fólk hava hug at ilskast inn á hann. -Vit í fólkaheilsuráðnum fylgja bert tí, sum politiskt er sett út í kortið, og átøk mugu til, tí tað kemur ikki av sær sjálvum, sigur
likamliga, at eg orkaði ikki at vera til. So tók eg avgerðina um at fara í viðgerð og tað er tann besta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið. Frammanundan ræddist eg eitt sindur fyri at fara í viðgerð, tí eg hevði [...] ringt at greiða børnum frá slíkum, eg havi ógvuliga ringa samvitsku, ikki minst beint eftir eg var vorðin edrú. Tá visti eg ikki, hvussu væl eg vildi gera teimum. Dugdi ikki at seta mørk fyri nøkrum ella siga [...] gjørdi, at eg forsømdi skúla og annað. Eg bleiv til eitt ordiligt problembarn og varð tí send til Danmarkar á ungdómsskúla. Har fekk eg eitt annað innihald í lívið, fekk góðar vinir, sum eg havi samband
Hevði ikki viljað verið øðrvísi - At eg eri samkyndur er ikki nakað eg eri keddur av. Eg hevði ikki viljað verið øðrvísi enn eg eri. Eg havi góð vinfólk og royni ikki at goyma, at eg eri sum eg eri, sigur [...] tey fyrstu, sum eg segði tað við. Tey høvdu so at siga bara bíðað eftir, at eg fór at siga tað sjálvur. Eg haldi ikki, at nakar hevur tikið avstand frá mær av teirri orsøk, heldur ikki her í Føroyum. Kanska [...] man so ikki eisini kann giftast í Føroyum. Men hann er ikki vísur í um samkynd skulu hava rætt til at ættleiða børn, ájavnt ikki-samkynd. - Tá hevur ein við eina lagnu at gera. Fyri tað er tað ikki sagt
lesast millum reglurnar. Tað er greitt, at um eg ikki keypi ein Harley-Davidson, so fer leiðin at ganga til Jónas Broncksgøtu 33 nakað ofta at vitja Ova Ritter. Til lesaran er eitt at siga: Hevur tú lyndi at [...] mong ár, til at seta á stovn Harley-Davidson Føroyar. Unga fyritøkan heldur til í Jónas Broncksgøtu nummar 33 í Tórshavn. Tað varð her, at amerikanski dreymurin skuldi halda áfram. Vit ringdu til Ova Ritter [...] var byrjaður. Allar tær amerikansku kliché?irnar vórðu til veruleika hesu løtuna á jarnhestinum. Fríheitin á óendaligu amerikansku vegunum kundi ikki sammetast við nakað annað, ið var roynt áður. Biker-Jens
24 fólk í býnum Haditha, og kona ein av hermonnunum í deildini er ikki í iva. -Deildin hevur trupulleikar við rúsevnum og rúsdrekka. Eg haldi, at hermenninir vóru púra frá sær sjálvum av onkrum rúsandi [...] í Haditha, men sum varð særdur av einari bumbu, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at felagar hansara skutu tey 24 fólkini. -Eg veit ikki, hvat hendi, men kanska vóru teir ræddir ella óðir, og tí skutu teir [...] teir tey. Tá ein verður vanur við deyða og oyðilegging, skal ikki so nógv til, at ein gerst kensluleysur og gevst at hugsa, sigur James Crosson við CNN. Amerikanski verjuovastin, generalurin Peter Pace
sera væl. Um ikki hinir høvdu hesar ungu menn við, so vóru vit ikki í iva um, at vit vunnu allar dystirnar. Um nú tað føroyska liðið kom víðari til finaluna, so høvdu vit ikki klárað at komið til Baltimore [...] fleiri ferðir, fingu vit at vita, at tað snøgt sagt ikki var nakar flúgvari til okkum, tí Føroyaflúgvarin var sendur til Egilstaðar og máttu vit bíða til hann kom aftur. Hetta tók umleið 1 tíma. Vit mugu [...] staðnum. Bert vil eg heita á fólk um at fara inn har, um leiðin verður løgd til Washington. Sum flestu framsýningar annars, so kostar einki at koma inn, men fólk kundu stuðla, um tey høvdu hug til tess við at
boðaði eg Lorraine frá hesum, og hon skrivaði í svari: »Hetta gjørdist ein merkiligur dagur. Tá eg vaknaði í morgun, kom eg at hugsa um Anette og hennara føðingardag í september. Eg hugsaði um eg skuldi [...] skuldi ringja til hana í morgun ella í kvøld fyri at minnast føðingardagin. Hugsa tær til, hvussu skakað eg varð, tá eg seinni um dagin fekk títt bræv við boðunum um, at hon var deyð! Eg var sera sorgarfull [...] verandi í Føroyum. Her hevði hon sínar vinir, og tað var ikki minst Amnesty arbeiðið, sum bant hana til Føroyar. Hon búði heima hjá sær sjálvari til tað seinasta. Hetta var tað hon vildi. Her fekk hon ofta
frá Eg var 8½ ára gamal, tá eg kom til Havnar seinast í apríl 1929. Frammanundan høvdu vit búð í Keypmannahavn, har eg gekk í 3. flokki í einum skúla, sum lá til Øster Søgades gymnasium. Komin til Havnar [...] fór eg í fyrireikingarflokkin í millum- og realskúlanum, har eg gekk skúlaárið 1929-30. Síðan gekk eg í millumskúlan og realskúlan, haðani eg tók prógv í 1936. Pápi var tá farin av landinum. Men eg og beiggi [...] kundi ganga á vatninum. Tí var ætlanin at fara til gongu til Mykinesar. Sýslumaðurin visti ikki rættiliga, hvat hann skuldi stilla upp, so hann ringdi til amtmannin, Ringberg, at spyrja, hvat hann skuldi
fyri: "Tað kennist so løgið at koma aftur til heimbygdini, nú eftir at eg eri vorðin vaksin maður. Ein sær alt við øðrvísi eygum, enn tá ið ein var barn. Tá hugsaði eg ongantíð, hvat tað kostaði pápa mínum [...] millum okkum. Tað var fyri árum síðani. Børnini vóru komin heim í gullbrúðleyp hjá gomlu foreldrum sínum, sum búðu úti á bygd. Nøkur av teimum búðu í útlondum og høvdu ikki verið heima í mong ár. Hetta var ein [...] hvussu pápi mín hevur stríðst og strevast fyri at vit skuldu hava tað gott í heimi okkara; og eg haldi, at eg við at gerast varugur við alt hetta, eri komin at elska hann við einum nýggjum kærleika." Gævi