Tað eru misnøgd, øði og strongd, sum fáa teir amerikonsku hermenninar í Irak at leypa framav, og tí frætta vit tíðindi um, at teir hava skotið óvápnað sivilfólk. Seinast varð ein deild hjá herinum løgd undir at hava skotið 24 fólk í býnum Haditha, og kona ein av hermonnunum í deildini er ikki í iva.
-Deildin hevur trupulleikar við rúsevnum og rúsdrekka. Eg haldi, at hermenninir vóru púra frá sær sjálvum av onkrum rúsandi, tá teir skutu fólkini í Haditha, sigur hon við Newsweek. Hon leggur afturat, at deildin hjá manni hennara er óskipað, og at moralurin er í upploysn.
Ein hermaður, sum varð við deildini í Haditha, men sum varð særdur av einari bumbu, sigur, at tað er ikki óhugsandi, at felagar hansara skutu tey 24 fólkini.
-Eg veit ikki, hvat hendi, men kanska vóru teir ræddir ella óðir, og tí skutu teir tey. Tá ein verður vanur við deyða og oyðilegging, skal ikki so nógv til, at ein gerst kensluleysur og gevst at hugsa, sigur James Crosson við CNN.
Amerikanski verjuovastin, generalurin Peter Pace, hevur fleiri ferðir biðið amerikanska fólkið bíða eftir tí endaliga kanningarúrslitinum av tilburðinum í Haditha, men fleiri eygleiðarar eru longu komnir til ta niðurstøðu, at tað drúgva kríggið í Irak hevur strongt hermenninar so nógv, at fleiri teirra fara um mark.
Newsweek vísir á, at fleiri av hermonnunum í deildini, sum var í Haditha, vóru í Irak fyri aðru ferð, og at summir vóru har fyri triðju ferð í trý ár.
Summir amerikanskir fjølmiðlar samanbera tilburðin í Haditha við hópdrápið í May Lai undir Vietnamkrígnum, ið fekk amerikanska almenningin at venda sær ímóti krígnum har. Fyrrverandi generalurin Barry McCaffrey sigur tað sama:
-Fólk venda sær ímóti krígnum. Vit eru í trupulleikum í Irak, og okkara hermenn orka ikki meiri.