Altíð tikið fløskuna fram um míni børn

- Einki er at ivast í, at míni børn hava tikið skaða av mínum drekkaríi. Hyggi eg at myndum av teimum, tá ið tey vóru lítil, síggi eg eitt tómt úttrykk í eygunum. Sum um tey umbera seg fyri at vera til, og tað er ómetaliga hart hjá mær at síggja, sigur 30 ára gamla Anna, sum hevur fótað sær aftur í lívinum eftir at hava drukkið í nærum 20 ár

- Ivaleyst sita tey inni við ymiskum, sum nívur tey, uttan tó, at tey siga nakað. Tey hava verið mitt í rokinum, øll árini eg havi drukkið illa, sitið í drykkiskapi saman við mær, og ikki minst upplivað meg við ógvusligum timburmonnum.
Vit sita í íbúðini hjá Onnu, sum nú býr í Havn. Hon er fødd og uppvaksin á bygd. Fór ársgomul til eina pleygufamilju í somu bygd, hon er uppvaksin og búði har, til hon var sjey ára gomul. Tá kom mamman eftir henni og hevði hana í nøkur ár, til hon aftur gav somu pleygufamilju dóttrina aftur. Í dag er Anna 30 ára gomul, fyri trimum árum síðani fór hon í viðgerð og hevur síðani verið edrú. Hon hevur gjørt av at siga okkum sína søgu, men fyri at verja seg og børn síni, hava vit gjørt av, at hon verður dulnevnd. Anna kann kortini vátta, at søga hennara, sum her verður søgd, er sonn.
Søgan hjá Onnu er tíverri ikki eindømi. Heldur hinvegin er hon klassisk. Mamman, sum sjálv drakk og drekkur enn, kláraði ikki at hava dóttrina. Pápan hevur hon ongantíð hitt og systkin hevur hon eingi. Tá hon fór til pleygufamiljuna sum ársgomul, var lítið og einki samband millum mammu og dóttir komandi árini. Ikki so frægt sum á jólum hoyrdi Anna frá mammuni. Í pleygufamiljuni hevði hon tað nøkulunda, sum hon sjálv sigur.
- Eg fekk klæði og mat, men kærleika fekk eg ongan. Har var eingin, eg knýtti meg til serliga. Sum barn var eg ógvuliga einsamøll, eisini sum yngri og havi altíð skulað klárað meg sjálva við øllum, greiðir Anna frá.
Forsømd
Tað var ikki lukkan at koma aftur til mammuna sum sjey ára gomul.
- Mamma segði mær ongantíð, hví hon lat meg frá sær ella hví hon kom aftur eftir mær. Tað hevur hon heldur ikki tann dag í dag. Vit tosa bara ikki um tað. Hon drakk illa, og eg havi alt tað eg veit, roynt at gjørt henni til vildar, gjørt alt fyri at fáa kærleika og gjørt meg góða yvir fyri henni, uttan at hava fingið nakað burturúr. Lagið var øgiliga ofta ringt, og eg havi altíð skulað lagt oyra til hennara gremjan um alt. Hon hevur ongantíð verið ein rættilig mamma, sitið undir mær, víst mær kærleika ella umsorgan. Aldrin. Men tað ringasta er, at eg ikki sjálv dugi at taka ímóti kærleika frá mannfólki. Havi so lítið sjálvsvirði, at eg næstan ikki tori at trúgva, at nakar er góður við meg. Í mínum drekkaríi havi eg verið saman við nógvum mannfólki, og tað eri eg øgiliga kedd av í dag. Havi mangan grátið um tað síðani eg eri vorðin edrú, tí eg føli tað so skemmandi og vanvirðandi. Í dag tori eg næstan ikki at hyggja mannfólk í eyguni, sigur Anna.
Í dag verður Anna ikki útsligin av, at mamman hevur avvíst hana.
- Hon hevur ongantíð verið nakað fyri meg, ei heldur fyri míni børn, og eg veit, at tað ongantíð verður øðrvísi enn tað sama. Hon hevur meiri verið ein, eg havi drukkið saman við, enn ein mamma.
Tólv ára gomul flutti Anna til eina pleygufamilju í Havn, og tá byrjaði hon so smátt at drekka.
- Eg og nøkur eg kom saman við, drukku alt tað vit fingu hendur á, eisini finspritt. Eg bleiv eitt við rúsin og brúkti eitt hvørt høvi at flýggja inn í rúsin, uttan mun til um tað var gleði ella sorg. Í rúsinum varð eg framlig og tordi alt tað, eg annars ikki tordi, greiðir Anna frá.
Kynsliga misnýtt
Um hetta sama mundið, varð Anna kynsliga misnýtt av einum manni, sum kom og fór í húsið, har Anna búði. Seinni hevur Anna funnið út av, at hesin maðurin misnýtti onnur børn eisini, millum annað sín egna son. Hvussu leingi misnýtslan stóð uppá, veit Anna ikki. Í grundini hevur hon fortrongt alt, sum hevur við misnýtsluna at gera. Ikki fyrr enn hon átti sítt fyrsta barn, kom alt fram fyri hana aftur. Maðurin er ongantíð meldaður.
- Drekkaríið gjørdi, at eg forsømdi skúla og annað. Eg bleiv til eitt ordiligt problembarn og varð tí send til Danmarkar á ungdómsskúla. Har fekk eg eitt annað innihald í lívið, fekk góðar vinir, sum eg havi samband við enn, men tá eg kom heimaftur sum seytjan ára gomul, kom eg aftur til somu vinirnar, eg hevði frammanundan, og drekkaríið helt fram. Eg byrjaði at roykja hasj eisini, og tey næstu árini livdi eg eitt ordiligt rukkulív. Kláraði ikki at halda uppá eitt arbeiði, møtti ikki upp og bleiv søgd upp í heilum.
Anna helt saman við einum ungum manni í nøkur ár, og gjørdist við barn. Hon sá ongan útveg enn at fara til Danmarkar á Mødrehjælpen. Har átt hon ein son og búði á heiminum í eitt lítið ár.
- Eg visti ikki, hvat tað var at hava eitt barn, yvirhøvur at verða mamma. Har lærdi eg frá professiónellum fólki, hvat eg skuldi gera, sigur Anna.
Komin í egna íbúð, byrjaði drekkaríið aftur.
- Eg drakk hvønn dag, men eingin visti av tí. Eg sá ikki, hvat eg útsetti sonin hjá mær fyri. Ein vinkona úr Føroyum kom á vitjan og hon royndi at tosa meg til sættis, men eg bleiv so ill við hana, tí hvat bilti hon sær at blanda seg uppí. Eg bað hana sleppa sær avstað, stoytti hana frá mær og bað hana ongantíð vísa seg aftur.
Í nógva drekkarínum hevði Anna mangan teir tankar, at sonurin bara var til fortreð.
- Eg havi elskað hann síðani hann varð føddur, men í misbrúkinum hugsaði eg bara, at eg fekk ikki frið at drekka fyri honum. Hugsaði bara um meg sjálva, og var als ikki før fyri at vera mamma.
Sonurin gekk í vøggustovu, var reinur og snøgt ílatin hvønn dag, og starvsfólkini fingu ongantíð illgruna um, hvussu skilið var heima.
- Eg var edrú, tá ið eg kom í vøggustovuna um morgunin og seinnapartin, men tað vóru nógvir dagar eg ikki fór við honum í vøggustovu, tí eg var so ring í timburmonnum.
Komin heimaftur til Føroya, vant drekkaríið rættiliga uppá seg, og nú hevði Anna fingið eitt barn afturat, eina dóttur.
- Tað er ógvuliga strævið at vera í eini slíkari støðu, drekka hvønn dag og samstundis einsamøll hava ábyrgdina av børnunum. Fløskan var altíð tað fyrsta eg hugsaði um um morgunin, børnini komu í aðru røð. Eina tíð búði eg hjá eini vinkonu, sum var í somu støðu sum eg, og í teirri íbúðini var ræðuligt rukkulív. Rúsevni, so sum speed, var líka vanligt sum alkohol. Og børnini hjá mær og vinkonuni vóru mitt í rokinum. Sum umbering fyri at rúsa meg segði eg við børnini, at hevði brúk fyri tí, eins nógv og tey høvdu brúk fyri at koma í barnagarð. Eg gjørdi alt fyri at sleppa at drekka, bønaði og bað tilvildarligar barnagentur um at ansa børnunum.
Ein ávaring
Knappliga ein dagin bankar á dyrnar, og inn kemur umboð fyri barnaverndina í Havn. Viðkomandi sigur við Onnu, at tekur hon seg ikki saman, missur hon børnini.
- Eg varð púra frá mær sjálvari, og sá í ondini, at eg misti børnini. Lovaði bót og bata, fór í viðgerð, men helt, at eg skuldi læra at drekka. Datt út í aftur, og fór aftur í viðgerð, men heldur ikki ta ferðina riggaði tað.
- Mamma mín av øllum stuðlaði mær ikki, tá eg fór í viðgerð. Spurdi meg um tað yvirhøvur var neyðugt.
Barnaverndin vísti seg ikki aftur. Eingin kannaði eftir, um Anna veruliga tók seg saman, um hon helt uppat at drekka, ella um hon yvirhøvur kláraði at taka sær av børnunum. Og tað undrast Anna yvir í dag.
- Nú kann eg siga, at tað er ógvuliga vánaligt av barnaverndini ikki at kanna eftir, hvussu børnini hava tað. Tað er jú tey, tað gongur út yvir. Eitt er, at tey sleptu mær, men at sleppa børnunum er ræðuligt, sigur Anna, sum veit um fleiri dømi, ið eru verri enn hennara egna.
- Mítt dømi er ikki tað ringasta. Fleiri av teimum, eg havi drukkið saman við, eiga børn og eru einsamøll við teimum. Tey eru langt úti, drekka framvegis øgiliga illa, og klára ikki at taka sær av børnunum, men eingin ger nakað við tað. Tað er syndarligt at siga, men eg veit um nógvar mammur. Sjálv havi eg meldað fleiri mammur til barnaverndina, ikki fyri at spæla moralsk, men tí eg stúri fyri børnunum. Men einki hendir. Óskilið heldur fram, veit eg við vissu. Barnaverndin eigur og má taka seg saman, áðrenn børnini, sum liva mitt í drekkarínum hjá foreldrunum, taka skaða. Tey gera ikki sína skyldu, og vit kunnu spyrja, um tað er foreldravernd ella barnavernd, vit hava.
Einki lív
Tvey-trý ár gingu afturat við rúsdrekka og rúsevnum.
- Eg havi aldri havt nakað lív í misbrúkinum. Eg havi bara yvirlivað og flýggjað undan øllum, lívinum, sum eg helt vera meiningsleyst, og tað vóru dagar, tá eg ikki ynskti at vakna. Aldri havi eg kunnað gingið í skúla ella havt nakað arbeiði.
- Eftir eitt drúgt tørn, hevði drukkið út í eitt í meiri enn ein mánaða, raknaði eg knappliga við ein dagin. Eg var so illa fyri bæði sálarliga og likamliga, at eg orkaði ikki at vera til. So tók eg avgerðina um at fara í viðgerð og tað er tann besta avgerðin, eg nakrantíð havi tikið. Frammanundan ræddist eg eitt sindur fyri at fara í viðgerð, tí eg hevði hoyrt, hvussu hart tað er, sigur Anna.
Og viðgerðin var hørð. Eftir tvær vikur raknaði Anna við. Hon skammaðist so yvir, hvat hon hevði útsett børnini fyri.
- Eg græt í fleiri dagar ella vikur. Eg mátti ordiliga síggja í eyguni, hvat eg hevði gjørt.
Tíðina eftir, at viðgerðin var av, fekk Anna javnan niðurtúrar.
- Fyrsta árið var ómetaliga hart, kanska mest av skommini, eg føldi. Og tað var onkur dagur, har eg mundi tikið eitt glas. Niðurtúrarnir í dag eru sjáldnari og er lagið ringt onkuntíð, hugsi eg bara, at alt loysir seg.
- Í byrjanini høvdu børnini als ikki álit á mær. Tá ið eg skuldi eini ørindi, trúu tey mær ikki. Tey hildu, at eg fór út at drekka. Upp ígjøgnum uppvøksturin havi eg havt nógva vreiði innan í mær, og tað hevur verið ringt at klára. Tí visti eg ikki altíð í fyrstuni eftir, at eg varð vorðin edrú, hvussu eg skuldi taka ímóti kenslunum hjá børnunum, tá ið tey ikki stólaðu uppá meg.
Samvitskan
Vit royna spakuliga at nærkast kjarnuni í søguni, nevniliga hvørjar avleiðingar lívið hjá Onnu hevur havt á børnini, tvey børn, sum í dag eru 10 og 7 ár, men sum hava upplivað meiri enn væl er av lívsins skuggasíðu.
- Tað er einki at ivast í, at tey hava tikið skaða av mínum drekkaríi, og at tað eru løtur, har tey kenna seg ótrygg ella øðrvísi enn onnur børn. Hyggi eg at myndum av teimum hjá mær, tá ið tey vóru lítil, síggi eg eitt tómt úttrykk í eygunum. Sum um tey umbera seg fyri at vera til, og tað er ómetaliga hart hjá mær at síggja. Spyrji eg í dag sonin, hvat hann minnist frá teirri tíðini tá eg drakk øgiliga illa, sigur hann, at hann var ógvuliga bangin um meg. Eg trúgvi, at tey eru so loyal yvir fyri mær, at tey bera yvir við øllum. Tey hava aldri konfronterað meg við nøkrum, hóast eg í drekkarínum havi verið øgiliga illsint og havt lítið tol við tey. Fari ongantíð at fyrigeva mær sjálvari fyri, hvat eg havi útsett tey fyri og tað eru løtur, har eg hugsi nógv um tað. Men eg eri komin hartil nú, at eg má hyggja frameftir.
Anna hevur valt at vera ógvuliga opin yvir fyri børnunum um drekkaríið. Hon hevur sagt teimum, at tey hava ikki skyldina av, at hon hevur verið so langt úti, og at hon altíð hevur elskað tey.
- Eg havi eftir førimuni sagt teimum, hvussu illa fyri eg havi verið, at eg havi verið sjúk og tí ikki verið før fyri at taka mær av teimum. At eg eri øgiliga kedd av øllum. Tað er ringt at greiða børnum frá slíkum, eg havi ógvuliga ringa samvitsku, ikki minst beint eftir eg var vorðin edrú. Tá visti eg ikki, hvussu væl eg vildi gera teimum. Dugdi ikki at seta mørk fyri nøkrum ella siga nei, av berari ringari samvitsku. Føldi onkusvegna, at eg kundi ikki siga nei, tí eg hevði bjóðað teimum so nógv ár, har fløskan var tikin framum tey. Tað er eisini ringt at vita, hvat er rætt og hvat er skeivt, tá eg sjálv ikki kann brúka mammu mína sum fyrimynd. Eg havi aldrin fingið nakað gott orð á vegnum frá mammu míni ella míni pleygumammu.
Hvørja viku gongur Anna hjá alkoholráðgeva.
- Fyri meg er tað so ómetaliga umráðandi at ganga javnan til viðtalu, tí eg havi verið úti fyri so nógvum. Forsømi eg viðtaluna, byrji eg at hugsa sum ein alkoholikari, verði illsint og negativ. Alkoholráðgevin hjálpir mær at finna sjálvsvirði aftur og lærir meg at siga frá. Eg vóni inniliga, at eg aldri fari at drekka aftur.
Spurd um, um hon er bangin fyri, at børn hennara endurtaka hennara søgu, sigur Anna.
- Eg vóni inniliga, at eg havi bjargað teimum undan tí vandanum, tí eg sjálv gavst at drekka fyri trimum árum síðani. Sjálv dugi eg ikki at siga, um mín uppvøkstur við vantandi kærleika og nógvum rúsdrekka, er orsøkin til, at eg fór at drekka, ella um tað er arviligt. Eg kann ikki gera annað enn vera ein góð mamma. Tey síggja, at eg havi ein sterkan vilja, sigur Anna, sum eisini hevur lagt sigarettirnar á hillina.
Anna hevur hesi árini síðani hon gjørdist edrú roynt at fóta sær aftur í lívinum. Hon er farin undir útbúgving, sum hon er ógvuliga glað fyri, hevur funnið sær nýggjar vinir, og børnini støðast væl í sínum.
- Eg njóti lívið. Jú longri eg havi verið edrú, jú betri verður lívið. Í dag føli eg meg heila, elski at vera ein vanligur borgari, og at vera mamma. Meðan alt fyrr snúði seg um fløskuna og rúsin, snýr lívið í dag seg um heim og børn, sigur Anna.
Samrøðan er liðug. Sonurin er akkurát komin heim úr skúla, og um eina løtu skal Anna eftir dóttrini í barnagarði.