Andakt: Orðið varð hold

"Orðið varð hold og tók búgv okkara millum"

Jóhs. 1.14

 

 

Eftir John S. Myllhamar

Orðið mátti gerast hold og búgva millum okkum.

Tað var fyri árum síðani. Børnini vóru komin heim í gullbrúðleyp hjá gomlu foreldrum sínum, sum búðu úti á bygd. Nøkur av teimum búðu í útlondum og høvdu ikki verið heima í mong ár.

Hetta var ein vakran dag í august og tey sótu úti í garðinum. Elsti sonurin var komin at sita undir liðini á presti og undir samrøðuni teirra millum helt sonurin fyri: "Tað kennist so løgið at koma aftur til heimbygdini, nú eftir at eg eri vorðin vaksin maður. Ein sær alt við øðrvísi eygum, enn tá ið ein var barn. Tá hugsaði eg ongantíð, hvat tað kostaði pápa mínum at vinna okkum tað dagliga breyðið. Nú kennist tað eins og hvørt grasstrá og hvørt eplaslokkur sigur við meg, hvussu pápi mín hevur stríðst og strevast fyri at vit skuldu hava tað gott í heimi okkara; og eg haldi, at eg við at gerast varugur við alt hetta, eri komin at elska hann við einum nýggjum kærleika."

Gævi tað andaliga sæð gekst okkum á sama hátt!

Vit hava sæð lítið av, hvat faðir okkara í himli hevur liðið fyri at leggja grundarlagið undir okkara ævigu sælu. Og hann líðir líka nógv dagin í dag. Gævi vit tóku hetta við okkum innar í loynikamarið og har lærdu at elska Guð við einum nýggjum kærleika.